Ummæli: Tá ið Gøtuskeggjar ráddu í Føroyum

Eivind Weyhe hevur útint eitt málsligt og bókmentaligt avreksverk við nýggju týðingini av Føroyingasøgu

Jógvan Isaksen
8. september 2017 kl. 13:26

Eivind Weyhe hevur útint eitt málsligt og bókmentaligt avreksverk við nýggju týðingini av Føroyingasøgu


Tær fyrstu bøkur eg minnist, at foreldrini lósu upp úr fyri mær sum smádrongur vóru Færøske Folkesagn og Æventyr, Robinson Crusoe í føroyskari týðing og Føroyingasøga. Útgávan av tí seinastu var frá 1951 og við tekning hjá Janusi Kamban á permuni, har høvdingarnir báðir Sigmundur og Tróndur vóru avmyndaðir. Í fyrstani hugtóku ævintýrini meg mest, men so líðandi komu sagnirnar, søgan um tann skipbrotna Robinson Crusoe og ikki minst søgurnar um føroysku hetjurnar í forðum. Tað hendingaríka og ógvisliga bergtók, men eisini tí at hesar søgur eru so snildisliga sagdar, at forvitni hjá lesaranum ella tí lurtandi alla tíðina verður hildið alspent. Tú fært ongantíð alt at vita og mást sjálvur fara inn í frásagnirnar og gera tínar egnu metingar. Føroyingasøga gjørdist tá ein livandi partur av mínum hugaheimi, og hon er tað enn.

Føroyingasøga er umsett til føroyskt fleiri ferðir. Fyrstu ferð var í útgávuni hjá C.C. Rafn frá 1832, sum hevði bæði norrønan, danskan og føroyskan tekst. Tann føroyski var týddur av J.H. Schrøter. Í 1884 kom týðing eftir V.U. Hammershaimb, sum fleiri ferðir bleiv endurskoðað, Heðin Brú og Rikard Long gjørdu eina í 1962 og Bjarni Niclasen kom við sínari í 1981. Eingin av hesum týðingum byggir á eitt vísindaligt støði, og í høvuðsheitum vilja tær bara siga eina góða søgu. Einki ilt um tað, men Føroyingasøga er ikki longur til sum eitt sjálvstøðugt rit. Meginparturin av henni er varðveittur í Flateyarbók, og partar sløðast inni í tekstinum av Ólavs søgu Trygvasonar og Ólavs søgu Halga. Tað er tí rættiliga avgerandi, hvussu tekstirnir verða mettir í mun til hvønn annan, og hvørjar tú heldur vera næstir frumsøgnini. Íslendski handritafrøðingurin Ólaf Halldórsson arbeiddi í mong ár við at seta Føroyingasøgu saman og gav í 2006 út eina vísindaliga útgávu.

Tað er á útgávuna hjá Ólafi Halldórssyni, at Eivind Weyhe grundar sína umseting av Føroyingasøgu. Harumframt hevur hann oman fyri 400 notur til tekstin, ein drúgvan navnalista, og í endanum hevur hann tillagað eina langa vísindagrein eftir sama Ólaf Halldórsson. Hetta er sostatt tann fyrsta vísindaliga útgávan av Føroyingasøgu á føroyskum, men um somu tíð roynir Eivind Weyhe í síni umseting bæði at leggja seg nær upprunatekstinum og at endurgeva søguna í einum nútíðarligum málbúna. Hann leggur kortini aftrat, at hann ikki firnast at brúka orðalag, sum má metast sum siðbundið føroyskt.

Í tí vælorðaða innganginum tekur Eivind Weyhe fram, at Føroyingasøga í veruleikanum ikki er søgan um føroyingar, men at hon heldur er søgan um gøtuskeggjar. Hann fortelur eisini, at lýsingin av Trónda er serstøk í íslendskum miðaldar­handritum, nettupp tí at Tróndur er heiðin og gandakallur. Nevnt verður, at tað ongantíð verður tikið upp á tungu, at aðalmálið við øllum brøgdunum hjá Trónda er at varðveita føroyskt sjálvræði, men at lesarin sjálvsagt varnast hetta. Sum søgan líður gerst Tróndur tí alt dámligari enn Sigmundur, og í seinni tíðum vita vit, at kirkjan valdi sær kristniboðaran Sigmund, ímeðan tjóðskaparrørslan hevði hug at halla ímóti Trónda. Sigandi er, at standmyndin av Sigmundi stendur uttan fyri Vesturkirkjuna í Havn, ímeðan hon av Trónda stendur í Norðragøtu í nánd av toftunum av garðinum hjá honum.

Umframt allar viðmerkingarnar hjá Eivindi Weyhe, sum varpa ljós á mangt, sum annars kann tykjast ógreitt, so ger týðingin í sjálvum sær eisini mun. Longu tær fyrstu reglurnar í onkrari eldri týðing kann fáa lesaran í villareiði. Her er byrjanin í týðing Hammershaimbs í útgávuni frá 1951:

”Maður er nevndur Grímur Kamban; hann var fyrsti maður, ið búsettist í Føroyum á døgum Haralds hins hárfagra; tá flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara, settust summir í Føroyum og reistu búgv har, men summir leitaðu í onnur oyðilond”.

Her er tann mótsøgnin, at vit halda okkum vita, at Grímur Kamban livdi um ár 800, og vit vita, at Haraldur Hárfagri var kongur í Noregi fyrst í 900-talinum. Grímur kann illa í sínum lívi hava fevnt um meira enn hundrað ár. Fara vit nú til týðingina hjá Eivindi, so er eitt sindur øðrvísi:

”Ein maður er nevndur Grímur Kamban; hann var fyrsti maður, ið búsettist í Føroyum. Men tá ið Haraldur Hárfagri var á døgum, flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara; summir settust í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu til onnur óbygd lond”.

Her er komin ein steðgur ímillum setningarnar, nevniliga eitt ”men”, sum loyvir, at tað saktans kunnu vera meira enn hundrað ár ímillum Grím Kamban og Harald Hárfagra. Norðbúgvar búsetast í Føroyum um ár 800, men tíðliga í 900-árunum flýggjar fitt av fólki úr Noregi, og summi av hesum taka búgv í Føroyum.

Hetta er bara eitt av mongum, sum Eivind Weyhe bøtir um í síni vitandi umseting. Eitt aftrat her í fyrstuni á tekstinum er, at hann ger vart við, at navnið Kamban, sum vit øll hava fingið at vita er keltiskt og merkir ”tann halti”, ivaleyst hevur eina aðra merking. Kamban kann vera navnið á einum stavi, sum bleiv brúktur í einum bóltleiki líkur hockey. Grímur hevur tí neyvan verið haltur, men heldur ein meistaraligur hockeyspælari.

Gjøgnum alla umsetingina verður lesarin upplýstur av styttri og longri notum, sum ger Føroyingasøgu enn ríkari enn hon var frammanundan. Lystir tí áhugaða at fara djúpri inn í útgávu og tekst, er tann viðgjørda vísindagreinin hjá Ólafi Haldórssyni eitt ríkidømi av upplýsing og innliti.

Í mínum eygum er hendan nýggja útgávan av Føroyingasøgu eitt bragd, sum í einum sameinir eina livandi frásøgu – teksturin kann saktans lesast fyri børnum – og eina tekstkritiska, vísindaliga útgávu. Tað er ikki hvørs mans føri at greiða eina tílíka útgávu úr hondum, men her hevur Eivind Weyhe skilliga verið tann rætti maðurin.

Eitt havi eg kortini hug at fýlast á, og tað er tann hamur, bókin er latin í. Útsjóndin er ein fikkubók, sum tú roknar við kostar niðan fyri 200 krónur, men bókin kostar 398 krónur. Tað er eingin ivi um, at útgávan í sjálvum sær hevur verið kostnaðarmikil, millum annað tí at tað hava verið blandaði fleiri fólk upp í tilevningina. Tað er kortini ikki vanligt at leggja so stóran part av framleiðslukostnaðinum á eina tílíka útgávu. Skulu lønir og alt annað fyri vísindafólk, skrivstovufólk umframt prentgerð fíggjast av sjálvari útgávuni, so komu ikki nógvar bøkur av hesum slagi út. Antin kundi hendan Føroyingasøgan fingið ein meiri bæriligan ham, so útsjóndin stóð mát við kostnaðin - eftir mínum tykki tann frægari loysnin - ella átti bókin at kosta eina helvt.

 

Føroyingasøga. Eivind Weyhe hevur umsett og skrivað viðmerkingar, navnalista og tillagað vísindagrein eftir Ólaf Halldórsson. Nám 2016. 209 bls.