Í 1856 fingu Føroyar frían handil. Meginhandlar tóku seg upp kring oyggjarnar, og skonnartir fóru at sigla farmasigling millum lond. Vørusiglingini innanoyggja tóku deksfør, serliga langbummarar, sær av. Ein nýggj tíð var komin.
Spjaddu havfiskiroyndirnar, sum í einahandilstíðini allar góvu hall, hildu fram. Føroyingar høvdu varhugan av, at skipsfiskiskapurin átti framtíðina fyri sær – at hann fyrr ella seinni fór at fóta sær – og so varð.
Í 1872, snøgg hundrað ár eftir, at stórkeypmaðurin Ryberg við fiskiroyndum sínum lærdi føroyingar at virka klippfisk, kom sluppin Fox fullfermd undan Íslandi. Og tá ið sølan eisini hepnaðist væl, var støðið lagt undir føroyskan skipsfiskiskap. Øldina út og væl inn í 20. øld vaks føroyski skipaflotin í stórum.
Longu fyrsta fríhandilsárið (1856) komu fyrstu skipini. Vit nevna jaktina Mariu, 51 tons, hjá T. F. Thomsen á Tvøroyri og skonnartina Johonnu, 81 tons, hjá M. C. Restorff í Havn.
Men skipaskráseting var ikki í Føroyum alt fyri eitt. Hon kom ikki fyrr enn í 1867. Fútin skrásetti síðan øll verandi og komandi skip í føroyska flotanum. Tey skip, sum longu vóru burtur aftur, vóru sostatt ikki skrásett her á landi.
Fyrsta skipið í protokollini hjá fútanum er Lark (Lerkurin). Surprise er annað og Fox 12. Vit siga nú nøkur orð um hesi skipini.
(Mynd: Tey breiða fisk á Skinnaraskeri í Havn í 1874. Fyri teymi møguliga Surprise hjá Restorffshandli. Langbummarin kann eisini vera Fox hjá trappubrøðrunum. Mynd: Søvn Landsins)
Úr skipaskrásetingini
Lark: Tvímastrað slupp, 43 tons. Til Føroya í 1865. Skrásett 13. juni 1868. Smíðað 1847 í Cows, Isle of Wight, Bretlandi. Eigari: Martin Christian Restorff, keypmaður, Tórshavn. Fyrst nevndi skipari: Mads Vads Thomsen.
Surprise: Einmastrað slupp, 27 tons. Til Føroya í 1866. Skrásett 24. juni 1868. Smíðað 1862 í Cows, Ile of Wight, Bretlandi. Eigari: Jens Jørgen Kruse, skipari, Eiði. 2. eigari 1868: ”Det færøiske Fiskeriselskab af 1866 i Thorshavn.” 3. eigari 1872: M. C. Restorff, keypmaður, Tórshavn. Fyrst nevndi skipari: Tummas Joensen Skylv.
Fox: Einmastrað slupp, 38 tons. Til Føroya í 1872. Skrásett 5. august 1872. Smíðað 1844 í Kingston upon Hull, Bretlandi. Eigarar: Daniel Jacob Haraldsen, Peter Christian Haraldsen og Hans Andreas Djurhuus. Fyrst nevndi skipari: Niclas Haraldsen.
Úr søguni
Smáu, einmastraðu sluppirnar nevndust langbummarar, av tí at seglbummurin var langur. Bretska heitið ”sloop” var til okkara slupp. Størra, tvímastraða farið, ”Ketch” varð somuleiðis rópt slupp.
Lerkurin royndi í 1870-árunum undir Føroyum og Íslandi. Longu í 1871 var Alexander Midjord skipari undir Íslandi við henni. Alexander førdi hana eisini undir Føroyum sama summarið, tá ið teir á klárum, grunnum vatni sóu tvær gamlar kanónir á botni heilt nær Mykinesi. Tað eydnaðist at fáa tær upp og førdar til lands. Kanónirnar vóru sagaðar sundur og seldar fyri nógvan pening. Lerkurin sigldi eisini farmasigling innan- og uttanlands.
Surprise var mest farmaskip hjá Restorffs handli. Ein ábending um, at hon sigldi nógv inn og út úr havn, er, at hon longu í 1907 fekk motor. Hon tykist eisini fiska undir Føroyum og var helst longu í 1869 undir Íslandi við Tummas Joensen Skylv skipara. Surprise fekk langa ævi á føroyskum kjøli.
Fox var, sum fram gongur, ikki fyrsta føroyska fiskiskipið, men var fyrsta, sum fekk tað at bera til. Við áræði, dugnaskapi og nógvum knossi var brotið burtur úr nýggjum. Føroyskur skipsfiskiskapur verður roknaður at byrja í 1872 við langbummaranum Fox og trappubrøðrunum.
(Mynd: Tummas Joensen Skylv úr Nólsoy. Hann fekk í 1867 vinnubræv sum skipari frá fútanum í Havn. Í 1875 tók Skylv stýrimansprógv í Danmark. Mynd: Eilif Brimheim)
Nakrar dagar fyri ólavsøku 1872 komu Dánjal og Petur Haraldsen (trappubrøður) saman við Hans Andreasi Djurhuus (Dia í Áarstovu) á Havnina við sluppini Fox, ið teir høvdu keypt í Bretlandi. Yngsti trappubróðirin, Niclas Haraldsen, var skipari. Sama summarið var farið til Íslands at fiska.
Á Seyðisfirði ankraðu teir upp og roðu við línu við tveimum opnum bátum, helst fýramannaførum. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð. Í oktober vóru teir aftur á Havnini við fullari last.
Komandi árini fiskaði Fox undir Føroyum um várið og Íslandi um summarið. Og inntøkan var góð. Eftir nøkrum árum keypti skiparin, Niklas á Trappuni, einsamallur góðu sluppina Sprite, 77 tons, úr Bretlandi.
Men so hendi ólukkan. Tá ið Fox um várið 1881 lá fyri teymi á Vestaru vág og riggaði til fiskiskap undir Føroyum, brast hann á við lágættarstormi. Skipið sleit og smildraðist inni við Grind í Havn.