Bónusljóð er verk eftir Andra Snæ Magnason, sum íslendska fyritøkan Bónus gav út á fyrsta sinni í 1996. Í 2003 varð savnið endurprentað í víðkaðari útgávu við 33% meira av teksti, og fyrr í ár varð triðja upplagið av uppfitaða verkinum greitt til prentingar við undirheitinum 44% meira. Yrkingarnar vórðu seldar fyri ævigan lágprís í Bónushandlunum kring alt Ísland, og savnið gjørdist skjótt ein bestseljari, sum skúgvaði alla skaldskaparliga kapping til viks.
Nú hevur Sanna Andrassardóttir Dahl týtt íslendska savnið til føroyskt, men her heima á klettunum er støðan eitt vet øðrvísi. Forlagið Ungu Føroyar hevur givið savnið Bónusyrkingar út á føroyska marknaðinum, og Bónus í Føroyum hevur ognað sær tíggju eintøk frá forlagnum. Avmarkaða nøgdin er tó eingin orsøk at falla í fátt, tí yrkingarnar fáast í bókahandlum kring alt landið. Og enntá eisini á bókasøvnum; tað er jú altíð bíligari.
Bónusyrkingarnar eru ein roynd at skapa skaldskap burtur úr eini handilsketu; at brúka handilslýsingar og søluvørur at varpa ljós á, hvussu menniskjan er til í einum umhvørvi, sum er merkt av broytandi veðurlagi og svinnandi djóralívi.
Savnið er býtt í tríggjar partar við Divina Commedia eftir Dante sum fyrimynd. Partarnir Aldingarðurin // Paradiso, Nivlheimur // Inferno og Reinsanareldurin // Purgatorio umboða ymiskar deildir við ávikavist frukt, kjøti og reingerðarevnum í einum ónevndum Bónushandli. Partarnir hava tvey heiti hvør, harav tað fyrra er føroyskt, meðan tað seinna er eitt av trimum italskum yvirskriftum úr langyrkingini hjá Dante. Heitini eru í ymiskan mun samheiti, men annar partur ber yvirskriftina Nivlheimur // Inferno, og í hesum heitinum kyknar eitt sindur av merkingarligum spenningi.
Inferno merkir helviti, og helviti, vita vit, er heitt. Í fornnorrønu verðini hevði Nivlheimur oftani tilknýti til Hel(heim), men í norrøna tilvitinum hevði hesin heimurin altíð verið ímyndin av bítandi kulda. Við tí í huga snýr hesin parturin seg um eitt kalt helviti, har djórini fara, tá tey doyggja, og heitið megnar tískil við hegni at sameina kristna glatan og heiðið frost í eina mynd, sum hóskar væl til kjøtdeildina í einum Bónushandli.
Yrkingin Dýrið er ein tilsiping til undirgangin í Jóhannesar opinberingini, men hendan lýsingin av einum persóni, sum hugleiðir um góðskuna á einum fyrrverandi neyti í einum kølidiski, setir spurnartekn við, hvør í roynd og veru spælir devulin í hesum apokalyptiska sorgarleikinum, sum vit kalla brúkaramentan.
Dýrið
var óivað glúpskt
tá tað hevði
horn hala og kleyvar
og tað hevði verið ólukksáliga gott
at lagt tað blóðreytt
á grillina
harafturat er prísurin einans 66,6 kr/kg
Yrkingin manar fram ein uppskornan oksa við satanskum eyðkennum ("horn, hala og kleyvar", "einans 66,6 kr/kg"), men kundin, sum mungar eftir steikini, minnir mest av øllum um djevulin, ið tráar eftir at tveita djórið "á steikingareldinn", sum íslendska útgávan tekur til. Hetta pettið úr einum hugarensli verður flættað upp í eina blóðreyða løtumynd, sum kveikir allar sansir, og teksturin undirstrikar, at bæði fólk og fæ eru kropsligar verur uttan mun til, hvørt vøddavevnaðurin kallast kjøt ella hold.
Umhvørvisman er ein umráðandi táttur í verkinum, sum viðhvørt hevur yvirvág í tekstunum, men serliga í fyrru helvt av savninum stendur reindyrkaða, lyriska lyndið sterkt. Í yrkingini Undurverk verður borðreitt við væl mettaðum myndum og einum kraftmiklum stevi, sum kykar eftir ondini.
Fræini spíraðu tá hon nart við músli-
pakkan so fangið fyltist av sólblómum
sum hon kastaði á gólvið fyri at sleppa til
frystiboksina sum tiðnaði og fyltist av vatni
har silvurroðslaðar hýsur svumu í ring
og hillarnar fingu leyv og skutu røtur
ígjøgnum gólvklædningin meðan lambstjógv
sameindust við ryggjastykki og seyðarhøvd og runnu
jarmandi runt í handlinum tá hon skræddi draktina
av sær og hvarv inn í tann tjúkka skógin
Aðrir tekstir í savninum eru meir beiskar hugleiðingar enn lyriskar yrkingar, og síðsta deildin í handlinum Reinsanareldurin // Purgatorio er skaldsliga sæð tann minst spennandi parturin av heildini. Summir av tekstunum hava eina hittinorðaða helling og minna eitt sindur um stuttyrkingarnar eftir Piet Hein, tó uttan rímini og rytmuna hjá danska fjølfrøðinginum. Yrkingin Vísindi er eitt dømi.
Óheftar kanningar vísa at øll
uppvaskisápa er betri enn
líknandi sápa í hvítum dunki
frá einari fyritøku sum allarhelst ikki
hevði ráð til eina óhefta kanning
Yrkingin Tann nakni kokkurin í øðrum parti Nivlheimur // Inferno inniber eisini hetta speiska og knappa skemtið, men her kódnar allur skaldskapur í einari sjálvglaðari viðmerking um, hvussu fólk lúgva fyri sær sjálvum.
Kókibøkurnar áttu
at verið á somu hill sum pornobløðini
Fólk sleva uppi yvir teimum men gera
ongantíð nakað sovorðið í veruleikanum.
Í hesum høpi skal gerast vart við, at Andri Snær Magnason tykist fyrst og fremst at vera umhvørvistur. Hann hevur latið alskyns verk úr hondum, sum øll lýsa umhvørvið og okkara samspæl við náttúruna úr ymiskum sjónarhornum og við ymiskum kynstrum. Hóast íslendski høvundurin hevur skil fyri skaldskapi og dugir handverkið, liggur illa fjald indignatión oftani og kókar undir vatnskorpuni, og hugsjónarligi eldhugin sker í eyguni, hvørja ferð ein lítil, sarkastisk gosoyggj kemur undan kavi. Teksturin Reinland er eitt hóskandi dømi um júst hetta.
Ísland er tað reinasta
landið við tí klárasta
vatninum og tí frískastu
luftini
takkað verið øllum
reingerðarevnunum
Verkið hevur tó mangt meir at bjóða, og í støðum rakar yrkjarin eina hugvekjandi javnvág, har teksturin sveiggjar ímillum sjálvspei og sorgblídni. Í tí høpi er samleiki er ein ásur, sum alt savnið melur um á ein ella annan hátt. Yrkingin Tú ert tað sum tú etur snýr seg beinleiðis um forfaðirin hjá yrkjaranum, og hvussu yrkjarin sum eftirkomari má fyrihalda seg til sína samtíð og sín uppruna í senn.
Abbi var 70% vatn
abbi var 70% løkurin
sum rann oman av fjallinum
fram við húsinum
Hann var 30%
sílini í løkinum
rýpan í lynginum
og lombini í grasinum
sum aldaði
í vindinum rundan um húsið
Eg eri ikki 70% vatn
í mesta lagi 17% sodavatn
hitt er blandingur av kola light og kaffi
Eg eri italskt pasta og kinesiskt rís
eg eri donsk skinka og suðurafrikanskt ananas
í æðrum mínum rennur amerikanskt ketjupp
Tú ert tað sum tú etur
eg eri ein smámynd av heiminum
Eg eri smámynd av Bónus
Hesin svart-skemtiligi teksturin vísir í beinraknum myndum, hvussu yrkjarin er í hornatøkum við ein íslendskan samleika, sum er gloppin av hondum, og varhugin av, at eldru ættarliðini livdu tættari náttúruni, er jú heldur ikki fremmandur í føroysku tilvitskuni. Undanfarnu ættarliðini vóru inniløgumenn, sum róðu út og høvdu seyð í órørdu náttúruni, men Andri Magnason keypir inn í Bónus, meðan jøklarnir bráðna í fjøllunum.
Kjøtídnaðurin og sølumiðstøðin hava lyndi til at fjala matvøruframleiðsluna og á tann hátt elva til fjarstøðu millum tann, sum etur, og tað, sum verður etið. At tann etandi blívur til tað etna hevur við sær, at markið millum okkum og umhvørvið kámast, og yrkingin lýsir í hvøssum myndum, hvussu vit í fyrstu syftu hava árin á náttúruna, men ikki minni hvussu okkara umhvørvi í aðru atløgu ávirkar, hvørji (og hvat) vit eru og verða.
Viðvíkjandi sjálvari umsetingini hevur týðarin ómakað sær at lagað savnið at føroyska samtekstinum, og tá ið yrkingin Borðbøn II saknar eitt føroyskt mansnavn at umboða eina hýsuveiðandi erkatýpu, tá verður trivið í ein ávísan fiskimann, sum Jóanes Nielsen hevur givið eina mytiska støðu í føroyskum skaldskapi.
Og eg takki tær Billy Joe í Nebraska fyri hveitið
eg takki tær Hamel í Kapurthala fyri kryddaríini
eg takki tær Hugo fyri hýsuna
eg takki omma við Sjógv fyri mjólkina
uttan tykkum hevði eg verið
DEYÐUR!
Navnið Hugo riggar væl ljódliga í tekstinum og hóskar enn betur innihaldsliga til samtekstin. Týðarin hevur umsett við støði í handritum hjá yrkjaranum, av tí at bæði tann íslendska og tann føroyska útgávan við 44% meira komu út samstundis. Av tí sama standa summar yrkingar í endaligu íslendsku útgávuni, men ikki í føroysku týðingini. Tó er ein tekstur, Skálvtamiðdepil, til staðar í føroysku umsetingini, sum yrkjarin av misgáum ikki fekk við í íslendsku útgávuna.
Tað er har bøurin fer;
Tað er tí lambið er lembt
og eggini vorpin,
tað er tí mjólkin floymir.
Tað er tí skóghøggararnir høgga
og bøndurnir bóndast
og borimeistararnir bora
og námsarbeiðararnir grava
og bankafólkini virka.
Her eru litirnir, í staðin fyri blomstrini
her eru ljósperurnar, í staðin fyri stjørnurar,
her eru vørumerkini, í staðin fyri djórini og fuglarnar
her eru frystiboksirnar, í staðin fyri jøklarnar,
her eru gongirnar, í staðin fyri frumskógirnar.
Hetta er stormsins eyga,
orsøkin til alt.
Hetta er svarta holið
sum einki sleppur undan;
tann stóra kloakkin,
skjálvtamiðdepilin,
endin á øllum
er beint her
í mínum vogni
Teksturin lýsir innkeypsvognin sum alfa og omega, upphav og undirgang. Lombini verða lembd, tí vit eru svong, og arbeiðarin stríðist og strevast fyri at fylla ein botnleysan vogn, sum býtir stjørnur og jøklar um við gløðiperur og frystiboksir. Yrkingin er ein ironiskur lovsongur til brúkaramentanina, sum setir menniskjað í miðdepilin; ein miðdepil, sum sýgur vakurleika og livandi verur í seg og spýtir eina ídnaðaroyðimørk útaftur. Teksturin er ímyndin av boðskapinum í verkinum og varpar við sperdum stevi og litríkum myndum ljós á tann hugburðin, at bæði menniskjan og djórini vinna sær rættin at vera til við tað, at brúkarin hungrar og mungar eftir tí, sum tey kasta av sær.