Ummæli: Deyðin við líggjanum kom her til jarðar

Deyðin við líggjanum kom her til jarðar

Jógvan Isaksen
8. september 2017 kl. 17:38

Medvitið um, at lívið er stokkut, setur dám á yrkingasavnið hjá Sólrún Michelsen


Tað er ivaleyst at taka dýran til at endurgeva eina reglu úr Jarðarferðini eftir Pól F. sum eyðkenni fyri yrkingasavnið Ein farri av fráferð, men sum tittulin sigur, er deyðsmedvitið ikki langt burturi. Inngangsorðini til savnið er fyrsta ørindi úr einari gitnari yrking eftir Dylan Thomas:

 

Do not go gentle into that good night,
Old age should burn and rave at close of day;
Rage, rage against the dying of the light.

 

Yrkingin er skrivað til tann doyggjandi pápan og er eitt øðisróp ímóti deyðanum. Sólrún Michelsen skríggjar ikki ímóti tómleikanum fyri framman, men hon hevur kortini hug til  stillisliga at mótmæla.

Fyrsta yrkingin fortelur, hvussu fólk hvørva, bara tú hyggur burtur eina løtu, og “at armarnir møðast / at hála flaggið / í hálva stong”, men egið dugir ikki at síggja seg sjálvt í hesum leiki. Um somu tíð hevur egið lyndi til at fara aftur í minnini um bæði mammuna, pápan og barnaárini. Eitt tekin um, at tankarnir um tað farna fylla meira enn vónin til tað komandi. Tað er í stóran mun á hesum vegamóti, at yrkingarnar hjá Sólrún Michelsen ferðast. Ein yrking er ein beinleiðis tilsiping til Tårnet ved verdens ende eftir William Heinesen, har tann gamli Amaldus situr og minnist aftur á barna- og ungdómsár:

 

loksins

sigursæl

í torninum

á borg míni

 

har niðri

liggur barnalandið enn

við øskudungum

bukkum

fyrikløðum

framtíð

og fullkomnum frælsi

 

Tað er eitt innbygt speisemi í yrkingini, sum á annan bógvin takkar fyri at enda at sita í ellistorninum og á hin bógvin lýsir barnalandið sum eina tíð við fullkomnum frælsi. Samanumtikið ein sorgblíð avmynding av tí farna, sum eisini eyðkennir fleiri aðrar yrkingar í savninum.

Millumtekstasamband kemur javnan fyri í savninum, meiri og minni týðiligt. Týðiligt í sambandi við skaldsøguna hjá Williami Heinesen, hómast bara í yrkingini Einsemið, har tað verður heitt á egið um at fara út úr klivanum og út, “har tú / um ikki annað / kanst bløða burtur”. Temað er stak vanligt í yrkingunum hjá Regini Dahl, har tað javnan verður borið fram, at tú hevur ilt við bæði at vera luttakari í og eygleiðari av lívinum. Kanska er tað yvirtulking fyri mín part at síggja millumtekstasamband her, men hendan tankan fekk eg so, tá ið eg las Einsemið. Í øðrum førum aftur er tilsipingin til aðrar høvundar fullkomiliga greið, sum í hesum reglum, sum enda eina yrking, ið sigur frá, hvussu tilveran tódnar: “klokkurnar ringja / altíð / fyri onkrum”. Her býr uttan iva enska barokkskaldið John Donne undir, sum í sínum Mediatation XVII hevur gitnu orðini: “Therefore never send to know for whom the bells tolls; it tolls for thee." Enn gitnari á okkara døgum er uttan iva skaldsøgan For Whom the Bell tolls (1941) eftir Ernest Hemingway, sum lænti tittulin frá John Donne. Enn ein tilsiping er til Hitt blinda liðið hjá Christiani Matras:

 

og hygg

har koma tey skinklandi

eystaneftir og vestaneftir

norðaneftir og sunnaneftir

koma tey

hesar ævinleikans royndarkaninir

 

Hesar fyrstu reglurnar siga í mangar mátar tað sama sum yrkingin hjá Christiani Matras, men Sólrún Michelsen er onkursvegna meiri bersøgin og svartskygd enn viðoyingurin, har hon lýsir tær zombiekendu verurnar sum "royndarkaninir". Menniskjan er partur av eini óskiljandi roynd, og áðrenn hon veit av, er lívið liðið. Ikki akkurát troystarrík orð.

Gráir litir koma javnan fyri í yrkingunum, eins og seinna helvt av lívinum ikki er líka litrík og við líka nógvum brigdum sum tey ungu árini. Alt broytist, alt livandi forferst: "lívið er einfalt / vit koma / vit fara", men kanska finst ein uggin í, at: “oyggjarnar / aftan fyri okkum /eru júst tær somu /í dag”.

Skjótt tykista kortini at ganga við lívinum: “í gjár var summar / nú er heyst”, og hesin lesarin fer at hugsa um skaldsøguna Leikur tín er sum hin ljósi dagur eftir Jens Paula Heinesen, har abbin sigur við børnini: “Ja, ja, eina ferð var eg líka lítil sum tit, og tað er so stutt síðani. Harragud, sum lívið er stutt kortini, sum lívið er stutt, sum tað er stutt síðani, eg gekk og spældi niðri á sandinum líkasum tit, og hava tit heilsuna, staklani, hvat Gud gevi, at tit fáa, so verður ikki leingi, at tit fara at liggja sum abbi tykkara”.

Tað eru fitt av góðum yrkingum í Ein farri av fráferð, men tað er ikki altíð, at súpanin er nóg sterk. Viðhvørt er soðið í tynra lagi, og lesarin heldur, at kanska áttu nakrir tekstir at verið sáldaðir frá. Samanbert tú hetta yrkingasavnið við skaldsøguna "Hinumegin er mars", so hevur skaldsøgan avgjørt munin. Hinvegin rakar Sólrún Michelsen ómetaliga væl kensluna, sum mong - kanska tey flestu - hava, tá ið bróðurparturin av lívinum er farin aftur um bak, og einki er við at gera. Savnið av yrkingum er alt sum tað er eitt memento mori, og nettupp tí tú skalt doyggja, skalt tú minnast til at liva, ímeðan tíð er. Seinasti teksturin er ein kvøldarsálmur í trimum ørindum, har egið gevur seg upp í Harrans hendur: “uttan fyri náttarmyrkt / signi gud mær blundin”. Tað er ikki tí, at “Ein farri av fráferð” til tað er merkt av gudstrúgv, men fylgja vit meginregluni um útihýsing, verður niðurstøðan, at tá ið einki annað er at halda um, er trúgvin á Gud tað, sum eftir er.

 

Sólrún Michelsen: Ein farri av fráferð. Yrkingar. Kápa (vøkur): Sára Mikkelsen. Sprotin 2016. 58 bls.