Ummæli: Ein alfevnandi mynd av andaliga lívinum hjá menniskjanum

Tað er altíð spennandi at síggja fólk broytast, búnast og taka øðrvísi avgerðir. Nógv vilja vera við, at hetta er orsøkin til, at vit hyggja eftir filmi. Í Skál! hitta vit Daniu, tá týdningarmiklar og persónsbroytandi avgerðir liggja fyri framman, og vit eru hjá henni, tá hon tekur avgerðirnar.

Katrin Joensen-Næs
2. mai 2021 kl. 18:37

Vit hitta ein eldri harra, sum í einari poetiskari innleiðing greiðir frá, at hann sær einglar allastaðni, men summir eru Satans einglar. Klipt verður til eitt lágt skot, sum fær hann at hevja seg yvir áskoðaran, og vit tulka hann sum umboð fyri ráðaríka konservativa kristindómin.

Síðani hitta vit Daniu, sum hevur høvuðsleiklutin í nýggja heimildarfilminum Skál! eftir Mariu Tórgarð og Cecilie Debell. Dania er ein framúrskarandi høvuðsleiklutur, og tvístøðan hjá henni er greið í filminum. Skal hon bróta upp av nýggjum, ella skal hon halda seg til tað kenda og góðtikna?

Filmurin er stuðlaður av Norddok, sum er ein játtan á 10 milliónir krónur. Í 2019 fekk Maria Tórgarð, samleikstjóri á Skál!, stuðul frá Norddok. Hetta gjørdi, at hon tey síðstu tvey árini hevur arbeitt við fulla tíð við filminum, og tað sæst aftur á úrslitinum. Tað er týðiligt, at leikstjórarnir hava havt neyðugu tíðina til at fylgja teirra leiklutir.

Tað er altíð spennandi at síggja fólk broytast, taka øðrvísi avgerðir og búnast. Nógv vilja vera við, at hetta er orsøkin til, at vit hyggja eftir filmi. Í Skál! hitta vit Daniu, tá týdningarmiklar og persónsbroytandi avgerðir liggja fyri framman, og vit eru hjá henni, tá hon tekur avgerðirnar.

Tað er spennandi at fylgja Daniu, og uppliva spenningin, ivan, kærleikan og óttan saman við henni, heldur enn at hoyra hana greiða frá um eina farna tíð í einari bandaðari samrøðu, sum hon hevur fingið eina kensluliga frástøðu til. Hetta verður ofta gjørt í heimildarfilmum, kann rigga væl. Til tíðir er tað eisini neyðugt, men eg haldi, at tað er meira spennandi at vera hjá leiklutunum, tá teir taka avgerðirnar, og hetta er avgjørt ein styrki hjá Skál!.  

Skál! er eisini væl skipaður. Høvuðsleikluturin hevur eitt greitt aðalmál, ið er at útgeva yrkingasavnið Skál!, og á ferðini kemur hon fram á forðingar, sum hon antin má loysa ella víkja fyri.

Senurnar eru greiðar í sær sjálvum, og tað er týðiligt, hvat tær snúgva seg um. Saman stuðla tær allar uppundir eina felags ferð, og tær eru stev á veg fram ella aftur, men altíð í sama dansi millum konservativa kristindómin og nýhugsandi ungdómsandan.

Eg vil eisini fegin skála fyri ljóðsíðuna, tí hon var framúrskarandi. Á tremur við væl valdum sangum og tekstum, sum greiddu frá undirtekstinum í senunum. Leikstjórarnir brúka tekstirnar og løgini hjá Daniu til fulnar, og hetta opnar eina rás inn í kenslu- og tankalívið hjá høvuðsleiklutinum. Dania og sjeikurin hjá henni Trygvi, eisini kallaður Silvurdrongur, framføra fleiri ferðir í filminum, og vit eru leingi hjá teimum undir framførslunum, upplestrunum og upptøkurnar av tekstum og løgum, og teksturin verður soleiðis ein partur av frásøgnini og ikki einans vælljóðandi pynt. Hetta hóskar væl til júst hesa søguna, tí skrivaða orðið hevur týdning fyri bæði Daniu og Trygva.

Tað er eisini áhugavert, at vit fáa innlit í átrúnaðin hjá hinum leiklutunum, sum ikki eru úr samkomum, men sum allíkavæl granska sína andaligu síðu. Soleiðis verður Skál! ikki bert ein mynd av organiseraðari religión, men alfevnandi andaliga lívinum hjá menniskjanum.  

Eitt má eg tó siga, hóast eg veit, at útlendingar verða bleytir í knøunum av innskotsmyndum av estetisku føroysku náttúruni, at mær dámar einki, tá føroyskir filmar taka náttúrumyndir við, sum ikki tæna nøkrum øðrum endamáli enn at lyfta estetiska støðið hjá filminum. Summir filmar mugu brúka hesa snildina, tí innihaldi ikki er nóg gott til at vekja áhugan hjá festivalum, men Skál! er so mikið sterkur og væl frágingin, at hann hevði klárað seg líka væl uttan.

Eg haldi, at tað er nógv meira áhugavert at finna estetikkin í myndaskeringum, ljóssetingum og myndabygging. Skál! veitti eisini vakrar myndir, sum ikki vóru grundaðar í náttúruni, og tað var gleðiligt. Legg meira arbeiði í tað. Tað er mín meining, men so er tað heldur ikki meira enn tað.

Samanumtikið so er Skál! settur saman av hugvekjandi, kenslubornum og spennandi senum, sum ganga upp í eina sterka eind. Hetta ger, at eitt viðkomandi evni verður lýst væl frá ymiskum vinklum, og tað skapar eina fulla uppliving. Eg var í øðini, flenti, smíltist, táraði, fekk íblástur, hugsaði nýggjar tankar og var afturat tí heila undirhildin.  

Skál! verður beint nú frumsýndur á CPH:DOX, ið er ein av hægst mettu filmsstevnunum í heiminum fyri heimildarfilmar. Og flotta plássið hjá teimum haldi eg sanniliga, at Skál! hevur uppiborið.

Fimm og eina hálv stjørna til Skál!

Takk fyri upplivingina og skál fyri Skál!