Ummæli: Triðja umfar av Sement

Fá fólk, deydligt huglag. Tað er støðan. Ein andsøgn til undanfarnu, útseldu umførini, tá neistar gnístu í Reinsarínum. Tað gongur tó ikki leingi, áðrenn áskoðararnir fylla salin, og tónleikurin setir eld í teir. Fýra hendingaríkar tímar seinni er endin tann, at 13 sveittutir, adrenalindopaðir menn standa sigursælir á pallinum.

Trygvi Danielsen
27. apríl 2022 kl. 15:35

Reinsaríið er bara hálvfult, og annar bólkur á skránni er longu komin í helvt við framførsluna, tá eg komi válandi inn gjøgnum dyrnar.

– Tú ert ov seinur!
– Men eg arbeiði ikki her...
– Tú ert ov seinur allíkavæl!

Hesa gomlu havnarkrøniku tveitir Rólant Waag Dam eftir mær í durinum, men í mínum føri er tað tíverri soleiðis, at eg eri ov seinur, og eg arbeiði her.

Tað byrjaði klokkan átta – ikki klokkan níggju sum hini bæði undanfarnu kvøldini. Tað havi eg ikki fingið við, og tað hava onnur heldur ikki.

Fá fólk, deydligt huglag. Tað er støðan.

Ein andsøgn til undanfarnu, útseldu umførini, tá neistar gnístu í Reinsarínum.

Tað gongur tó ikki leingi, áðrenn áskoðararnir fylla salin, og tónleikurin setir eld í teir. Fýra hendingaríkar tímar og minimum eina legendariska framførslu seinni er endin tann, at 13 sveittutir, adrenalindopaðir menn standa sigursælir á pallinum og hátíðarhalda finalusessirnar á Sement 2022.

iKai
Nakrar dagar seinni siti eg á bakarínum Strandholt í Reykjavík og lurti eftir stroymingini av framførslunum, sum eg ikki hoyrdi í Reinsarínum. Tað er stuttligt at uppliva Sement úr hesum sjónarmiðnum, ein sjónvarpssending, tað hevur aðrar eginleikar enn ein konsertuppliving. Hetta er hugnaligt sjónvarp. Mann sleppur at hoyra samrøður við tónleikarar og beinleiðis ummæli frá fólki í salinum, tey gera tað gott, Biit-toymið, sum stendur fyri sendingini. Ivaleyst ein góður máti at uppliva finaluna komandi leygarkvøld, um ein ikki fær farið oman í Reinsaríið.

iKai er ein fyrrverandi instrumental djasstrio, sum nú er ein indiejazz kvartett við sangara. Tú las rætt, eg brúki orðini djassur og jazz síð um síð, tí soleiðis eri eg bara. Kundi eisini skrivað jazztríbólkur og indiedjass ferbólkur, men soleiðis eri eg ikki. Ikki í dag.

Tey eru Elin Maria Hansen (bassur, kór), Vár Miðberg (trummur), Benjamin Tausen á Lava (gittari, klaver, synthur) og Eyð Lín Patursson á Rógvu (sangur), tey eru blaðung, og tey spæla framúrskarandi væl.

"Vit vóru ein jazztrio, men nú eru vit meira í familju við indie – vit hava kallað tað indiejazz. Mann kann siga, at vit eru blivin minni sofistikerað", sigur Benjamin á pallinum, og salurin lær. Hann og Elin Mariu skiftast um at práta og presentera sangirnar, tað er nokk so fittligt og eisini solidariskt, onkursvegna.  

Tey eru nú rættiliga sofistikerað, øgiliga áhugaverdir tónleikarar og rúma einum ríkum ljóðheimi – og tey rúma eisini hvørjum øðrum. Tey lurta, følararnir eru virknir, tey spæla veruliga saman, og tað gera tey við yvirskoti. Ummælararnir í sjónvarpssendingini, Marjun Drós og Anna Sofía, rósa bleytu røddini hjá Eyð Lín, sum passar væl inn í tónleikin, og eg eri samdur, hóast hon viðhvørt er so spøk, at hon druknar í ljóðmyndini.

Eg hugsi, at tónleikurin veit ikki heilt, hvat hann vil vera, poppur ella djassur, og hann endar við at vera hvørki. Lagsmíðið er ikki nóg spennandi sum djassur og ikki nóg fangandi sum poppur. Ikki tí at tónleikur skal definerast so hvast, ella at tey skulu verða meira knívskorin um, hvørja sjangru tey spæla, men eg haldi bara ikki, at tey raka hatta gylta punktið, har musikalskur kompleksitetur og fangandi poppmelodiir ganga upp í eina hægri eind. Tað má vera málið.

Hetta hugsi eg í fyrsta lagnum, har Eyð Lín syngur á føroyskum, ein einfaldur og gerandisligur tekstur, "spákandi, sama veg sum tú", sum er á markinum millum fitt og stalkarasligt – ella eltaraligt á góðum føroyskum – og tað riggar væl.

Hetta hugsi eg eisini í næsta lagnum, "Story of Life", sum er ikki lítið í Vulfpeck-stíli við funky basslinjuni hjá Elin Mariu og komplimenterandi gittarspælinum hjá Benjamini, sum eisini spælir eina skitna, nørduta og koksuta solo, eg elski tað. Lívligur og stuttligur sangur við góðum blandi av dissonansi og samljóði.

Triðja lagið, "Reiggja", er tað mest áhugaverda og eisini tað, sum riggar best, hevur besta sangskriving, tann mest heilstoypti sangurin, sum í størri mun enn hinir megnar at samansjóða tað fangandi og sofistikeraða, um mann kann siga tað soleiðis. Benjamin leggur út og endar við einum lekrum, analogum Zelda-sligum ljóði á Novation synthinum og diskar upp við eini feitari klaversolo miðskeiðis í sanginum, áðrenn eitt spennandi kórpetti hjá Eyð Lín og Elin Mariu koyrir sangin og konsertina heim.

Havi hug at enda við at siga, at tað er ein sonn fragd at hoyra kvinnuliga rútmudeildina við Vár og Elin Mariu, tær eru báðar einastandandi dugnaligar og sjarmerandi á pallinum. Gleði meg at fylgja yrkisleiðunum hjá hesum fýra tónleikarunum, vit eru heppin í Føroyum at eiga fólk sum tey.

DÓTTIR
Nú eri eg aftur í Reinsarínum, kropsliga og andaliga, tó at sálin enn ikki heilt er lend í salinum, hon skal líka finna seg sjálva í rokanum av at koma inn mitt undir framførsluni.

Her spælir DÓTTIR, hvørs kristna navn er Súsanna Herálvsdóttir. Hon hevur føroyskar røtur, tosar danskt og syngur á enskum. Hon er ein dugnaligur og royndur tónleikari, sum kom til finaluna í Sement í fjør og hevur útgivið bæði eina styttri EP og eina plátu í fullari longd, "Seeker" (2019), sum er ein fín, myrk, psykedelisk og rokkut útgáva.

Hon stendur einsamøll á pallinum við kassagittara í hond og spildurnýggjum løgum, og eg má blankt viðganga, at í kvøld er tað eitt sindur moðið hjá henni. Tað er tungt, sogt og lítið áhugavert. Hon spælir trý løg, sum eru heldur einstáttað, ofta situr røddin ikki ordiliga, og hvørki tekstirnir, melodiirnir ella hennara skirvisliga vibrato siga mær tað stóra. Tað má eg eisini staðfesta um nakrar dagar í Reykjavík, tá eg lurti umaftur á KVF.fo.

Tað er ongantíð stuttligt at geva einum medmenniskja og starvsfelaga eitt ivasamt ummæli, men hetta er bara mín meining sum ein einstakur einstaklingur, og tað er heldur ikki mín endaligi dómur um hana sum tónleikara, bara upplivingin í kvøld. Hetta havi eg hoyrt hana gjørt munandi betri, og tað ivist eg ikki í, at hon eisini fer í framtíðini.

DÓTTIR hevur eina áhugaverda rødd, sum ljóðar nógv eldri, enn hon er. Í kvøld vóru løgini rættiliga afturlítandi í stíli, eg hoyrdi eitt sindur av somu 90ara nostalgiini, sum ein onnur føroysk/donsk sangarinna, Brimheim, eisini nýtir í sínum tónleiki, og løgini snúðu seg um myrk og álvarsom evni við linjum sum "who is there to calm you / every day in such pain" og "this nightmare on earth". Tað var ikki heilt frítt fyri klisjum, og eg hugsi, at tað hevði verið áhugavert at hoyrt hana sungið á donskum – og hon segði sjálv, at hon kanska ein dagin fór at syngja á føroyskum.

Bláni
Hesin bólkurin varð spontant stovnaður fimm minuttir áðrenn tilmeldingarfreistina til Sement, men manningin er á ongan hátt óroynd: Heri Olsen (sangur, gittari), Laura Edit Gunnváardóttir (sangur), Jón McGavin (gittari), Robert Waagstein (trummur) og Jóhan Kristian Dam (bassur) hava nógvar tímar á palli sínamillum, m.a. í føroyskum tónleikavarðum sum Danny and the Veetos og Bendum Spónum.

Oddamaðurn Heri Olsen hevur verið virkin tónleikari í nógv ár og er helst mest kendur sum trubadurur í teimum ymsu barrunum, har hann syngur slagarar fyri sanglystigum og druknum føroyingum, men hann er eisini ein intimur og introvertur listamaður, sum hevur okkurt kensluborið yvir sær.

Tað vísir hann eisini hetta kvøldið í Reinsarínum. Hann hevur hesa Eddie Vedder-kendu røddina, sum er eitt sindur brúkt, einki serliga original, men hann syngur væl, ein solid sangrødd, og tað klingaði, tá Laura Edit Gunnváardóttir eisini sang við á aðru rødd.

Teirra næsta lag, "Kyrra", er tað fyrsta, sum Heri hevur skrivað á føroyskum. Hann sigur á pallinum, at hann altíð hevur havt ávísan ótta fyri at skriva á føroyskum, tí tá skal teksturin liva upp til okkurt úrtøkiligt krav um gott mál. Hetta er júst vandin, hugsi eg, at vit fremmandagera egnu móðurtungu við at hevja hana so høgt, at vit ikki røkka henni. Tað er umráðandi, at sangskrivarar og tekstasmiðir sum heild menna eitt avslappað forhold við føroyska málið, so at tey kenna seg fortrólig við at skriva soleiðis, sum kennist teimum natúrligt. Tað er tað, sum gevur best úrslit á einum kensluligum støði, tí tá ert tú í eygnahædd við lurtaran, og tá er eisini lættari at sleppa undan tugdum klisjum um eitt nú "brimbardar klettar".

Tann klettin rendi Heri seg beint inní. Júst tann orðingin er bara eitt no-go í 2022. Okkum tørvar ikki fleiri sangir um tað evnið. "Viðkvomu røddirnar tagna skjótt, vísa tær á veg", sang Heri víðari, og tað er akkurát tað. Lat tær innaru kritisku røddirnar úr internetsins rættstavingarbólkum halda kjaft eina løtu, meðan tú skrivar tín føroyska tekst.

Eg veit ikki. Orsaka. Rant over.

Bólkurin ljóðar væl, spælir fínt saman og hevur eitt lættari grunge ella post-grunge ljóð. Hjá einum inkarneraðum Bendum Spónum fjeppara er tað serliga ein fragd at hoyra Jón McGavin á gittaranum, hann hevur bara eitt serstakt ljóð, sum av og á fær ein høvuðsleiklut, serliga tá hann trínur í eina solo í fyrsta lagnum. Chef's kiss.

Tónleikurin er sentimentalur upp á ein tannáringasligan máta við linjum sum "it's been a long time coming / but it looks like I'm finally free / our final hour has come / oh-oh-oh". Tað er kanska lættari at skriva tekstir á enskum, men halt kjaft ikki, sum tað er nógv endurnýtsla. Í meginpartinum av enskum sangtekstum er einki nýtt undir sólini síðani Lennon & McCartney samstarvið endaði, og tí mátti tað nettupp verið nógv lættari at skrivað á føroyskum, her so nógv enn er ósagt.

Marius DC
Um huglagið higartil var linligt, lurta so nú. 

Her byrjar kvøldið av álvara.

Framførslan hjá Mariusi DC var so góð, at tað var vert at halda Sement 2022 bara fyri at lata okkum uppliva hana.

Hann stígur á pallin í sólbrillum, hettutroyggju og følskum pelsi, men tá konsertin er liðug, liggur alt og sløðist á gólvinum, Marius stendur eftir krúnrakaður og í berum yvirkroppi. 

Av sonnum ein legendarisk framførsla, ikki bara orsakað av orkuni hjá Mariusi, sum eigur hvønn millimetur av salinum við síni nærveru, men eisini orsakað av hansara virtuosu gávum sum rappari og høvundur. Vit eru von at hoyra hann á enskum, men í kvøld er alt á føroyskum, og tað meistrar hann longu nú sum 18 ára gamal. Hansara orðaval og nýtsla av føroyska málinum er kreativ, stuttlig, hørð, beinrakin, ógvuslig og góð, og hann setir kastiljósið á samfelagsliga viðkomandi evni. "Sigi alt eg hugsi, og eg hugsi alt for nógv", sigur hann í næsta sanginum, "Slættaratindur", sum snýr seg um at vera toppurin av Føroyum, og tað er torført at argumentera ímóti tí. Hann dugir sítt skitt til lítar.

Men Marius DC er ikki einsamallur á pallinum, sum hann ofta hevur verið fyrr. Við sær hevur hann eina góða manning: Jákup Tórgarð á Nord (klaver/synth), Benjamin Tausen á Lava á gittara og Dan "the fucking man" Eyðun Karbech, sum spældi basssynth og stýrdi samplingum, beats og øðrum programmeringum. Ein solid manning, sum er totalt tilbagelenað og veitir nógv chill á pallinum – í andsøgn til Marius, sum fresar um alt rúmið og stjelur eyguni og oyruni.

Tekstirnir bera viðhvørt dám av klisjum, til dømis "tín dama ríður á mær, sum eg var ein BMX", sum tó er ein stuttligur máti at siga tað, sum so nógvir aðrar rapparar hava sagt. Tað er tað, sum ger Marius so góðan. Hann sigur nógv, sum er sagt fyrr, hvør ger ikki tað, men hann sigur tað við einum heilt ávísum og sannførandi stíli, sum er á einum høgum tekniskum støði. Til tíðir er tað eisini provokerandi, eitt nú sangurin "til babyrokkararnar við knívi í lummanum", sum er ein djørv atfinning av umfatandi føroysku ungdómsmentanini, at tað er kul at vera kriminellur. Tað heldur Marius ikki, og tað er frískligt at hoyra.

Viðhvørt sita versini ikki heilt, men løgini eru nýggj og hava nógv orð, so tað telur ikki alt ov nógv niður, tí 95% av tíðini er avhendingin av linjunum ógemeina góð.

Alt í alt sparkar framførslan bara reyv. Marius hevur lyft Reinsaríið, huglagið er nú eitt heilt annað, fólk eru glað, spent og upplyft. Tað er eitt slag av gandi.

Amona
Næst á pallin kemur ein ung dama, um 18 ára aldur, sum eg skilti tað. Hon hevur royndir frá Open Mic tiltøkunum, sum Monkey Rat plagdu at fyriskipa í Reinsarínum hvørt mikukvøld, og so luttók hon eisini á Sement í fjør. 

Hon er smæðin á at lita, tá hon trínur upp. Hevur eitt stativ við sær til tekstirnar og finglast eitt sindur við reimina á gittaranum, sum ikki vil akta. Hon tykist rættiliga nervøs, men tá hon byrjar at syngja, hvørva nervarnir. Tað er ein ramlig rødd við nógvari fyllu, ein solid sangrødd, og Amona er bara aldeilis kjút og sjarmerandi við sínum smædna og afturhaldandi lyndi.

Løgini eru góð og ósek. "I wanna put a smile on your face, I just love to sing", syngur hon í fyrsta lagnum, og tað eydnast, tí nógv sita og smílast – í øllum førum eg. Næsti sangurin er eitt sindur three chords and three words: "I want to tell you three words: I love you." Einki nýtt undir stjørnunum í mun til lagsmíð, men hon ger tað við einum inniligleika, sum er vermandi. Eg kenni meg uppfyltan við agape, og heimurin virkar sum eitt betri stað, nú eg veit, at Amona er til.

Men eg hugsi eisini, at hetta er ikki nokk. Ikki til at vinna hesa kappingina, eiheldur til at koma víðari. Tað er fínt at hava eina inniliga, introverta og stilla framførslu, men so mugu løgini vera serstakliga góð, og tað tónleikatekniska má vera á sera høgum støði. Hennara gittarspæl er ikki nóg gott, serliga má hon arbeiða við høgrahondsteknikkinum, tann rútmiska partin av spælinum, sum kann lyfta hennara sangir og framførslur á eitt hægri støði, um hon megnar at fáa betri tamarhald á tí økinum.

Impartial
Undir liðini á mær situr eitt garvað málmhøvd, sum heldur, at Impartial fara at spæla sovorðið 90ara new wave metal og vísir til bólkar sum Korn og Slipknot. Ikki heilt tungmálmur, kanska meira hardrock, sum eg skilji tað. 

Men hetta vísir seg at vera heilt skeivt, tí Impartial eru farnir frá tí stílinum, teir eru opinbart blivnir nógv harðari, villari og devusligir, síðani teir luttóku á Sement og vunnu føroysku Wacken Metal Battle kappingina í fjør. 

Teir tykjast beinleiðis devulssettir við uppspentum, útspílaðum eygum, útstingandi tungum og helvitisskríggjum. Byrjanin av konsertini er sum ein bumba, ið brestur. For frá. Frá fyrsta sekundi.

Tað er, sum ein infernalsk hvirla fer gjøgnum Reinsaríið, og tað dregur eisini beinanvegin ein áskoðara fram til pallin, eitt málmhøvd, sum kennir seg noyddan at høvdbanga í samlagi við bólkinum, og tað er um reppið, at hann stútast við forsangaran, Jákup Ólavsson.

Hann er intensur, Jákup, og teatralskur í sínum rørslum, hann vríggjar seg, sum hann roynir at bróta út úr skinninum. Eg hoyri ikki eitt orð, sum hann syngur, men eg ímyndi mær, at tað snýr seg um ormar og devlar. Tað er neyvan um caffé latte og hugnakvøld við familjuni. Vónandi ikki. Ella kanska hevði tað verið kul.

Næsta lagið fær salin upp at kóka, tá tað brýtur saman, og bara eitt feitt Korn-aktigt gittarriff er eftir. Tað er okkurt við tí skiftinum í ljóðmyndini, tá hon lækkar í styrki og síðani byggist uppaftur, sum bara rakar okkum, áskoðararnar, eitt heilt ávíst stað, og eg fái hug at reisa meg og kasta stólin ella bróta ølglasið móti vegginum. Fantastiskt. Sera smittandi og fangandi orka.

Triðja og seinasta lagið byrjar við einum stillari, melodiskum gittara, og so verður tað hart, trummurnar koma brutalt inn, men hetta lagið fangar ikki salin á sama hátt, ikki fyrr enn nakrar minuttir seinni, tá tað aftur verður stilt, og so brestur tað. Nú er rúmið aftur við, og tað er massar av dupultpedalum, massar av power, ein atombumba av einari framførslu, sum blæsur áskoðararnar umkoll.

Bergtakandi.

Tiger på Spring
Seinasti bólkurin er ein bólkur av dønum, sum vilja hevna føroyska yvirræðið í X-Factor kappingunum við at koma til Føroyar og vinna okkara tónleikakappingar. Tvætl. Tað eru míni orð. Men kanska passar tað.

Hetta kvøldið eru teir í Reinsarínum í longing av eini Grønlandsferð, og teir eru eitt herligt ískoyti til skránna.

Forsangarin Jonas Mahavishnu Hammer er orkufullur og karismatiskur á sín egna sermerkta hátt, hann syngur væl og spælir stórar gittarsoloir, sum ljóða sum '80ara stadiumrokk, meðan tónleikurin sum heild hevur tilsipingar til '70ara psykedeliskt rokk og nýggjari indie/synthwave rørslur við eksperimentalum, jazzutum undirtónum og polyrytmum galore.

Teir eru fýra mans, og teir spæla eina serstakliga áhugaverda konsert. Teir vóru bólkurin, sum eg skrivaði mest um í notatbókini, tí har var so nógv at seta orð á, men hetta ummælið er longu ov langt, og teir skilja ikki føroyskt, so eg fari bara at enda teirra brot við at siga, at de spiller skidegodt. 

13 mans
Marius DC, Impartial og Tiger på Spring.

Hetta eru bólkarnir, ið Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge rópar upp á pallin eftir boðum frá dómarunum, sum í kvøld eita Ragnar Finsson, Kári Sverrison og Torleik Mortensen. 

Tríggir bólkar og trettan menn.

Tað gerst sostatt reint borð við mannfólki í Reinsarínum, og tað er ógjørligt at siga, at teir ikki hava uppiborið finalusessirnar.

Eg havi tó hoyrt leysasøgur um, at danski bólkurin ikki verður í Føroyum til finaluna komandi leygarkvøld. Tað er sjálvandi harmiligt.

Kanska iKai sleppa við ístaðin?

Eg veit ikki.

Hetta eru so tey sjey nøvnini, sum standa á skránni leygarkvøldið 30. apríl, tá finalan verður:

Sway

RSP

Daniel

Dania O. Tausen

Impartial

Marius DC

Tiger på Spring

 

Tað verður eitt satt brak.