Tað hava verið nógvar gitingar um hvønn leiklut svarti seyðurin í bretska kongshúsinum fór at hava til dagsins krýning av landsins nýggja kongi og drotning.
Luftin hevur verið serstakliga køld millum kongshúsið og yngsta sonin hjá Charles kongi, Harry prinsi, sum er fluttur til California saman við konuni Meghan og teirra tveimum børnum.
Meghan var heima í California við børnunum Archie og Lilibet, tí at sonurin Archie hevur føðingardag. Fleiri vilja vera við, at bretska kongshúsið tilvitað legði krýningina av Charles sama dag sum Archie hevði føðingardag, so Meghan hevði ein umskyldning at vera heima og so at Harry hevði ein møguleika fyri at siga, at hann mátti skunda sær heim eftir krýningina.
Stutt eftir at krýningin var farin fram fór Harry í ein BMW og er eftir øllum at døma ávegis heim aftur til California, hóast hátíðarhaldi langt frá er liðugt enn.