Ummæli: Tungt, hart og rættiliga gott

Tað var bara gott gamalt og onki nýtt á Uriah Heep konsertini á Hálsi leygarkvøldið. Júst, sum føroyingar vilja hava tað

Ingi Samuelsen
23. september 2018 kl. 22:39

Bretsku rokkfílarnir, Uriah Heep, góvu eina góða, tunga, harða og rættiliga væleydnaða rokkkonsert í Ítróttahøllini á Hálsi leygarkvøldið.

Eitt var tó løgið. Hóast menninir júst hava givið eina nýggja útgávu út, so spældu teir ikki eitt einasta lag av nýggju fløguni. So talan gjørdist ongantíð um nakra útgávukonsert.

- Vit hava júst givið nýggja fløgu– Living the Dream – út, og vit koma fegnir aftur næsta ár, um tit vilja hava okkum, og tá skulu vit spæla løg av nýggju fløguni eisini, segði sangarin áðrenn hann legði upp til einasta eykanummar, ið varð latið á konsertini, “Easy Livin’”, sum eisini var tað lagið, sum øll stóðu og bíðaðu eftir.

Undarligt, at teir ikki høvdu vant bara eitt av løgunum av nýggjastu fløguni. Nú hevur lagið “Grazed by Heaven” verið rættiliga nógv deilt upp til konsertina. Eitt sindur snópisligt, at vit ikki fingu tað at hoyra.

Les eisini: Uriah Heep – ferðandi rokkpensjónistar 

Konsertin leygarkvøldið var, eins og tær flestu hjá Uriah Heep, skilst, ein ferð aftur til byrjanina hjá orkestrinum fyri skjótt fimmti árum síðani. Spæld vóru løg frá teimum fyrstu plátunum frá 1970, 1971 og 1972.

Gjørt av handahógvi
Sum sagt, einki lag frá allar nýggjastu útgávuni, eitt lag frá undanfarnu og so eitt sum kom á eini fløgu fyri 20 árum síðani. Restin var frá 1970 til 1973 tá David Byron stóð fyri sanginum. Ikki eitt einasta lag frá tíðini við John Lawton handan mikrofonina, sum annars er tíðarskeiðið, tá Uriah Heep gjørdist vælumtókt í breiða føroyska almenninginum.

Næstan alt sostatt væl kendir sangir hjá teimum, sum minnast stórheitstíðina hjá Uriah Heep. Har vóru teir sangirnir við, ein kundi forvæntað, og so eitt pinkulítið sindur afturat. At teir trivu í tann heldur psykedeliska “Shadows of Grief” úr ‘Look at Yourself”-plátuni, kom tó rættiliga óvæntað.

Uriah Heep árgangur 2018 prógvaðu, at teir eru ein sera væl samanspæld vera, sum hevur hesar sangirnar í ryggmerginum. Hóast menninir vóru smílandi og tyktust njóta at spæla framman fyri bergtakandi føroysku áhoyrarunum, so nívdi tó ein farri av illgruna um, at hetta eisini varð gjørt av handahógvi, einans var ‘a day at the office’.

Blessed by Box
71 ára gamli Mick Box var fantastiskur handan guittarin. Koyrdi sum ein maskina, sum als ikki var darvað av at maðurin er farin væl og virðiliga um pensjónsaldur. Vit lótu okkum imponera av hansara handakeipum, sum onkuntíð sóu út sum hann las vælsignilsi yvir áhoyraran – vit lótu okkum vælsigna av hansara framúr góða, reingjaða og waw’aða guittarspæli.

Phil Lanzon handan tangentarnar fylti væl arvin eftir Ken Hensley eins og hann hevur gjørt í meira enn trý áratíggjur, bæði hvat spæli og sangi viðvíkur. Hesin tvífarin hjá Christopher Allan Lloyd (Doc Brown, professarin í Back to the Future-filmunum) var ein frægd at uppliva.

Tað var sanniliga eisini Russell Gilbrook handan trummurnar. Ein orkumaskina so fastsláandi og taktføst, at hjálpari hansara hevði úr at gera bara við at halda trummunum upp á pláss á plattinum, ið varð settur á pallin til endamálið.

Nýggjasti og yngsti maður í orkestrinum, bassleikarin Davey Rimmer, gjørdi tað eisini gott. Hann megnaði sínar krevjandi sanguppgávur, og spældi ein OK bass. Eitt sindur irriterandi, at hann ikki gjørdi eina roynd at eftirlíkna leikandi og rennandi bassspælinum hjá tí mest ikoniska bassspælaranum í orkestrinum, Gary Thain, sála, sum jú var upprunabassisturin á flestu av løgunum, ið vórðu spæld leygarkvøldið.

At enda var tað Bernie Shaw, forsangarin, sum eisini var tann, sum á fyrikomandi hátt samskifti við áhoyraran. Hann hevur eina tunga uppgávu at leggja røddir til hesar sangirnar. Onkuntíð kundi tú merkja aldur á røddini, hann hættaði sær ikki upp á teir høgu tónarnar, og kanska var júst hansara sangavrik orsøkin til, at hann ikki hoyrdist so væl og lá langt afturi í samlaðu ljóðmyndini.

Kom bara aftur – í Dansifrøi, takk
Samanumtikið ein væl eydnað konsert. Vit siga bara, kom gjarna aftur næsta ár, tá tit hava lært sangirnar frá “Living the Dream”. Og til fyrireikararnar kunnu vit siga: “Tit skylda nøkrum okkara eina Uriah Heep konsert í Dansifrøi”.

Og ein heilsan afturat til fyrireikararnar: Vælsignaði fái fatur á fleiri enn tí eina atgongumerkjaskannarum næstu ferð. Tað gevur onga – absolutt onga – meining, at áhoyrarar, sum hava ognað sær atgongumerki, skulu standa í 20 minuttir ella meira í bíðirøð uttanfyri, fyri at sleppa gjøgnum atgongumerkjaeftirlitið inn til høllina. Óprofessionelt. Hatta var ein alvorligur “ummari”.

Sí myndirnar frá konsertini her