Umvendur Black Friday hjá WWF

Heimsnáttúrugrunnurin setur prísirnar upp við 68 prosentum í teirra nethandli á stóra útsøludegnum í dag – Black Friday. Hetta til fyrimunar fyri náttúruna, verður sagt

Sigurjón Einarsson
27. november 2020 kl. 11:50

Amerikanska tilboðsfyribrygdi, Black Friday, er í dag.

Men meðan fyritøkur lýsa við ørandi tilboðum, so ynskir Heimsnáttúrugrunnurin (WWF) eisini at vera við í hesum fyribrygdinum – tó á umvendan hátt. Her verða prísirnir settir upp til fyrimunar fyri náttúruna.

- Vit seta prísirnar upp við 68 prosentum á útvaldum vørum í okkara nethandli, tí nýtsla hevur ein prís. Afturgongdin av djórasløgum og oyðingin av lendinum hjá djórum vindur upp á seg. Tí er okkara boðskapur hesin: Skalt tú brúka pening til Black Friday, so ger tað í okkara nethandli – til yvirprís. Hetta, til fyrimunar fyri náttúruna, sigur aðalskrivarin hjá danska Heimsnáttúrugrunninum, Bo Øksnebjerg í einum tíðindaskrivi.

Vill djór

Tað er ikki av tilvild, at prísirnir verða settir upp við 68 prosentum. Nýggj frágreiðing hjá Heimsnáttúrugrunninum, Living Planet Report 2020, vísir, at tey seinastu 50 árini er djórastovnurin hjá villum djórum minkaður við 68 prosentum.

Frágreiðingin málar sostatt eina dapra og týðiliga mynd av eini vistfrøðiskipan og lívmargfeldi, ið er í stórari afturgongd.

Heimsnáttúrugrunnurin hevur fyrr í ár ávarað um Black Friday og lýsingarherðina, sum skal fáa fólk at keypa enn meira, enn vit í grundini hava brúk fyri. Hendan boðskapin stendur felagsskapurin við, men nú siga tey samstundis, at ein kann gott gera sær dælt av Black Friday, men so leingi tú hugsar teg um.

- Vit siga ikki, at tú ikki mást brúka Black Friday til at keypa eitthvørt. Vit mæla bara til, at tú ert umhyggin og brúkaratilvitin. Verður til dømis keypt – til yvirprís – í okkara nethandli, so stuðlar tú okkara arbeiði at varðveita og verja okkara undirfullu náttúru. Tí peningurin fer sjálvandi til tað stríðið, og tað er tað skelkandi tørvur á, sigur Bo Øksnebjerg.