Tað kennist, sum at verða grivin niður í eitt ella annað, sum fær ein at leita eftir meiningini og at finna tónleikaliga samleikan.
Hetta er nokk millum mest avbjóðandi útgávurnar eg havi ummælt, tí hetta krevur nógv av tær og tí, tú vil taka fram og seta orð á.
Her er so stór og víðfevnd dýpd og osar av kenslum, sum fær ein at fara rættiliga djúpt inn í meiningina við at leggja eitt slíkt verk úr hondum.
Her uppliva vit Hamferð í einum búna, sum fær okkum at velja til ella frá, tí tað er ongin ivi um, at her krevur tað nakað av tí sum lurtar og skal velja.
Tað er nokk við slíkum tónleiki, at antin er hesin tín ella er hann ikki!.
Eg dámi, at grava meg niður í slíkan tónleik, tí her føli eg meg í eini avbjóðing, har eg onkursvegna skal taka tað út, sum fær meg at kenna eina ella aðra meining, sum eisini gevur eina kenslu av undirhaldi.
Mær dámar tungan rock og eg fái eina góða kenslu, tá tað harða og kontanta eisini kann fáa ein búna, sum gevur mær eina kenslu av eini ferð, sum Hamferð her hevur megnað og fingið upp í eina hægri eind.
Onkur vil siga, at hetta er buldur og brak, men tað er eitt ella annað, hesir ungu menninir vilja siga okkum og eisini ein ætlan við, at hetta skal gerast í so djúpum, doomkendum metali.
Tekstirnir eru djúpir og kontantir og kunnu onkrastaðin virka brutalir, men so er eisini okkurt ljós at hóma, sum ivaleyst er tilvitað.
Tónleikurin er væl settur upp, tí her merki eg eina góða melodibalansu, sum fer frá stillum akkord- og temposkiftum yvir tann meira ráa rockin.
Dámi væl vrangningarnar í guitarinum í skering 2, sum fær “doom´in” at flóta væl út.
Útgávan er tøkniliga væl frágingin, tí serliga merki eg eina djúpa og eisini klára ljóðmynd, har øll ljóðførini fáa sítt rætta pláss.
Løgini eru:
Fylgisflog
Stygd
Tvístevndur meldur
Frosthvarv
Hon syndrast
Vápn í anda
Harmiligt við plastikkhúsa, tí sjálvt blaðið hevur ein kvalitet, sum hóskar til henda tónleikin.
Í sínum flokki er talan um eitt væl úr hondum greitt verk, tí talan er um tónleik, sum krevur nógv av tónleikaranum,