Umsitingin er ikki vaksin hesi seinastu fimm árini

Tað er ikki hald í illgrunanum um, at almenna umsitingin veksur

Áki Bertholdsen
23. august 2024 kl. 10:13

Hesi seinastu fimm árini, frá 2019 til 2023, er almenna fyrisiringin ikki vaksin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu gongdin hevur verið í almennu umsitingini hesi seinastu árini.

Hann vísir á, at løgmaður hevur sagt at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

Men hann sigur, at í seinastuni hava fleiri lýsingar verið eftir fólki til nýggj størv í miðfyrisitingini, og tríggir nýggir aðalstjórar eru settir.

Løgmaður sigur, at hann heldur, at besti máti at meta um gongdina, er at telja talið á starvsfólkum, tí tað er ikki ávirkað av lønarvøkstri ella prísvøkstri.

Talið á starvsfólkum í almennu umsitingini frá 2019 til 2023

Sum sæst í talvuni omanfyri, er miðfyrisitingin hvørki vaksin ella minkað í tíðarskeiðinum frá  2019 til 2023. Men  hyggja vit at kostnaðinum, er neyðugt at leggja upp fyri lønarvøkstrinum, tí lønarútreiðslurnar eru góðar 75 prosent av útreiðslunum til miðfyrisitingina.

Løgmaður sigur, at hesi árini frá 2019 til 2023, eru lønarútreiðslurnar hækkaðar 13,4 prosent, sum svarar væl við vøksturin í sáttmálaásettu lønunum.

Eitt nú er lønin eftir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum hækkað 13,2 prosent sama tíðarskeiði.

Men verður hugt eftir rakstrarútreiðslunum hjá aðalráðunum, hava tær verið hesar:

Hetta svarar til ein vøkstur upp á 14,1 prosent, sum er eitt sindur meira enn vøksturin í lønarútreiðslum.

Løgmaður sigur eisini, at nú útreiðslurnar til miðfyrisitingina ein minni partur av av øllum rakstrarútreiðslunum hjá  landskassanum enn tær hava verið.

Í 2019 var kostnaðurin av miðfyrisitingini 2,08 prosent av rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum, men í 2023 var minkaður niður í 1,86 prosent.