Umvæla býráðshúsini í Klaksvík

Roknað verður við, at arbeiðið verður liðugt í 2025

Mynd: klaksvik.fo
Jóannes Hansen
24. november 2023 kl. 15:34

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis:

Á býráðsfundi í gjár samtykti býráðið, at haldast skal fram við at umvæla og nútímansgera býráðshúsið. Á fíggjarætlanini fyri 2024 eru 3 mió. kr. settar av til verkætlanina.

Arbeiðið, sum er í gongd í løtuni, er at skifta klædning á suðursíðuni og at umvæla tekjuna. Komandi ár verður hildið fram við skifta klædning og bjálva bygningin.

Bygningurin er bygdur í 1974, og tørvur er á ábøtum og at gera framsíðuna meira nútíðarhóskandi og innbjóðandi. Avgjørt er at arbeiða við uppskoti, sum leggur upp til, at ein er trúgvur ímóti verandi stíli, ið bygningurin hevur í dag.

Arbeiðið verður liðugt í 2025 og er mett at kosta tils. 6,7 mió. kr, skrivar Klaksvíkar kommuna.