Ummæli: 18 oyggjar á damusúkklu

Í bókini Fractura nasi súkklar Høgni Mohr um allar Føroyar og sigur opinskáraður frá bæði lívi og upplivingum

Jógvan Isaksen
6. oktober 2017 kl. 18:16

 

Leygardagin 9. juli 2016 klokkan níggju leggur Smyril at á Krambatanga. Umborð er journalisturin Høgni Mohr, sum hevur gjørt av, at hann vil súkkla í øllum teimum átjan oyggjunum í Føroyum. Sum tann fyrsti rullar hann í land av ferðamannaskipinum og setir kósina ímóti norðastu bygdini í oynni. Tann drúgva súkkluferðin, sum endar tann 12. oktobur á Slættanesi, er byrjað.

Á leiðini verða hugleiðingar bornar fram, søgur sagdar og ein fittur partur av lívssøguni hjá høvundanum rennur somuleiðis sum ein streymur undir allari frásøgnini. Tað er skilligt, at alt tað hann nú fremur, ofta av berum vilja, onkursvegna stendur í lutfalli til uppvøksturin. Hesin hevur verið avlagaður, tí foreldrini vóru so ung, pinkubarnið endaði á Barnaheiminum, men so fann mamman ein nýggjan mann, ið átók sær at vera pápi. Hesin dugdi bara illa at vera pápi at einum barni, sum hann ikki sjálvur átti, og hann var tí mangan harðligur ímóti dronginum. Drongurin bæði elskaði og hataði fosturpápan og hevur, tá ið súkkluferðin verður søgd, ikki enn funnið eina javnvág við tann nú deyða fosturpápan. Hann roynir kortini, men uppvøksturin, har hann helt, at fosturpápin var rætti pápin, til hann sum hálvvaksin fær sannleikan at vita, situr djúpt í honum sum eitt næstan ólekiligt sár. Við millumbilum gjøgnum alla bókina stinga samanbrestir við fosturpápan seg upp, og tað er eisini hiðani, at tittulin stavar. Við eitt døgurðaborð brýtur tann eldri nøsina á tí unga, tí hann er misnøgdur við eitthvørt. Brotin nøs – Fractura nasi.


Kringvarpið

Eitt annað evni, sum eisini ferðast ígjøgnum alla bókina, er Kringvarpið, sum høvundurin satt at siga ikki hevur ta størstu virðingina fyri. Hann er ósamdur í, hvussu sendingar verða gjørdar, hvussu spurningar verða settir til fólk, hvørji tíðindi verða søgd og ikki. Snøgt sagt metir hann Kringvarpið sum tíðindastovn at ríða so niðarlaga, at tað er niðan fyri lágmark. Viðmerkingarnar hjá Høgna Mohr til tíðindaflutningin frá hesum stóra landsstovni eru ikki burturvið, mangan skilagóðar, men fyri lesaran gerst tað eitt sindur troyttandi í longdini. Høvundurin hevur arbeitt innan Kringvarpið í fleiri ár, men á leiðini tykist illstøða at hava tikið seg upp ímillum tað mesta av stovninum og Høgna Mohr. Tað er ikki so, at eg haldi, at hesin parturin av hugaheiminum hjá høvundanum ikki skal við í bókina. Eg haldi bara, at hann fyllir ov nógv í eini bók, sum annars hevur nógv spennandi at bera lesaranum.


Á damusúkklu um oyggjarnar

Í innganginum nevnir Høgni Mohr Kristian Osvald Viderø, "sum í 1932 setti seg upp á sína súkklu í Keypmannahavn og fór morguntúr til Italia". Sambært høvundan er tað við líka so stuttari skotbrá, at hann sjálvur gjørdi av at súkkla í øllum teimum føroysku oyggjunum á súkkluni hjá dóttrini. Eingin neyv ætlan tykist at hava verið løgd frá fyrstu byrjan, í staðin eru avgerðir um hvussu og hvar tiknar á leiðini. Í samsvar við hetta ferðast hann næstan uttan viðføri. Tey allarmest neyðturviligu klæðini, eitt sindur av sodavatni og sjokolátu og eitt sindur av pengum. Eingin fartelefon, einki fototól, einki visakort, men bara við opnum sinni at uppliva. Á fleiri av ferðunum liggur hann ikki nátt í tí oyggj, hann nú súkklar, men fer aftur til hús í Havn sama dag. Í øðrum oyggjum er hann noyddur at yvirnátta, men so er tað bara tann eina náttin, og tíðum svevur hann bara nakrar tímar. Tað er upplivingin av Føroyum, sum telur, og hetta at súkkla allar oyggjarnar tykist at vera eitt páskot fyri eini persónligari menningarferð.

Tað er stak undirhaldandi at fylgja Høgna Mohr á tí eitt sindur kronglutu leið oyggj av oyggj. Umframt tey nevndu høvuðsrákini, so er bókin á tremur av eygleiðingum og hugleiðingum og eisini sjálvironi. Høvundurin sparir ikki sær sjálvum, hann ger seg ikki betri, enn hann er, men roynir at leggja, um ikki alt, so tað mesta opið fyri lesaranum. Tá ið hann kemur til Sandvíkar møtir hann Jónfríð, ið eins og hann er uppvaksin í Vági: "Hon var ein, sum fleiri av hinum børnunum argaðu. Eg argaði eisini". Ongar kávalótir her. Seint í bókini sigur hann frá, hvussu summir bilførarar koyra alt ov nær súkkluni og undrast eitt sindur yvir, at ein, "sum skrivar tær mest beistaktigu viðmerkingarnar um muslimar, sum ein kann hugsa sær", samstundis er tann varnasti bilførarin. Síðani leggur hann speiskur aftrat: "Ein, sum hevur mínar meiningar, altso tær rættu meiningarnar, kann gott vera eitt svín á vegnum. Men tað er ein heilt onnur søga".

Tað eru somuleiðis nógvar stuttar lýsingar av fólki, hann hittir á leiðini og av bygdum, hann vitjar. Um Hoyvíkina, har alt er gingið dekan og skjótt, sigur hann: "Hoyvíkin er runnin upp í slokk". Eftir mínum tykki ein stak beinrakin lýsing, tí tað er akkurát tað, hon er. Á Skarvanesi møtir hann eini danskari familju í bili, og maðurin undrast á, at Høgni ikki er í súkkluhjálmi. Høgni roynir at forklára, at tað hevur nakað við lívsnjóting at gera, men einki rínir við fremmandamann­in. Maðurin fær tí hesi orðini: "Í mínum stilla sinni giti eg, at hesin danski ferðamaðurin er so pírin við njóting, at hann neyvan unnir sær so frægt sum eina avgongu". So er tað sagt!


The Beat Generation

Í amerikonskum bókmentum er eitt hugtak, sum nevnist The Beat Generation, og á ein hátt ferðast Høgni Mohr í nánd av hesum ráki, tó at hann ikki ber við tað við einum orði. Teir gitnastu høvundarnir eru ivaleyst Jack Kerouac við On the Road 1957 og William S. Burroughs við Naked Lunch 1959. Hetta slagi av bókum nevnist vanliga Road Novels, har høvundurin ferðast úr einum staði í annað og einahelst lýsir staklutir, men ger minni burtur úr heildini. Medvitað sigur høvundurin ikki alla søguna, men letur lesaran sita eftir við eini kenslu av, at tað manglar nakað í frásøgnini. Um tað er medvitið fyri Høgnar part, so opinskáraður hann annars er, veit eg ikki, men eg fekk undir lesnaðinum kensluna av, at hann tekur ikki alt við. Onkursvegna setur hann bara seg sjálvan í veð - og so fosturpápan sjálvandi - ímeðan, mamman, konan og børnini at kalla bara verða nevnd. Í seinasta kapitlinum endurgevur hann kortini eina góða hálva síðu, sum dóttirin hevur skrivað á donskum um familjuna. Dóttirin nevnir, at hóast tey viðhvørt skeldast, so veit hon, at familjan elskar hana, og at tey øll eru tætt knýtt at hvørjumøðrum. Hesa endurgávu lesi eg sum eitt varisligt prógv frá høvundans síðu, at hann mótsett fosturpápanum ikki er miseydnaður sum pápi.

Eitt, sum bøkurnar frá The Beat Generation og Fractura nasi hava í felag, er, at tær á ein hátt eru menningarskaldsøgur, har høvuðspersónurin roynir at finna seg sjálvan ímillum egin krøv og tey frá umheiminum.


Viderø og aðrir

Fractura nasi er ein óvanlig bók í føroyskum høpi, og akkurát nú komi eg í tankar um tríggjar bøkur, sum hava nakað í felag við bókina hjá Høgna Mohr. Ferð mín til Jorsala 1957 eftir áðurnevnda Viderø er ein, ein onnur er Í Grønlandi við Kongshavn 1976 eftir Magnus Dam Jacobsen og tann triðja er Undir suðurstjørnum 1990 eftir Gunnar Hoydal. Allar tríggjar bøkur eru tað, sum bókmentafólk í dag nevna "autofiktión", t.e. røtt nøvn verða brúkt, men tú kanst ikki vera vísur í, at allar hendingar eru fortaldar akkurát, sum tær vóru. Høvundurin tekur sær rætt at siga søgurnar, sum honum lystir. Tann bókin av hesum trimum, ið minnir mest um Fractura nasi, er Í Grønlandi við Kongshavn, sum er sett saman við einum blandingi av frásøgn frá fiskitúrinum og so hugleiðingum um mangt ymiskt. Hendan bókin er somuleiðis ein søga um menningina hjá einum einstaklingi.

Fractura nasi er hegnisliga sett saman og forvitnislig at lesa, og frásøgnin nær í hvussu er inn til hendan lesaran. Tað eru fleiri dagar síðani, at eg var liðugur at lesa bókina, og eg havi tikist við annað síðani, men ferðin hjá Høgna Mohr um Føroyar rennur í heilum fram fyri meg.

Permumálningurin er eftir Timothy Vaughan-Sanders, og hann vísir høvundan spillnaknan, sum eitt spegl av nakinleikanum í tekstinum.


Høgni Mohr: Fractura nasi. Permumálningur: Timothy Vaughan-Sanders. Øgiliga egið forlag 2017. 250 bls.