Fyri 42 árum síðani gav Magnus Dam Jacobsen út bókina ”Í Grønlandi við Kongshavn”, og eg skrivaði mítt fyrsta bókaummæli. Eg las tá norðurlendskar bókmentir á universitetinum í Aarhus, og onkur í blaðstjórnini á Framanum spurdi, um eg ikki kundi ummæla hesa nýggju bókina. Eg helt tá og haldi enn, at ”Í Grønlandi við Kongshavn” var nýbrot í føroyskum skaldskapi, hóast eg fyri hesum mongu árum síðani hevði ilt við at flokka bókina. Skrivaði, at hon var ein blandingur av dagbók, skaldsøgu og essay og kanska skuldi kallast dokumentar-skaldsøga. Í dag høvdu vit uttan at himprast nevnt hana autofiktión. Hetta slagið av skriving, har høvundurin ger ein blanding av sjálvsævisøgu og skaldsøgu, er vorðið vanligt í dag. Í altjóða høpi er norski Karl Ove Knausgård við stórverkinum ”Min kamp” kanska tann kendasti, men vit hava eisini tílíkan skaldskap í føroyskum bókmentum. ”Undir suðurstjørnum” (1990) eftir Gunnar Hoydal er eitt dømi, ”Fractura nasi” (2017) eftir Høgna Mohr er eitt annað, og onkur vil ivaleyst eisini flokka ”Ferð mín til Jorsala”, eftir Kristian Osvald Viderø, sum kom so tíðliga sum í 1957 undir heitið. Kortini vil eg halda uppá, at tað er ”Í Grønlandi við Kongshavn”, sum ger hol í sjógv, tá ið hon kemur út í 1976. Um bókina hjá Viderø kann eisini tað sigast, at hennara málbúni er so egin, at tá ið hon kom út, vóru tað ikki mong, sum hættaðu sær undir at lesa hana. Sverri Egholm, sum eitt fitt skeið var landsbókavørður, vildi vera við, at ”Ferð mín til Jorsala” var ein fín bók, onkur átti bara at týtt hana til føroyskt.
Inngangurin til ”Í Grønlandi við Kongshavn” minnir ikki sørt um stubbarnar ”Brot úr dagbók”, sum Magnus javnan hevði í bæði Dimmalætting og Oyggjaskeggja í sjeytiárunum. Sum í dagbóksbrotunum viðger hann ymiskt, sum rennur honum í huga í einhvørjum sambandi. Tilelvingin í hesum føri er sjálvandi tann ætlaða bókin, men líkasum í stubbunum flytir hann seg javnan hagar, sum eitthvørt hugskot førir hann. Tað er ikki altíð neyvt samband ímillum útgangsstøði og innskotini, sum stingast upp á hann, men ein tráður er har kortini altíð. Lagt verður fyri við at siga, at skrokkurin til bókina er ein grønlandstúrur við Kongshavn í 1965, so verður sagt frá skipinum og søgu tess frá byrjan til enda. Síðani verður fortalt um ein av manningini, sum hann hevði serliga virðing fyri, um ein túr við sluppini Carlton í 1950, og hvørjir vóru við har. Eftir hetta verður tilrættaleggingin av bókini tikin fram, og hvør ið hevur prentað, og hvussu hendan bókin og aðrar hjá honum yvirhøvur eru blivnar til, og ymisk fólk fáa tøkk í hesum sambandi. Og so kemur høvundurin fram til eitt av sínum høvuðsáhugamálum: prentlistina. Hendan fær næstan eina helvt av innganginum, og tað er lesaranum greitt, at her er nakað, sum Magnus Dam Jacobsen veruliga brendi fyri. Tøknin innan prenting er broytt so ómetaligt hesi árini, síðani høvundurin skrivaði sín inngang, og eg tori næstan ikki at hugsa um, hvat ið hann hevði sagt um nútímans prentlutir. Tað er ikki tí, tað ber saktans til at gera prentlistarliga líka dygdargóðar bøkur í dag, sum fyri einum mansaldri síðani, men prísurin verður vanliga eisini hareftir. Skomm at siga, tey krøv til prent og útsjónd, sum Magnus setur fram í sínum teksti, eru tað ikki nógvar bøkur sum lúka í dag.
Beinagrindin í "Í Grønlandi við Kongshavn" eru dagbóksbrotini, sum høvundurin skrivaði hesar mánaðirnar í Grønlandi, og tey veita honum í sínum lagi høvi at viðgera øll handa evnir, sum skjótast upp á hann. Onkur brot eru bara nakrar reglur, onnur eru oman fyri tjúgu síður til longdar. Fyrsta brotið er dagfest 8/6 og tað seinasta 12/11, so grønlandstúrurin varir góðar fimm mánaðir. Tey fyrstu brotini siga frá túrinum yvir til Føringahavnina, men síðani verður undir tíðarfestingunum sagt frá fiskiskapi og lívinum umborð. Upp ímillum sjálvi dagbóksbrotini verður alt ímillum himmal og jørð viðgjørt, har er einki mark. Eitt drúgt brot er, har ein kokkur sigur frá lívinum hjá sær, hvussu harðligt tað hevur verið, men at hann altíð hevur roynt at vera rættvísur. Tað ger einki, um tú ert harður, tað kann vera neyðugt fyri at koma ígjøgnum lívið, men tú skalt altíð vera hampiligur og ikki gera øðrum ilt. Hinvegin skalt tú ikki víkja ein tumma, um tú møtir órættvísi, men standa ímóti, hvussu víkur og vendir. Tað er lítil ivi um, at frásøgumaðurin í størstan mun er samdur við kokkinum í hansara sjónarmiðum. Viðhvørt undir lesnaðinum av tí drúgva stubbanum ivast lesarin í, um tað er kokkurin ella frásøgumaðurin, sum hevur orðið. Lýsingin av kokkinum kann tí eisini lesast sum ein speglað sjálvsmynd.
Einastaðni seinni verður um Pól F. sagt: "Gjøgnum allan skaldskap hansara gongur dirvið, tað, at siga sína hugsan. Fyri hesum má alt víkja". Við søguni hjá kokkinum í huga og stuðlað av øðrum framsøgnum í bókini er tað lesaranum greitt, at Magnus Dam Jacobsen fullur og heilur tekur undir við hesum. At orðini um skrivingina hjá Pól F. kundu verið motto hjá Magnusi sjálvum.
Gjøgnum alla bókina verða nógv brot úr yrkingum endurgivin, og tað verður víst til eina rúgvu av lesnaði úr næstan øllum heimsins heraðshornum. Frá Janusi Djurhuus, um Walt Whitman, Jack London, Nils Ferlin og til Regin Dahl. Í endanum á bókini verður endurgivið, at frásøgumaðurin javnan hevur fingið spurningin, hví hann lesur so nógv? Svarið er: "Væl veit eg, hví eg lesi. Tað er tí, at bøkurnar eru um menniskju. Tær eru eisini skrivaðar av menniskjum. Tær eru menniskju. Menniskjað, ið skrivað hevur, er bókin. Tí havi eg eisini stóran áhuga fyri tí skrivandi og teimum umstøðum, ið skapað hava frásøgnina. Í okkum øllum býr ein frásagnarandi, hví kemur hann bert fram hjá so fáum?" Eftir mínum tykki ein fín grundgeving fyri, hví vit skulu lesa.
Í so at siga øllum førum glíður frásøgnin fullkomiliga uttan mótstøðu ímillum at siga frá fiskiskapinum í Grønlandi til eitt nú at hugleiða um Jørgen-Frantz Jacobsen og hansara skriving til í næstu løtu at vera niðri í lastini og lempa salt. Frásøgumaðurin er somuleiðis fullgreiður yvir, at hansara ofta ógvuligu positivu lýsingar av lívinum umborð á Kongshavn og útróðrarbátinum møguliga skulu takast við fyrivarni: "Kanska romantiseri eg, eri jú ikki fiskari burturav". Hann er nevniliga fyrst og fremst prentari og er bara við hendan eina túrin, har hann brúkar høvi til at eygleiða og skriva niður. Ein dagin hevur hann "so gáloysin, í eini kenning" lisið eitt brot fyri skiparanum, sum ger niðurstøðuna: "Nú havi eg siglt upp á Grønland í mong ár, men ikki havi eg øll árini samanløgd, upplivað so nógv, sum tú, bert hendan eina túrin". Frásøgumaðurin er ein av manningini og roynir at gera sítt arbeiði til lítar, men hann er um somu tíð øðrvísi, tí hann er eygleiðari. Og tú kanst bara vera eygleiðari, um tú setur teg sjálvan eitt sindur til viks í mun til tað, sum tú eygleiðir.
Í sínum hugleiðingum roynir frásøgumaðurin at gera sannførandi lýsingar og samanburðir av ymsum fyribrigdum, menniskjum og liviumstøðum. Til dømis í eini rættiliga drúgvari lýsing av Klaksvíkini, har hann arbeiddi sum prentari í trý ár, og sum hann samanber við Havnina: "Er Havnin rokoko, er Klaksvíkin barok". Havnarfólk og klaksvíkingar hava tey seinastu mongu árini havt lyndi til at stinga til hvønnannan. Men "Í Grønlandi við Kongshavn" verður einki ilt sagt um ta stóru fiskivinnubygdina, bara gott. Sum framhald av hesum, verður ein stak positiv lýsing gjørd av Kjølbro, sum verður skírdur "myta". Og sum framhald av hesum verður skrivað um brøðrasamkomuna, sum høvundurin rósar fyri samanhald og ídni. Her er tað einahelst Victor Danielsen, sum verður tikin fram, og víst verður á, at nettupp tann mótstøða hann møtti, veitti trúboðaranum eina serliga styrki. Aftur her vísir høvundurin seg sum fordómsleysan, og at hann altíð roynir at síggja menniskjað, sum tað er, líkamikið hvørja rætt onnur royna at koyra tað í. Sum frásøgumaðurin fleiri ferðir ígjøgnum bókina tekur fram, eru tað gerðirnar, sum telja og einki annað.
Eg havi altíð hildið meg hava minst væl, tað sum eg ígjøgnum árini havi lisið. Onkustaðni svíkur tað kortini, tí eg mintist als ikki, at Magnus Dam Jacobsen í bók síni umrøður trúboðaran Dánjal Danielsen, sum í mong ár virkaði í Kongo. Í 2010 gav Óli Jacobsen út bók við heitinum "Dollin. Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna", sum nettupp er um ta sermerktu lagnuna hjá Dánjali Danielsen. Eg kenni bókina hjá Óla, men kom ikki í tankar um, at eg áður hevði rent meg í sama mann í bókini "Í Grønlandi við Kongshavn". Kanska er tað tí, at Magnus ikki brúkar kallinavnið Dollin? Ella er tað bara tað, at minnið hjá mær ikki er líka gott, sum eg havi hildið tað verið?
Tað er heilt fitt um ætt í bókini, er í støðum næstan ein aðaltáttur í frásøgnini, men Magnus Dam Jacobsen dugir væl at fáa tað at fella inn í søguna annars, so í allarflestu førum lesur tú við áhuga, tá ið hann greiðir frá hesum ella hasum í slektini. Tað er eisini ivaleyst av sermerktum lagnum at taka av.
Tá ið oktober mánaði nærkast fer frásøgumaðurin at leiðast við tilveruna, og tann romantiska fatanin av lívinum umborð, sum var frá dagbókini í miðjum august hevur hug at hvørva. Nú vilja bæði hann og allir hinir heim, og teir seinastu dagarnir, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum, eru lítið hugaligir. Á seinastu síðuni seta teir seint á kvøldi fast í Molan í Havn, og veiði- og rannsóknarferðin er at enda komin.
Fyri meg hevur tað verið ein líka so stór uppliving at lesa "Í Grønlandi við Kongshavn" nú næstan 42 ár aftan á, at hon kom út sum á fyrsta sinni. Í mínum huga er eingin ivi um, at hetta er ein bók, sum stendur mát. Eitt aftrat, sum eg higartil ikki havi nevnt, eru tey nógvu bíløtini, sum hóast ymiska dygd veita "Í Grønlandi við Kongshavn" eitt serligt flog.
Magnus Dam Jacobsen: Í Grønlandi við Kongshavn (heilsan frá einum proletari). Egið forlag 1976 203 bls.