Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, kvinkar fólkatalið í Føroyum framvegis uppeftir - men hetta seinastu árini hevur hækkingin verið tann minsta í nógv ár.
Støðan er eisini tann, at tað búgva alsamt færri føroyingar í Føroyum, tí tað flyta fleiri føroyingar av landinum enn tað flyta til Føroyar. Sostatt er tað útlendingar, sum flyta til Føroya, sum fáa fólkatalið at veksa.
Men ein annar munur er eisini á støðuni nú, og støðuni, sum hon hevur verið - og tað er ein munur sum eisini vísir, at í løtuni vísa pílarnar fyri føroyska samfelagið, niðureftir.
Og tann munurin er, at munurin í fólkatalinum á monnum og kvinnum, er størri nú enn hann hevur verið.
Tað hevur leingi verið so, at tað hevur verið eitt undirskot av kvinnum í Føroyum, men tað undirskotið er størri nú enn tað hevur verið í fleiri ár.
Fyri nøkrum árum síðani var 51,5 prosent av fólkatalinum í Føroyum menn og 48,5 prosent vóru kvinnur.
Men nú er 52 prosent av fólkatalinum menn og bara 48 prosent eru kvinnur. Tað merkir, at í løtuni búgva 28.564 menn í Føroyum, men tað eru 2.220 færri kvinnur, tí tær eru bara 26.344 í tali.