UMMÆLI: EIN FERÐ GJØGNUM NIÐURGONGD OG UNDIRGANG

Tvey poetisk søvn eftir Daniellu Andreasen

Jógvan Isaksen
8. januar 2021 kl. 17:24

Daniella Andreasen gav í 2011 út savnið Dilemma, har meginparturin kann skírast prosayrkingar ella rytmisk prosa, men við meira vanligum yrkingum uppímillum. Savnið Fragment við í høvuðsheitum yrkingum var á veg í 2017, men vegna ymiskar misskiljingar kom stígur í. Seint summarið 2020 kom Fragmentir endiliga út, men bara sum e-bók. Nú við titlinum í fleirtali.

Longu á teimum fyrstu reglunum í Dilemma fær lesarin uttan roks trýst bæði tóna og temu beint upp í andlitið: "Eg hugsi um teg... Ynski at liggja hjá tær. Undir tínari dýnu í tínari song í tínari íbúð í tínum ørmum. Smílandi tær í oyrað, hvussu feitt tað var. Tú fekst meg at koma. Og eisini at fara. Avstað. Av helviti til. Ikki til himmals sum allir hinir. Himmalin var ongantíð nokk. Teir vildu hava jørðina og universið og planetirnar. Og ekvator og horisontin og breiddagradirnar."

Bygnaðurin í hesum stubbanum er rættiliga eyðkendur fyri ein fittan part av Dilemma. Eg'ið byggir upp eitt slag av glæstrimynd og skræðir í næstu løtu hesa niður. Vísir, at tann positiva forsíðan saktans kann hava og ofta hevur eina baksíðu, sum er fleirfalt tann negativa vegin í mun til forsíðuna. Tá ið tú heldur tað standa best til, tá er líka við, at deyðin er í durunum.

Tølandi kynslív
Umframt tann sexuella partin eru menninir ongantíð nøgdir við hana: Hon tosar ov nógv, tekst ov nógv við barndómin, fær teir at føla seg lítlar, og so hevur hon verið í song við ov nógvum monnum. Hvussu nógvum konufólkum teir sjálvir hava verið saman við hevur einki við sakina at gera, er bara eitt tal. Tað er næstan líkamikið, hvat hon ger - altso umframt tað sexuella - so er tað galið.

Fyri lesaran er tað næstan sum at fylgja keglinum hjá einum eldri hjúnum, men her flutt niður til ung fólk, sum viðhvørt verður endurgivið í talumáli og hendingaferð fonetiskt: "Tað var ikki nemt hjá mær. Tað dugdu teir væl at síggja. Ikki skeg, at mamma mín var so. Og at pápi mín var so. Og at omma mín var so. Ikki nakað at belasta eitt barn við. [...] Lívið er hart. Men man má royna at fáa tað besta burturúr. Helsj tað?"

Aðrastaðni letur hon orðini glíða frá einum týdningi yvir í ein annan: "Og vikuskiftini, sum altíð vóru lík. Irriterandi lík. Rotnandi lík. Sprenfull í maðkum".

Ein bíðirøð av mótsøgnum
Frásøgukvinnan hevur framúr evnir at eygleiða og siga frá, men hevur ilt við at hava tamarhald á gerandisdegnum, at minnast til avtalur við Almannastovuna fyri ikki at tosa um at fáa sær eitt arbeiði. Sum lesarin kemur longri út í bókina, gerst støðan hjá kvinnuni - sum kanska er í fleiri hamum - støðugt verri. Onkur stuttsøgukendur tekstur er á donskum, har ein mamma hevur ilt við at stýra sær og børnunum. Viðurskiftir millum mammu og barn koma javnan fyri, og móti endanum aftan á eina røð av mótsøgnum, har bæði eitt og tað mótsetta verður sagt innan øll handa økir, er einasta stavnhaldið hjá eg'num tann lítla dóttirin. Men hvørki eg'ið ella fyri alt tað lesarin hava stórvegis álit á, at tað nú fer at ganga.

Tekstirnir eru í ein fittan mun satiriskir og merktir av sjálvspei, sum um somu tíð vísir, at teir sjálvvissu menninir als ikki eru so sjálvvissir, sum teir látast. Í heila tikið er ein fittur partur av tekstunum hjá Daniellu Andreasen ein blandingur av sorgarleiki og skemtileiki, og tað veitir yrkingunum ein serligan dám, sum eg ikki haldi hevur verið frammi í føroyskum skaldskapi áður. Tað er ein ferð gjøgnum niðurgongd og undirgang, sum bæði opinskárað og stak poetiskt verður lýst í Dilemma.

Sorgblídni og hugtyngsla
Fyrsta yrkingin í savninum Fragmentir eitur Millum hendingar og orð og er ein søga um viknandi kærleika, har yrkjarin brúkar sama antitetiska bygnað sum í pørtum av Dilemma.  Lagt verður fyri í gleði og gaman, men líðandi fær líkasælan ræði, og alt gerst til einki, ella tað sum verri er. Yrkingin er bæði stramm og vøkur. Tað sama ger seg galdandi fyri Hin dagin í apríl, sum fer ígjøgnum sama tema sum undanfarna yrkingin, men um nakað er enn meira sorgblíð. Báðar yrkingarnar eru eftir mínum tykki stak heilskapaðar, siga somu søgu upp á hvør sín máta, og veita lesaranum brot úr einum lívi.

Aftan á tær báðar gleðitungu yrkingarnar verður niðurgongdin lýst í fleiri tekstum, har órøktin tekur yvir, og frásøgufólkið einki megnar. Ein yrking endar við hesum vónleysu reglum:

Endaleysur dagur

endaleys nátt

endaleysar seriur

endaleyst sofalív

Inni í tí lemjandi depressiónini droymir okkara kvinna um alt frá, at hava róligan andadrátt um heimagjørdan døgurða og eina konto við bláum tølum til løtur uttan tablettir. Endareglan skutlar dreymarnar: "Hon droymir um vektloysi". Hon leingist eftir nøkrum, sum ikki kann fáast.

Tann ósjónliga
Carl Johan Jensen brúkar cellosuiturnar hjá Bach í bæði Sær - ein fuglabók av gloymsku og í Terningar - søgur av tilvild, og tað sama ger Daniella Andreasen í prosayrkingini Preludium úr 2. Cellosuitu eftir J.S. Bach. Yrkingin sigur frá einum inniligum kærleiks­ævintýri, ímeðan tann beint aftaná við titlinum Ta náttina, kann lesast sum ein turr viðmerking til ástarsøguna:

Tú lást í songini

Vendi mær bak

Eg sat og hugdi at tínum nakka

Togaði í hárið

Togaði sjónina úr eygunum

Og skilið úr høvdinum

Legði restirnar undir dýnuna

Og songin var tóm

Evnini í yrkingunum í Fragmentir eru í stóran mun tey somu sum í fyrra savninum Dilemma, men kringari handfarin, tí Daniella  ger tekstirnar enn tættari, og sinnisrørslurnar hjá eg'num koma av tí sama enn greiðari fram. Niðurstøðan er, at onnur ikki síggja hana sum hon er, men sum tey halda hana vera. Tey hjálpa henni ikki, men eygleiða bara tað, sum fer fram:

Síggja ikki hennara ósjónligheit

Tey hoyra bara skotið

sum ekkóar millum fjøllini

Tey yppa øksl

og løða byrsuna

fyri hana

eina ferð aftrat

Poetiskt gehør
Onkur vil kanska halda uppá, at Daniella Andreasen er í so bersøgin, at hon er fyrilitarleys, men tað er akkurát í hesum, at styrkin er. Tað opinskáraða sameint við eitt fínt poetiskt gehør eyðkennir hennara yrkingar. Tað er synd, at Fragmentir ikki er komin út sum pappírsbók, so tekstirnir eru lættari atkomiligir, tí tað hava hesar yrkingar avgjørt uppiborið.

Skrivingin hjá Daniellu fær meg at hugsa um amerikanska høvundan Charles Bukowski (1920-1994), hvørs yrkingar og prosa eru ágangandi, myndamálið rátt, men við einum poetiskum tóna og svørtum skemti. Pallsetingin hjá Bukowski var ofta millum full fólk og horur á vertshúsum. Brennivín og sex hava ein stóran leiklut í hansara verð, og tað hava tey eisini hjá Daniellu Andreasen.

Daniella Andreasen

Dilemma

Forlagið Eksil, 2011

52 bls.

Fragmentir

Forlagið Eksil, 2020

E-bók, 65 bls.