Síðan enska Premier League varð sett á stovn í 1992, er besta fótbóltsdeildin í Onglandi blivin best umtókta og mest lønandi fótbóltsdeild í øllum heiminum. Sambært greining hjá Safebettingsites, so var umsetningurin kappingarárið 2021/22 48 milliardir krónur, ið er ein øking upp á 149 prosent, samanborið við kappingarárið 2015/16.
Hesar inntøkur stava frá sjónvarpsrættindum, lýsarum og øktar inntøkur av atgongumerkjasølu.
Flestu inntøkurnar koma frá sjónvarpsrættindum av tí, at Premier League er mest sædda fótbóltskapping í heiminum. Hesar inntøkur eru øktar munandi seinastu árini.
Lýsingarinntøkur er eisini ein onnur týdningarmikil inntøkukelda. Feløg eru sinnaði at gjalda stórar upphæddir fyri at fáa sítt navn knýtt at einum liði, sum klárar seg gott á vøllinum.
Fótbóltsfeløgini forvunnu umleið 27 milliardir krónur frá dystum, ið vórðu send beinleiðis seinasta kappingarár. Eisini fingu feløgini 14,5 milliardir krónur frá lýsarum, meðan dystarinntøkurnar vóru 6,5 milliardir krónur í okkara peningi.
(Umsetningurin hjá Premier League-feløgum er vaksin við 149 prosentum frá 2015 til 2022. Grafur: Safebettings)
Korona ávirkaði inntøkurnar
Koronafarsóttin ávirkaði inntøkurnar hjá feløgunum í Onglandi – serliga kappingarárið 2019/20, tá feløgini ongar áskoðarainntøkur høvdu vegna strongu koronaátøkini hjá bretsku stjórnini. Tí minkaðu inntøkurnar við 13 prosentum – í mun til kappingarárið 2018/19. Hóast áskoðarainntøkurnar vóru minni, so sæst, at inntøkur av vístum dystum í sjónvarpi vuksu við umleið 4,4 milliardum krónum kappingarárið 2020/21 í mun til kappingarárið 2018/19 – beint áðrenn, at korona kom til Onglands.
Hóast korona ávirkaði inntøkurnar í 2020 og í 2021, so varð nýtt met sett farna kappingarár, tá umsetingurin hjá feløgunum var 48 milliardir krónur. Og tað er líkt til, at tær øktu inntøkurnar fara at halda fram hetta kappingarárið, tá umsetningurin hjá feløgunum væntandi fer at seta nýtt met, sambært greining hjá Safebettingsites.