Ummæli: Øll tíð er nú

Carl Jóhan Jensen hevur týtt eitt krevjandi høvuðsverk í nýggjari bókmentasøgu. Um týðing kann líknast við ein vígvøll, stendur hann eftir eitt sindur skurslaður, men væl nøgdur

Bergur Djurhuus Hansen
15. juni 2021 kl. 09:30

Amerikanskt/enski yrkjarin T.S. Eliot (1888-1965) hoyrir til stóru modernistarnar. Tað er kanska ikki so løgið, at Carl Jóhan Jensen nú hevur týtt eitt av hansara høvuðsverkum, “Fýra kvartettir”, tí Carl Jóhan er runnin av modernismuni, og sum Eliot tekur hann upp teir stóru, ævigu spurningarnar (óndskap, einsemi, deyða, líðing, tað góða), og tilsipingarnar til bókmentir, heimspeki og átrúnað eru sum hjá Eliot ein partur av innihaldi og formi í hansara verkum. 

Tær flestu av yrkingunum hjá T.S. Eliot eru klassikarar. “Fýra kvartettir” verður roknað sum eitt høvuðsverk og ein samanumtøka. Kvartettirnar eru sjálvstøðugar yrkingar og samstundis ein heild, fýra yrkingar í einari. Tær vórðu skrivaðar í tíðarskeiðinum 1935 til 1942.  

Modernistur og siðbundin

Eitt sindur av forsøgu: hóast T.S. Eliot var slóðbrótandi modernistur, var hann eisini siðbundin. Hann var ein samanrenning av báðum, lítandi aftureftir og frameftir. Í 1927 konverteraði hann til háanglikansku kirkjuna og nevndi seg anglo-katólskan. Um sama mundið skrivaði hann yrkingar til eina røð av jólaútgávum. Ein av hesum eitur “The Return of the Magi” (1927) og er um vísmenninar, sum finna Jesusbarnið. Eliot lýsir, hvussu tað er hjá einum av eysturlendsku vísmonnunum at koma aftur til sítt ríki, sína mentan og sína trúgv og skilja, at hann nú fer at missa alt: “We returned to our places, these Kingdoms, but no longer at ease here”. Fremmandagerðin verður lýst úr sjónarhorninum hjá einum ikki-kristnum av einum nýliga konvertaðum kristnum. Tað er ikki ein proklamerandi kristindómur, men ein lýsing av einstaka menniskjanum bundnum í mentan, átrúnaði og tíðarinnar gongd.

Tíð

Stutt sagt snýr “Fýra kvartettir” seg um tíð. Hvør kvartett er býtt sundur í fimm partar. Við heitinum kvartettir verður sipað til tónleik, og einstøku partarnir í kvartettunum hava hvør sítt huglag, eins og yrkingin yvirhøvur hevur rútmu, ljóð og stundum rím eftir serligum og skiftandi mynstri. At fara undir at týða eitt slíkt verk er næstan hugmóð. Carl Jóhan Jensen ger tað við homeriskari kraft.

Kvartettirnar hava heiti eftir hvør sínum staði, t.e. heitini eru staðarnøvn, og tær hava innihaldsliga og formliga hvør síni eyðkenni. “Burnt Norton” er heimspekiliga kannandi og sera vøkur. “East Coker” leitar aftur í tíð og hevur í støðum eyðkenni úr gamlari enskari yrking. “The Dry Salvages” hevur eina serliga rútmu sum sjógvur, og “Little Gidding” er kanska tann mest eyðsýnt átrúnaðarliga. Kvartettirnar eru eisini bundnar í hvør sína árstíð, og tær viðgera ævigar spurningar sum kærleika, deyða, tíð og Guð, men fyrst av øllum eru tær um tíð. Í fyrstu reglunum í fyrstu kvartettini verður staðfest hypotetiskt: “Tíðin nú og tíðin tá / eru báðar kanska í tíð, sum kemur”. Væl týtt.

Týðingin

Ein fullkomin týðing av ein slíkum verki ber neyvan til og finst ikki á nøkrum máli. Enski upprunateksturin er so rútmiskt ljómandi og innihaldsliga á tremur við innihaldi, at alt kann ikki flytast í annað mál. Ein týðari má velja, góðtaka at missa okkurt og so við hvørt kanska vera so heppin at vinna okkurt á sínum egna máli, sum ikki finst í upprunaliga tekstinum.  

Í einum ummæli Í Dimmalætting kann ikki farast í smálutir, men okkurt er vert at nevna. Regla trý í fyrstu kvartett er als ikki við í týðingini. Tað man vera eitt óhapp, men spell er tað (“And time future contained in time past”). Í øðrum parti í somu kvartett verður “trilling wire in the blood” týtt til “titrandi strongur av blóði”, har “í blóði” kanska hevði verið meiri hóskandi, men “av” gevur eina aðra rútmu. Orðið “torgar” verður brúkt tvær ferðir í týðing av orðum, sum í grundini eru mjúkari, ávikavist “bear” og “endure”. Í aðru kvartett í endanum av fyrsta parti er “elsewhere” týtt til allastaðni, har tað rætta hevði verið aðrastaðni. Eintal verður onkustaðni gjørt til fleirtal, og smá orð sum t.d. “er” fyri “is” eru í eintøkum føri burtur. Hóast teksturin hjá Eliot er innihaldsliga samansettur, er hann nógva staðni ógvuliga beint fram, og tí er eingin orsøk til at gera føroyska tekstin torskildan, t.d. við at týða “What we call the beginning is often the end” til “Tá vit siga byrjan, javnan er tað endin”, har eisini orðini “byrjan” og “javnan” geva regluni eitt merkiligt slag av innrími. Mangt slíkt kann vera at kjakast um, og tað mesta er kanska smáttaríir.

Ein ritstjórnandi gjøgnumgongd hevði bjargað fleiri av teimum smáu brekum, sum eru, tí týðingin er sum heild heppin. Til dømis sita torføru reglurnar í øðrum parti í fjórðu kvartett væl. Tær eru at byrja við sera einfaldar formliga við vanligum rími og síðani bygdar eftir sonevnda “terza rima” sum í Inferno eftir Dante, men uttan rím (Eliot valdi ikki at brúka rím). Nógv bíbilskt myndamál er í kvartettunum, men tað er egið, og Carl Jóhan Jensen hevur somu javnvág í sínum myndamáli, tað verður ikki ov siðbundið bíbliskt, men javnvigar hugtakandi millum tað kenda og tað nýggja sum í upprunatekstinum. At ein eitt sindur frí týðing kann vinna okkurt, er vakra týðingin av fjórða parti í fyrstu kvartett dømi um:

Fer sólblóman at venda sær higar, klivsóljan at boyggja Seg niður til okkum, fer hon at toyggja Sínar kvistar og træðrir at smoyggja? Fer ein køld klógv av taksi at verða trýst Niður á okkum? Tá ið kyrrfuglsins veingjasvirr Hevur svarað ljósi við ljósi og tagnar birtan kyrr o.s.fr.

Fyrsta kvartett hevur ein støðugt vakran, næstan friðsælan dám yvir sær við fuglum, náttúru, vøkrum urtagørðum og flennandi børnum, sum bara hoyrast, ikki síggjast, og kortini er í øllum ein spenningur millum at liva í tíðini og vera tilvitaður um tíðina. Átrúnaðarligi spurningurin um møguliga endurloysn gongur aftur lýsingunum.

Týdningarmikil útgáva

Tað hevur eydnast Carl Jóhan Jensen at loyst sundur teir vøkru knútarnar hjá T.S. Eliot og bundið teir saman aftur í einari týðing, sum situr væl. Men tað er sum í yrkingini um barnið, bergið og blómurnar hjá Karsteni Hoydal. Tær vakrastu blómurnar eru torførar at fáa hendur á, og kortini er vert at toyggja seg eftir teimum, eisini um ikki allur vøksturin kann slítast leysur. Carl Jóhan Jensen kemur frá uppgávuni standandi og við teimum fýra kvartettunum í hondini. Nú eru tær føroyskar og brádliga nærri føroyskum bókmentum. Útgávan er fagurliga snøgg við permumynd eftir Hansinu Iversen, og aftast eru viðmerkingar til einstøku kvartettirnar. Í alt eru tað einans 61 síður, men tað er ein stór og týdningarmikil útgáva.