Ummæli: Av orðinum verður alt, ið er til

Samleikin er ein søga, sum má sigast aftur og aftur. Nýggj, hugtakandi skaldsøga eftir Carl Jóhan Jensen

Bergur Djurhuus Hansen
15. desember 2017 kl. 13:48

Sum í øðrum skaldsøgum eftir Carl Jóhan Jensen flyta vit okkum aftureftir í nýútkomnu “Sær, ein fuglabók av gloymsku”. Vit lesa okkum aftur í upprunan til tær kenslur og teir trupulleikar, sum persónarnir í skaldsøguni hava.

Nútíðin í skaldsøguni er august 1968, og meðan vit lesarar við høvuðspersóninum sum vegvísara fara aftur í gjøgnum 1960- og 1950’árini, dagar nútíðin undan so við og við. Tá skaldsøgan endar, eru vit aftur í somu tíð og á sama stað sum í byrjanini – í Havnini í august 1968.


Ein kvinna úr Brekkugøtu

Skorið inn á bein er gongdin í skaldsøguni henda. Høvuðspersónurin er ein kvinna, uppvaksin í Brekkugøtu í Havn. Hon hevur verið burturi í umleið 10 ár, men er komin aftur til Føroya og liggur sveittandi í einari song á hotelli niðri á Kongabrúnni í Havn. Durvandi, meir og minni vakin, klár og sveimandi, minnist hon aftur á sín uppvøkstur í Brekkugøtu og síni ár í útisetri í Danmark, Belgia og Kongo. Barnaárini vóru merkt av, at mamman var sjúk. Pápin gekk nógv fyri seg sjálvan, longdist burtur. Tað mesta av tíðini brúkti hann upp á eina motorsúkklu. Í motorsúkkluni vóru allir dreymar hansara um frælsi fjaldir. Men húsini í Brekkugøtu, allar skyldurnar og penganeyðin fjøtraðu hann. Ein hálvsystir hansara flutti inn at vera um sjúku konuna og halda hús, men okkurt óunniligt var við henni, og í brotum minnist kvinnuligi høvuðspersónurin, at pápin og hálvsystirin vóru so nær og loyndarfull, at tað ikki sømdi seg hálvsystkjum.


At minnast

Alt í skaldsøguni verður sæð úr sjónarhorninum hjá kvinnuliga høvuðspersóninum, og hon er ikki álítandi. Skaldsøgan snýr seg í stóran mun um finna aftur til sín sjálvs gjøgnum gloymsku. Høvuðspersónurin er – eins og vit øll – ikki bara tað, sum hon minnist, men eisini alt tað, sum hon ikki minnist ella ikki vil minnast. Gloymskan má tí latast í orð. Hálvvaksin vildi hon sum skjótast úr Brekkugøtu og úr Føroyum. Hon fór til Danmarkar, fann saman við manni úr Belgia, Sven-Felix, og endaði í Kongo, í landslutinum Katanga. Har var hon fyri eini uppliving, sum gjørdi, at hon fekk áhuga fyri síni fortíð, sínum uppruna. Høvið at koma aftur til Føroya fekk hon, tá ein blaðstjóri í Keypmannahavn vildi hava hana at skriva um ein føroyskan sjómann, Jósef, hvørs deyði tóktist illgrunasamur. Jósef minnist hon aftur úr barndóminum sum ein, ið var fyri somu vansorgan sum hon.


Hvørki heima ella úti

Í øllum hugsanum og minnum hjá kvinnuliga høvuðspersóninum er eitt sindur av sjálvsvanvirðing. Minnini, sum hon hevur úr uppvakstrarárunum í Føroyum, eru yvirhøvur merkt av einsemi og eyðmýking. Men at enda ger hon av at vera verandi í Føroyum.

Millum mangt annað er “Sær, ein fuglabók av gloymsku” tí ein skaldsøga um at koma heim, koma til sættis. Men vit lesarar fáa onga ábending um, hvussu tað fer at gangast høvuðspersóninum, og hon er á einum hotelli, t.e. á einum stað, sum er eitt millum-stað, hon er hvørki heima ella úti, og haðani – úr seingini á hotellinum – verður søgan søgd. Tað er v.ø.o. ikki einfalt at koma heim, og tað er ikki einfalt at finna aftur til ein uppruna, sum er fløktur og fjaldur í brotum, sum mugu tulkast, lesast greinandi, fyri at verða til eina samanhangandi søgu.


Fuglabókin og at síggja

Mest sum av tilvild fær kvinnan sum barn Fuglabókina hjá Mikkjali á Ryggi í føðingardagsgávu. At bókin ikki upprunaliga er ætlað henni, sæst av, at eitt annað navn stendur í henni. Men Fuglabókin hugtekur hana, og við tíðini ber hon øll fólk saman við fuglar. Fær hon ikki sett fólk í samband fuglar, fær hon einki sagt um tey. Mamman verður nevnd dúgvan (sum hvítnar á loftinum), hálvfastirin kráka o.s.fr. Sjálv er hon ein svala. Hon haltar, annað beinið er styttri enn hitt, og í hesum er kanska eisini ein tilsiping til fuglalig drøg, hon fer smáhoppandi ella vaggandi eftir vegnum. Maðurin, Sven-Felix, sum hon hittir, vil verða rithøvundur, og hann letur seg m.a. inspirera av argentinska rithøvundinum Julio Cortázar og bók hansara “Rayuela” (í donsku týðingini eftir Rigmor Kappel Schmidt nevnd “Hinkeleg”). Tað er eitthvørt ófullkomið og avskeplað í øllum menniskjaligum sambondum í skaldsøguni, og persónarnir eru somuleiðis hálvir, ikki rættiliga komnir til sín sjálvs, og teir vilja ikki vera har, sum teir eru. Pápin hevur sum nevnt eina hálvsystir, sum hann sambært minnisbrotum hjá høvuðspersóninum hevur seksuelt – ella hálvseksuelt, nálgandi – samband við. Persónslýsingarnar í skaldsøguni hava gjøgnumgangandi grotesk drøg, og tað djóraliga og lúnska í persónunum verður drigið fram í samanberingunum við fuglar.


Veikleiki sum styrki

Onkutíð verður um írska Samuel Beckett skrivað, at hann gjørdi menniskjaligan veikleika til eina styrki í sínum verkum. Tað sama kann kanska sigast um persónslýsingarnar í skaldsøgunum hjá Carl Jóhan Jensen. Persónarnir eru so ella so haltandi, hálvir, særdir, men í gongd, treiskliga. Bókmentaliga tykist Carl Jóhan Jensen serliga fáa íblástur úr angulsaksiskum bókmentum, men heimspekiliga er hann ávirkaður av t.d. Schopenhauer og Nietzsche og teirra avleggarum í Fraklandi í 20. øld. Fyri persónarnar í skaldsøgum hansara – og ikki minst í hesi nýggju – er lívið meiri líðing enn gleði (um ikki líðingin kann elva til eina avskeplaða fragd), og meiningsloysi lúrir undir øllum meiningum. Einasti skái er listin, listaligar upplivingar, og slíkum leitar kvinnuligi høvuðspersónurin støðugt eftir. Belgia og flamsk mentan eru støðugt í baksýni, og forsíðan á bókini er gjørd við fyrimynd í kendu útgávunum hjá franska forlagnum Gallimard.


Vakurt heiti

“Sær, ein fuglabók av gloymsku” er hugtakandi og væleydnað. Eftir einum einføldum leisti verður ein fjøltáttað og loyndarfull søga latin upp. Heitið er vakurt, bæði ljóðliga og innihaldsliga. “Sær” kann merkja serligt ella serstakt og at síggja, og tað kann vera fornavn, t.d. í merkingini at ogna sær eitthvørt. Tað er ein tilsiping til tað síggjandi og tað staðfestandi, sjónina og minni.


Stílbrigdi

Serliga tvey brigdi hava eyðkent stílin hjá Carl Jóhan Jensen síðani skaldsøguna “Rúm” (1995). Setningarnir eru við hvørt sera stuttir, eitt orð ella tvey til fimm, og sera drúgvar lýsingar kunnu vera av t.d., hvussu ljós fellur á ein persón ella ein vegg. Er tamarhald á stílinum, riggar tað væl. Lesarin verður hugtikin. Men vandi er eisini fyri, at lesarin møðist. Í “Sær, ein fuglabók av gloymsku” kemur tað fyri onkustaðni, at setningarnar tykjast í so stuttir ella lýsingarnar í so drúgvar, men yvirhøvur verður stílurin hildin á markinum millum tað afturlatna og tað opna, tað loyndarfulla og tað sjálvsagda, og tað er gjørt neyvt og sera væl frá byrjan til enda.

“Sær, ein fuglabók av gloymsku” er ein framúr skaldsøga um longsil, list og samleika – og satt at siga ein stórhending í bókaárinum 2017.