Tittulsøgan leggur út við orðunum: "Hvussu kann eg elska barnið hjá mær, tá mamma mín ikki kann elska meg", og lesarin heldur seg umgangandi vera aftur í sama heimi, sum í yrkingasavninum Eru koparrør í himmiríki. Í fyrstu atløgu er tað at síggja til eisini soleiðis, tí viðurskiftini við mammuna eru vánalig, og tó at pápin akkurát er jarðaður, so er gamla líka ómøgulig sum altíð. Hon rættir ikki dóttrini somikið sum ein lítlafingur, men hartar hana í staðin fyri líkt og ólíkt. Einaferð verður alt hetta dóttrini ovboðið, og hon leggur ein kodda oman á andlitið á mammuni at kvala hana. Men tá kemur tann lítli sonurin brestandi inn í kamarið at vísa nakrar maðkar, hann hevur funnið. Í einum nýggjum broti leitar hon eftir mammuni, sum hon finnur liggjandi í kistu. Tann vaksni sonurin kemur inn og spyr, um hon hevur gloymt, "at omma er deyð og skuldi liggja heima undir børu í nátt". Kvinnan er í villareiði og spyr, um drongurin ikki var inni hjá ommuni og fekk karamellur kvøldið fyri? Hann sigur, at tað eru minst fimtan ár síðani, at hann læt seg lokka av tílíkum. Kvinnan veit hvørki út ella inn, og tað ger lesarin fyri alt tað heldur ikki.
Í fyrstani er alt, so vónleyst tað enn er, sum tað plagar at vera, men so fara smærri og størri umskiftir fram, eisini tíðarlop, og kvinnan heldur seg líkjast mammuni meira og meira. Ber seg eisini soleiðis at. Um somu tíð veit lesarin ikki, um partur av søguni eru hallucinatiónir, ella um kvinnan hevur grein í síni fatan av hendingunum. Søgan endar við at siga, at eitt skínandi blankt karamellpappír liggur og sløðist á gólvinum, og lesarin spyr, hvaðani tað stavar? Nakað svar fær hann ikki, tí tað er eitt eyðkenni við teimum flestu av hesum søgunum, at tað eru fleiri spurningar enn tað eru svar.
Danska útgávan av "Aftanáðrenn", "I Afrika er der mange søde børn", hevur undirtittulin "northern gothic-noveller", og tað helt eg vera at gera dekan og nógv av. Tann gitnasta "gothic novel" er uttan iva Frankenstein (1818) eftir Mary Shelley, og tann navnframasti høvundurin innan hetta slagið av bókmentum er líka so givið Edgar Allan Poe. Tær fyrstu fýra søgurnar helt eg vera frásagnir um beklað lyndi og hjúnafelagar, ið ikki formáa sær tað stóra. Hóast hesar søgur eisini glímast við vanliga veruleikafatan, so helt eg kanska ikki, at "northern gothic-noveller" var nøkur serliga neyv lýsing. Men so las eg søguna "Við skógvarvatnið" og mátti viðganga, at undirtittulin ikki var tikin úr leysari luft. Søgan er marrukend og endar í eini eksplosión av hatri og harðskapi, men eisini avskeplaðum kærleika. Í søguni eru kanska ongar borgir ella illa farnir harragarðar, bara eini summarhús við eitt lítið vatn, men har er tann sami óhugnin og fyrilitarleysi ræðuleiki og pína.
Søgurnar siga, at tú skalt ansa tær, hvørjum tú fært barn við, tí sum systir brúðgómin sigur við hann í søguni "Brúðarvalsur": "Allar kvinnur hava tað ikki í sær, mammuleikan". Fleiri av søgunum eru ein ávaring ímóti at vera bláoygdur í einum tílíkum álvarsmáli. Tað er ikki mark fyri, hvat kann standast av vanlukku, um tú ikki lurtar eftir vandateknum. Kostnaðurin kann gerast øgiligur, ikki minst fyri tað neyðars barni.
Tað er ikki tilskilað, hvar hendingarnar í søgusavninum fara fram, men tað tykist sum tað aloftast er í Danmark, men eisini viðhvørt í Føroyum. Tað er heldur ikki tær geografisku umstøðurnar, sum eru kjarnin, men hvat ið gongur fyri seg í huganum. Tað snýr seg nógv um makt, hvør ið hevur valdið á hvørjum, og at tey, sum ikki duga valdsstríðið, mugu dvína.
Søgurnar eru vælskrivaðar í einum løttum máli, men hugnaligar eru tær ikki. Tú skalt ikki lesa tær fyri børnum, og tær fara helst at loypa ræðslu á ung, sum kundu hugsað sær at fingið børn. Eg vil eisini ráða fólki frá at seta seg einsamøll við bókini eitt myrkt kvøld bara við lesilampuni tendraðari. Eftir stuttari løtu fer dimmið at síga saman um lesaran, og hann fer at fáa kensluna av, at tað verður aldrin ljóst aftur, at hann er endaður í skuggaheimi.
Samanumtikið er "Aftanáðrenn" sett saman av ørkymlandi søgum, har hendingar javnan eru speglvendar, tilveran er merkt av dreymakendum óveruleika, og persónarnir vita ofta ikki, hvat ið er upp ella niður. Savnið er – í positivari merking – eindømi í føroyskum bókmentum.
Katrin Ottarsdóttir: Aftanáðrenn. Stuttsøgur. Kápa: Hugin Eide. Sprotin gav út. 180 bls.