Umskipa arbeiðið fyri at framleiða handspritt

Stóri eftirspurningurin eftir handspritti hevur við sær, at fleiri verksmiðjur umskipa arbeiðið hjá sær

Bryndis Hjartardóttir
23. mars 2020 kl. 14:57

Stórur eftirspurningur er í løtuni eftir handspritti, og fleiri sjúkrahús í Danmark mangla vøruna. Hetta hevur fingið eina danska djúsfyritøku at umskipa sítt arbeiðið. 

Fyritøkan Seimei framleiður vanliga vistfrøðiligt djús og "craft soda" (smáframmleiddar sodavant) við lokalt framleiddari rávøru, men nú er framleiðslan av drykkivørum løgd niður og umskipað, so fyritøkan kann framleiða nógv eftirspurda handsprittið. 

Fyri Seimei fyritøkuna er hetta eitt gott átak, skrivar TV2east.dk, tí minkandi sølan av serdrykkivørum av koronatiltøkunum hevði við sær, at fyritøkan noyddist at senda fleiri av sínum arbeiðsfólkum heim. Nú vera boð send eftir teimum aftur ,og væntandi fáa tey eisini fleiri arbeiðstímar, sigur stjórin í fyritøkuni við TV2. Eftir ætlan skal framleiðslan byrja í komandi viku. 

Stóri eftirspurningurin eftir handspritti gjørdi, at donsku heilsumyndugleikarnir mæltu til at spara uppá slíka trygdarvørur, og heitti eisini á fleiri fyritøkur um, at umskipa teirra framleiðslu meðan trot er á slíkum vørum.