UMMÆLI av Sement: Tað kendist stórt

Tónleikakappingin Sement hevur verið á hvørjum ári síðani 2010, men í ár er fyrstu ferð, tað hevur eitt stórsligið huglag, sum minnir meg um Prix Føroyar

Trygvi Danielsen
10. apríl 2022 kl. 21:17

Tá tosað verður um føroyskar tónleikakappingar, er Prix Føroyar aloftast frammarlaga í samrøðuni: Legendariski savningardepilin í føroyskari tónleikasøgu millum 1995 og 2003. Annað hvørt ár varð kappingin hildin, og hon savnaði fólk í hópatali bæði framman fyri pallunum kring landið og heima á sofunum framman fyri skíggjanum, har hon varð beinleiðis varpað.

Eg minnist finaluna í 2001. Vit høvdu bílagt tvær familjupitsur frá Pizza 67 og ivaleyst tvær stórar fløskur av Faxe Kondi og Pepsi. Clickhaze vann kappingina við tí nærum mýtologisku manningini, sum hvør í sínum lagi hevur myndað føroyskan tónleik seinastu 20 árini. Eivør Pálsdóttir var lítið eldri enn konfirmantarnir í kirkjunum í dag, og eg minnist ákærurnar, at hon hevði roykt hassj, at hon var ávirkað av rúsevnum, tá hon í ovfarakæti helt eina kærleiksfulla takkarrøðu á pallinum.

Tað hevði hon ikki. Hon var bara glað. Og tað vóru tónleikaligu Føroyar eisini. Glaðir amatørar. Á veg ímóti onkrum størri. Ávegis professionalismu, kanska. Tað eru vit enn tann dag í dag, meir enn 20 ár seinni. Nógv stig eru tikin, og nógv eru eftir at taka. 

Eg man ikki vera tann einasti, sum mangan hevur sitið á YouTube og tráhugt at øllum upptøkunum frá teimum fimm kappingunum millum '95 og '03, sum Kringvarpið dokumenteraði so framúrskarandi væl. Huglagið hevur ein heilt serligan bláoygdan ósekleika í sær, tiltakið er totalt blottað fyri kynismu, tónleikararnir eru húðerligir, tey meina tað av øllum hjarta, tað er ideologiskt, og tað snýr seg um tónleikin, tað snýr seg um listina. Tað er fantastiskt.

Prixið legði lunnar undir eina blómandi tíð í føroyskum tónleiki, sum eggjaði fólki at fara inn í venjingarhølini at skriva egin løg. Hetta var kollveltingin, at føroyingar nú í nógv størri mun fóru at framleiða nýskrivaðan tónleik og fingu ein pall at framføra hann á. 

Og so tagnaði pallurin.

Rákið livdi víðari, mentanin var broytt med alla, og tónleikurin hevði brotið leinkjurnar til dansitiltøkini í ítróttarhallunum, har endamálið bert var at undirhalda, nú snúði tað seg eisini um at bróta upp úr nýggjum, at provokera, at lekja, at skapa list. Tónleikaligu Føroyar vóru komnar inn í einogtjúgundu øld. 

Men pallurin tagnaði, og tað gjørdi hann í nógv ár.

Gamaní, árliga tónleikakappingin GBOB, Global Battle of the Bands, var somuleiðis ein góður kveikjari árini 2005-2008 og sendi m.a. føroysku Boys in a Band til London í 2007, har teir vunnu stóru altjóða kappingina, og tónleikakappingin Sement hevur verið ein fastur árligur fúsur síðan 2010, men Kringvarpið hevur ongan ognarskap havt í teimum báðum kappingunum, og tí hevur ikki verið gjørt eins nógv burturúr, tað hevur ikki havt sama anda, ikki somu kenslu av stórleika, tað hevur ikki savnað fólk, hvørki framman fyri pallum ella heima í stovum.

Inntil í gjárkvøldi.

Sement 2022
Tað var eitt serstakt huglag í Reinsarínum leygarkvøldið 9. apríl 2022, tá fyrsta umfarið í árligu Sement kappingini fór av bakkastokki. Salurin var tjokkaður við fólki, tað var útselt, og Biit-toymið hjá Kringvarpinum hevði ikki færri enn fýra myndatól í rúminum, helt eg meg telja, sum sendu beinleiðis av pallinum og varpaðu út samrøður og ummæli millum framførslurnar. Stroymingina sá eg av góðum grundum ikki, men tað gjørdi okkurt við kensluna í rúminum, at tað varð varpað út. Sement kendist størri, enn tað plagar, tað var meira elektrisitetur í luftini – bókstavliga og metaforiskt.

Fimm bólkar skuldu spæla seg til tveir finalusessir, har stórir vinningar eru at heinta hjá trimum teimum fremstu bólkunum, sum allir fáa innspælingartíð í Studio Bloch við kønari hjálp frá framleiðaranum og teknikaranum Theodori Kapnas. Harafturat verður ein útbreiðsluvinningur frá donsku fyritøkuni Friendly PR, sum hjálpir tónleikarum at røkka longri við listini.

Betraðu vinningarnarnir merkjast í áhuganum fyri kappingini, sum í ár verður avgreidd við trimum undanumførum áðrenn fjórða og endaliga kvøldið, tá vinnararnir verða valdir. 17 bólkar hava meldað seg til, enntá ein útlendskur, og tað talið er nógv hægri enn vanligt. Fleiri ár hevur Sement bert havt eitt umfar, har alt verður avgreitt sama kvøldið. 

Piparstertur
Fyrsta navnið, sum vertinnan Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge beyð upp á pallin, var instrumentali bólkurin Piparstertur, mannaður við musikkskúlafýrkleyvaranum Benjamin Djurhuus á gittara, Jákupi Tórgarð á klaveri, Djóna Nolsøe Fischer á bassi og Fríða Bjarkhamar á trummum.

Teir báðir Benjamin og Jákup vóru natúrligir og karismatiskir oddamenn í bólkinum. Á gittara og klaveri skiftust teir um at spæla hegnigar soloir, meðan Djóni og Fríði veittu stev og haldgóðan gróðrarbotn hjá melodilinjum at spretta burturúr. Teir spældu dynamiskt við broytingum í harðleika og intensiteti, tó at øll trý løgini høvdu nøkulunda sama bygnað: Harmoniskt tema, disharmonisk upploysn við crescendo og so aftur til temað við einum klimaksi, sum er harðari enn áðrenn. Nakrar ferðir skifti Djóni el-bassin út við synth-bassin miðskeiðis  í lagnum og so aftur til streingirnar í endanum.

Bólkanavnið Piparstertur stavar frá dagsins orði á Sprotanum tann dagin, tá bólkurin í fjør luttók á Sement á fyrsta sinni, og tey trý løgini eru eisini navngivin haðani: Kúpuhválvið, Veltan (epla) og Gívragníst. Teir argaðu hvønn annan innanhýsis, og tá Benjamin greiddi frá, at teir í fjør fingu kritikk fyri, at teir einki søgdu millum løgini, rópti Jákup á hann, at hann skuldi halda kjaft og spæla.

Tað vitnar um humorin, sum bólkurin hevur. Teir mintu meg um tveir aðrar humoristiskar, instrumentalar bólkar við musikkskúlatilknýti – nevniliga Gø og Bendar Spónir.

Piparstertur er tó ikki so eksperimenterandi sum hesir báðir bólkar, stílurin er ikki heilt so villur ella spælandi, tónleikurin er ikki heilt so spennandi. Tó høvdu teir nakað, sum hinir báðir ikki hava á sama hátt: Tev fyri einum minimalistiskum og einføldum beati, sum bara sparkar fokking reyv. Tað gjørdi annað lagi, Veltan (epla), ið eins væl kundi verið eitt lag hjá Anderson .Paak. Tá hoyrdust floyt og róp í salinum, øll føldu tað, øll fluttu seg við stevinum, eitt grundleggjandi sexutt groove. Avbera gott.

Eg føldi teir sum heild sera væl. Tað var torført ikki at flyta seg við tónleikinum, eisini í tí fyrsta lagnum, tá teir spældu hálvgum '80arasligan fusjónsdjass, sum vanliga ikki nemur meg stórvegis, meðan tað triðja og skjótasta lagið ikki var so minnisvert, tó at tað var ein hóskandi endi og hevði eina deiliga skitna solo frá dugnaliga pianistinum, Jákupi Tórgarð. 

Piparstertur er ein væl samanspældur bólkur, teir hava frekleika, attitudu, og teir svinga bara. Teir gera sítt ting og leggja ikki so nógv í, hvat áskoðararnir halda. Tað dámar mær.

Piparstertur

TeleMama
Næstir á pallin vóru fimm kúllarnir í TeleMama, sum fingu eina ordans presentatión frá Bjørk, ið var øgiliga svingandi við orðunum um bólkarnar, tá hon beyð teir á pall  – alt eftir, hvussu væl hon kendi ella dámdi bólkarnar. Tað helt eg vera keðiligt, tí tað litar, hvussu áskoðararnir taka ímóti tónleikarunum. Vónandi verður tað betur fyrireikað til næstu umførini. 

TeleMama eru eyðsæð væl umtóktir, teir fingu eina heita móttøku frá salinum, og vónirnar tóktust vera høgar, men teir livdu ikki upp til tær, tíverri.

Forsangarin, Óli Joensen, hevur karismu og útstráling, tað er einki at ivast í, hann er eitt sjarmutrøll í Pætur Zachariasson-siðvenjuni av føroyskum forsangarum. "Svigermors nightmare" skrivaði eg í notatirnar. Hann fær óivað nógv damuknø at bráðna, men hetta kvøldið var hansara framførsla heldur trilvandi, serliga í fyrsta lagnum, tá hann hevði torført við at finna røddina, sum tóktist vilst í tónleikinum.

Teirra tónleikur er lættur, skjótur og ljósur, tað er mánalýsispoppur, ein Mac DeMarco-inspirerað útgáva av Arctic Monkeys, men hetta kvøldið var Óli ein verri versión av Alex Turner. Føroyingurin hevur eina enska accent, sum vil ljóða bretsk, men hon rakar okkurt undarligt millumstað, har mann bara skilir fjórða hvørt orð ella so. Tað var órógvandi, hvussu illa orðini hoyrdust.

Tey bæði næstu løgini fann sangarin betur og betur seg sjálvan í tónleikinum. Hann sparkaði fleiri hol í luftina, gjørdi nógv peppandi vuhu-róp og fekk áskoðararnar at klappa við. Til síðst tók hann gittaran av rygginum og spældi eina feita, skitna solo. Sera orkuríkt, hann lyfti framførsluna nógv, men tað var tíverri okkurt, sum kendist eitt sindur forkølað ella nervøst við heildarmyndini, tá samanum kom. Eg skilti á lagnum, at vanligi trummarin ikki fekk verið við hetta kvøldið, men tað tóktist ikki at vera tað, sum bilaði.

Tað er einki at ivast í, at TeleMama er ein dámligur bólkur við stórum potentiali, ótemjandi orku og góðum sjálvsáliti. Men tað hevði kanska klætt teimum at brotið úr Arctic Monkeys-búrinum og skapt sær ein heilt egnan listaligan búna.

TeleMama

Eirmyrja
Hetta var fyrsta konsertin hjá metalbólkinum Eirmyrja, sum helst ikki hevði verið til, um einki Sement var. Á desibelmátaranum vóru teir ivaleyst harðasta innslagið á kvøldinum, nógv hildu fyri oyruni, men tað hoyrir sjangruni til.

Gerhard Páll Lognberg er sangari og oddamaðurin í bólkinum, og hann legði einsamallur fyri við nógvum distortion á gittaranum, áðrenn trummarin, Edvin H. Niclasen, taldi bólkin inn við fýra markantum sløgum. Tað var ein klassisk metal/rokk-formatión: Trummur, bass, gittari, gittari. Gerhard er ein áhugaverdur frontfigurur, sera dugnaligur sangari, ið megnar tað ljósa og tað myrka, og sum eisini hevur ein serligan intensitet, ið kennist ektaður og bersøgin upp á ein '90ara Curt Kobain-kendan máta.

Løgini vóru stutt sum poppsangir, 2-3 minuttir, sum er heldur óvanligt í metaltónleiki, og Eirmyrja er kanska heldur óvanligur sum heild, ein stuttlig blanding av onkrum heilt primitivum og rættiliga artistiskum. Forútsigiligur tónleikur, men tó als ikki.

Tað er eitt slag av falsloysi í teirra tónleiki, sum bert finst í metalheiminum. Tað er einki útspekulerað við tí, bara reint úttrykk, og tað dámar mær væl. Tó eru klisjur, eitt nú í sangtekstum um "emptiness inside", og tað var viðhvørt torført at hoyra, um tónleikurin í støðum var progressivur ella klossutur. Riffini sipaðu viðhvørt til Rage Against the Machine, tað er altíð dámligt, og eg hugsaði eisini um nu-metal bólkar sum Staind.

Teir spældu trý løg og endaðu við einum bresti, har trummarin trýsti dupultpedalirnar í botn, sangarin skríggjaði og grólaði í druknandi rúmklangi, og ljóðmyndin sum heild var ørkymlandi hørð.

Frálíkt.

Tað var Kristoffur Mørkøre, sum stóð fyri ljóðnum, og tað gjørdi hann væl. Eirmyrja umboðar helst hansara serøki, og tað hoyrdist kanska í ógvusliga ljóðinum. Akkurát, sum tað eigur at vera. 

RSP
Um TeleMama er "svigermors nightmare", so veit eg ikki, hvat RSP er. Hipphopp trímansbólkurin trein á pallin við sólbrillum, ómetaligari orku og sangtekstum sum "føli meg for nógv, tá eg hyggi í eitt spegl", "gentan er so motherfucking sexy, dámi hennara pattur" og "send mær meira pengar, mamma, eg eri líka við at vinna."

Tað snýr seg um ball, rúsevni, reyp, pengar og damur. Tær fimm klisjurnar í rappheiminum, tær fimm avtaglaðu tropurnar í hipphopp, sum vit hava hoyrt fimm túsund ferðir í øllum frá 50 Cent til Suspekt og øllum Soundcloud-rapparunum harímillum. Men halt kjaft, teir gera tað væl, RSP, og teir gera tað á føroyskum – sum teir fyrstu hetta kvøldið, har allir sangtekstirnir higartil høvdu verið á enskum.

Teir spældu seks stutt løg, meðan allir hinir bólkarnir spældu trý, og settið hjá teimum hevði eina góða gongd, sum menti seg frá at byrja við høgari orku og enda við ekstremt høgari orku. Tvey tey seinastu løgini eru ivaleyst tey sterkastu og kendastu hjá teimum, og Reinsaríið var sum ein trýstkókari hesar løturnar. Nógvir áskoðarar vóru komnir at hoyra RSP, tað hoyrdist.

Fimta lagið, sum snýr seg um rúsevnið MDMA, byrjaði við einum sampli, har eitt vísindafólk greiðir frá fyrimunum við MDMA í kliniskum royndum, og so fer tað við fullari ferð frameftir við linjum um at "slamma og roykja massar heysar". Hetta lagið rímar eisini "Trygvi Danielsen" við "Silvurdrongurin", sum eg haldi vera flott, men eg havi ongantíð ordiliga skilt, hvat teir siga um evnið. Teir eru sum heild ikki so týðiligir í framburðinum, teir rappa títt, tað skal ganga skjótt fyri seg, og tað er ikki altíð so lætt at skilja orðini, men tað er heldur ikki tað, sum tað snýr seg um. Tað snýr seg um orkuna. 

Tónleikurin sjálvur er svingandi í góðsku, og tað sama eru rímini. Tað er fyri tað mesta Steingrímur Hallson, sum syrgir fyri góðskuni á pallinum, meðan Heini veitir góða orku og ein flottan yvirkropp, og Bjarki hevur okkurt stuttligt og dámligt yvir sær. Teirra beats eru sum heild nokk so standard, tó at okkurt er veruliga feitt – til dømis tann seinasti sangurin á kvøldinum, sum næstan blásti takið av bygninginum.

Ja. Ein stuttligur bólkur við totalt dekadentum og amoralskum sjónarmiðum. Tað hoyrir til.

SWAY
Tað var ikki lætt hjá acapella bólkinum SWAY at trína á pallin sum seinasti bólkurin á kvøldinum, nú meirilutin av salinum hevði fingið góða kenning, og RSP júst høvdu geilað alt upp. Hipphopp-fjeppararnir hoyrdust eisini í salinum, beint áðrenn tær tríggjar byrjaðu at syngja, men alt tagnaði innan fá sekund, og Reinsaríið gjørdist pinnastilt. Tað vitnar um ein øgiligan musikalitet, sum eisini elvdi til gásarhold hjá undirritaða, sum tó má viðganga ávíst ógegni, tí unnustan syngur í bólkinum. 

Tær tríggjar Marianna Winter Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen syngja vanliga festligar barbershop acapella sangir eftir The Andrews Sisters frá miðskeiðis í farnu øld, men hetta kvøldið skuldi alt tilfarið vera egið. Tað næsta lagið var eitt friðarligt og vakurt Disney-kent kærleikslag, ið Katrina Olsen hevur skrivað, sum eins væl kundi verið við í Pinocchio, Askepot ella Lady og Vagabonden. Rúmið var nú uppaftur stillari. Fólkið lurtaði sum í andakt.

Seinasta lagið peppaði settið upp og snúði seg um at flúgva við Altantic Airways. Tær tríggjar lótu seg í sum flogternur og sungu á føroyskum um flogskikkir, ferðafólk og "royking er ikki loyvd umborð", sum var afturvendandi temað í sanginum. Tá var látur í salinum, og tað tóktist sum, at øll kendu seg aftur í tekstinum.

Sum heild ein sera heilstoypt framførsla hjá einasta kvinnuliga bólkinum hetta kvøldið.

Avgerðin
Í steðginum áðrenn avgerðin hjá dómarapanelinum varð kunngjørd, prátaði eg við nakrar áskoðarar um møguligar vinnarar, og tað tóktist at vera rættiliga breið semja um, at tveir teir seinastu bólkarnir fóru avstað við sigrinum. Meira eg hugsaði um tað, meira sannførdur gjørdist eg eisini um júst tað, hóast tað var trupult at taka dagar millum bólkarnar, ið allir komu við hvør sínum eyðkennum og gjøgnumgangandi góðsku.

Dómararnir Guðrið Hansdóttir, Torleik Mortensen og Dánjal á Neystabø peikaðu á SWAY og RSP sum teir báðar bólkarnar, ið skuldu víðari til finaluna í Sement, og tað lætt at vera samdur við teimum. Tríbólkarnir báðir kundu valla verið meira tvørøvutir av hvørjum øðrum, men teir komu hvør í sínum lagi við onkrum heilt serligum. Tó hava SWAY og RSP eitt til felags, sum er, at teir sum einasti bólkarnir hetta kvøldið høvdu sangtekstir á føroyskum. Kanska er tað ein ábending um, at tað er ein fyrimunur at skriva á móðurmálinum. Harafturat vóru teir eisini einastu bólkarnir hetta kvøldið, sum ikki nýttu ljóðføri á pallinum.

Samanumtikið var hetta eitt framúrskarandi gott og spennandi fyrsta umfar av Sement, og longu komandi leygarkvøld trína fimm teir næstu bólkarnir á pallin í Reinsarínum.