"Djúpini" er eitt fleirbrigdað yrkingasavn við niðurstøðuni, at tað einasta, sum ikki broytist er, at alt broytist
Vónbjørt Vang gav í 2011 út savnið "Millumlendingar", har gott 30 navnleysar yrkingar í byrjan og enda blivu rammaðar inn av sveimandi og luftkendum haiku. Ein sermerkt yrking fremst í savninum sigur, at "alt flytur seg", at einki stendur í stað. Ein útsøgn stak lík einum kjarnuhugtaki í skaldskapinum hjá Karsteni Hoydal, har hann ger vart við, hvussu stóran týdning rørslur hava. Uppáhaldið hjá Vónbjørt Vang fer ígjøgnum alt savnið, soleiðis at eisini yrkingar, sum annars líkjast eitt sindur frá meginpartinum, kortini hava broyting sum kjarna. Savnið er um somu tíð merkt av, at høvundurin roynir at hava eitthvørt at halda um í hesum alla tíðina umskiftandi heimi, og onkustaðni fær hon meg at hugsa um bretska filosofin George Berkley (1685-1753), sum vildi vera við, at einki var til, um tað ikki bleiv sansað. Vónbjørt brúkar á nakað sama hátt skriftina at halda fast um tingini: "eg skrivi um sengur og / songin gerst aftur song / borðið borð / Rúmið rúm" o.s.fr. Við at nevna lutirnar, gerast teir veruleiki.
(Sjálvandi ljóðar tað eitt sindur løgið, at tað sambært Berkley skal vera soleiðis, at t.d. eitt borð ikki er til, um ikki onkur stendur og hyggur at tí. Hendan trupulleikan loysti hann við at siga, at hóast menniskjuni ikki sannkenna alt til allar tíðir, so ger Gud tað).
Nýggja savnið, "Djúpini" er býtt sundur í sjey partar, skildir sundur við rorschach-líkum myndum eftir Lenu Nicolajsen, og inngangurin til hvønn partin er prosalyrikkur. Í tí fyrsta av hesum tekstum verður degningslýsið og tað í fyrstani bara hómaða umhvørvið heilsað. Ein skarðaður koppur verður nevndur, og hesin lesarin minnist, at í eini yrking í "Millumlendingar" verður ein skarðaður koppur umrøddur. Tú fært kensluna av, at vit eru í nánd av sama umhvørvi. Í tí fyrstu yrkingini, uttan tittul sum allar hinar, leggur yrkjarin sína ætlan fram: "eg vil fegin skriva eina bók um sólina / um dagin sum áhaldandi / er í ferð við at halla". Yrkingin heldur fram við, at hon eisini vil lýsa tann døkka partin av tilveruni, deyðin skal ikki gloymast, tí hann er partur av lívinum. Seinasta yrkingin í hesum stutta partinum gongur orð fyri orð aftur úr "Millumlendingum", og tað er hon, sum bæði leggur fyri við og lokar við orðunum "alt flytur seg". Tað er sostatt neyvt tekstasamband ímillum søvnini hjá Vónbjørt Vang, og hóast hon kanska ikki tekur fult og heilt undir við Karsteni Hoydal, at tað eru mótsetningar, sum eru drívkraftin í tilveruni, so melur hon á tann bógvin.
Prosalyrisku tekstirnir mynda eitt samdøgur frá sólarrenning, um hádag, seinnapart og líka til tað svartasta myrkur, beint áðrenn sólin aftur kemur undan. Smáar lýsingar eru av umhvørvinum, innan og uttan, og ein einsamallur gummistivli, ið liggur á sandinum, gongur fleiri ferðir aftur.
Yrkingarnar halda seg ikki upp á sama máta innan fyri eitt samdøgur, men fevna lívið, tilveruna, í síni heild. Um somu tíð gongur tann cykliska fatanin aftur í nógvum av yrkingunum, at tilveran er byrjan og endi, føðing og deyði, at ættarlið kemur aftan á ættarlið, sum dagur kemur aftan á dag. Her er tað eisini týðiligt, at mótsetningar eru samantvinnaðir, at ljós og myrkur hanga saman. Í mun til undanfarna savnið, ger “Djúpini” væl meira burtur úr, at vit eldast, og ein afturkomandi mynd er ellisheimið, har omman livir sína seinastu tíð. Uttanfyri er natúra og lív, innanfyri er bara bíðan, og lýsingin av stovninum er einki hugalig. Men lítið er við at gera, tí líkamikið hvussu vit krøkja okkum í lívið, so fær tað altíð ein enda. Um somu tíð ger yrkjarin eisini vart við, at tað akkurát er deyðin, sum veitir lívinum brigdir. Var hann ikki har, var alt kolandi líkamikið.
Kanska er tað ikki so løgið, at tað javnan verður lagdur dentur á orðini, á styrkina í teimum, tað er jú ein lyrikari, ið býður seg fram. Tann týdningur, sum orðini sigast at hava, minnir ikki sørt um yrkingar eftir Róa Patursson, kanska einahelst úr savninum “Líkasum”. Í heila tikið er tað fleirstaðni í “Djúpunum” og eisini “Millumlendingum”, at tú heldur teg hóma eitt meir og minni fjart ekkó av yrkingum hjá Róa Patursson. Tað er so avgjørt heldur ikki tað ringasta.
“Djúpini” er eitt ómetaliga vælorðað savn, har tað ikki verður fírt fyri at brúka orð úr gerandismáli, um tað nú hóskar frægast. Savnið er merkt av eini ásanning av, at lívið hevur síni mørk, men hendan veruleikan skulu vit ikki frykta, og í staðin liva lívið við øllum tí, tað hevur at bjóða. Sum tekstirnir lýsa, er tað ikki smávegis, vit kunnu fáa burturúr, tað skeið vit eru á foldum. Vit skulu bara duga at taka við tí og kanska fyrst og fremst gera okkum sjálvum greitt, at:
hvussu nógv orð okkum enn eru givin
eru vit einsamøll
hvussu nógv orð vit enn bera víðari
einsamøll einsamøll
Vónbjørt Vang er eisini ein royndur fotografur, og hetta kemur t.d. til sjóndar, har hon í einstøkum yrkingum leggur dentin á “skeringspunktini”, á tann “vaknandi morgunin / dagurin ið er farin at halla”. Akkurát soleiðis hugsar eitt fólk, sum er vant at handfara eitt myndatól.
Bæði teir prosalyrisku tekstirnir og yrkingarnar hjá Vónbjørt Vang sýna kensluborið djúphugsni, og í flestu førum í einum lættskiljandi hami. Í summum førum krevst kortini, at tú lesur meira enn einaferð, men tað er aldrin soleiðis, at teksturin lokar seg um seg sjálvan. Tað eru altíð glopp og rivur inn í yrkingarnar, ið loyva lesaranum inn í heimin hjá Vónbjørt Vang. Ein heimur, sum tykist at taka undir við orðunum hjá tí grikska filosofinum Heraklit: “Alt broytist. Tað einasta, sum ikki broytist, er, at alt broytist”.
Myndirnar hjá Lenu Nicolajsen rigga stak væl til bókina, sum í síni heild kann skoðast sum eitt listaverk.
Vónbjørt Vang: Djúpini. Uppseting, kápumynd og listaverk: Lena Nicolajsen. Forlagið Eksil 84 bls.