Ummæli: Sement Finalan

Meðan Marius DC uppiborið vann kappingina og hátíðarhelt heiðurin í euforiskum kæti, og Impartial eisini fult uppiborið tók øll á bóli sum tveyari, so stóð Dania stillisliga í bakgrundini sum stóri vinnarin hetta kvøldið.

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Trygvi Danielsen
2. mai 2022 kl. 23:42

Tað er ikki uttan sorgblídni, at Sement 2022 nú er liðugt.

Seinastu fýra leygarkvøldini eru brúkt í samlagi við 24 fjølbroyttum og beinleiðis stroymdum framførslum í Reinsarínum, har 17 bólkar hava luttikið við fleiri enn 50 nýskrivaðum løgum, og til finaluna í gjár var tað bert ein av teimum seks luttakandi bólkunum, sum ikki sang ella rappaði á føroyskum. Tað er ikki bara ein sigur fyri føroyskan tónleik, tað er eisini eitt kærleiksbræv til føroyska málið, at tey ungu í so stóran mun eru farin at syngja á føroyskum – à propos tað, sum var frammi í vikuni, at ein fjórðingur av føroyskum børnum í okkara samtíð sigur enskt vera sítt móðurmál, nú TikTok og YouTube eru ágrýtnar sammøður í uppalingini. 

Sement 2022 var so nógv, sum eg fari at sakna. Fari at sakna intuitivu og akkurát passaliga óhóskandi viðmerkingarnar hjá Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, sum var vertur øll kvøldini. Fari at sakna góða ljóðið hjá Kristoffur Mørkøre, ið sat við pultin øll kvøldini. Fari at sakna huglagið, klappini, rópini og prátini við fólkini, ið fyltu salin øll fýra kvøldini. Mest av øllum fari eg at sakna tónleikin, men hann fer ongan veg – annað enn í upptøkuhølini og á pallarnar.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Mær dámdi serstakliga væl við kappingini í ár, at vinningurin fyri fyrsta, annað og triðja pláss í grundini var tann sami: Upptøkutíð í Studio Bloch við framleiðara Theodori Kapnas, íroknað ljóðbland og meistran av tónleikinum. Tað mótroknar innbygda absurditetin í tónleikakappingum, at tríggir teir fremstu bólkarnir fáa sama vinningin, tí tað er ógjørligt at siga við nøkrum sum líkist vísindaligari haldgóðsku, at hesin ella hasin tónleikurin er betri enn hin. Tað skilti eg á lagnum, at dómararnir eisini máttu ásanna, tá teir skuldu avgera vinnararnar. Tey fóru næstan til hendurs, segði Bjørk, og helst er eitt gramm av sannleika í tí útsøgnini. 

Tá samanum kom var tað fólkaræðið eftir griksku modellini, sum loysti skjarrið: Ein úrvalsnevnd atkvøddi um málið. Guðrið Hansdóttir, Torleik Mortensen og Høgni Lisberg stemmaðu seg fram til, at Marius DC gjørdist nummar eitt, Impartial nummar tvey, og Dania O. Tausen nummar trý. Harafturat vann Dania PR-pakkan hjá Friendly PR, sum fer at marknaðarføra hennara tónleik, tá hann verður útgivin. Tí kann sigast, at meðan Marius uppiborið vann kappingina og hátíðarhelt heiðurin í euforiskum kæti, og Impartial eisini fult uppiborið tók øll á bóli sum tveyari, so stóð Dania stillisliga í bakgrundini sum stóri vinnarin hetta kvøldið.

Marius DC er sostatt seinasta ískoytið á eftirhondini navnframa listan av Sement-vinnarum, har ein av bólkunum hjá Daniu, Reality Bytes, eisini stendur uppskrivaður: 

2022: Marius DC
2021: Joe & the Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bytes
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Bluesette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and the Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Eg fari tó at pástanda – nú, dagin eftir, tá roykurin eftir endabrestin hevur spreitt seg í smáar bitlar upp í stratosferuna – at sanni vinnarin av tónleikakappingum sum hesari er tónleikurin sjálvur, sanni vinnarin er tónleikaumhvørvið sjálvt, og tað er eitt slag av trickle down economics, sum í hesum sjáldsama førinum faktist riggar og spjaðir seg til øll tey luttakandi, bæði tónleikarar og áskoðarar, ið sýna tónleikinum orku, tíð og kærleika.

Hervið er dagsins ostutti lummavísdómur lokin.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

RSP
Nú skilti eg endiliga, hvat tað er, teir siga: "Trippi líka harðligt sum Trygvi Danielsen / skilji hví tú ert snedigur, Silvurdrongurin", og tað er sum so ein fín eygleiðing, tí eg trippi generelt illa í gerandisdegnum – tilverulig angist o.s.fr. – men eg helt tað vera óneyðugt, at allir tíggju brølapumenninir á pallinum skuldu fokka eftir mær, meðan hetta varð framborið. Tað er ikki fyri at eskalera eitt beef við RSPosta, tí í mínari verð finst einasta kjøtið millum okkum á mínari BBQ chicken pitsu, tá teir koyra hana út til mín hundasjúkar sunnudagar. Bara teir halda meg mettan, so verði eg ikki illsintur. Tvætl. Sum fyrrverandi postmaður sjálvur havi eg bara virðing fyri teirra góðu og skjótu tænastu.

Teir eru dámligir, kúllarnir í RSP, sum fingu torføra heiðurin at bróta ísin hetta stórsligna finalukvøldið. Spenningurin í salinum var merkisverdur og næstan ein fysisk nærvera í rúminum, tá Bjørk beyð teimum á pall. Tað, sum hendi næst, hevði eg ikki væntað. 

Heini Ronnason á Heygum, ið framleiðir tónleikin hjá bólkinum, gongur stillisliga upp til flyglið og setir seg at spæla ein ljósan, sorgblíðan melodi, sum Eivin Dam Simonsen akkompagnerar við flottum trumpettónum. So fer Heini at syngja, meðan hann spælir, tað er ein ballada um ein ávísan suðuroying, ið er ella hevur verið politistur, tað er ikki so ringt at gita samleikan hjá viðkomandi, og tað er ein dimensión í sangskrivingini hjá RSP, sum eg ikki ordiliga havi fangað fyrr enn nú: Teir satirisera hendingar og persónar í føroyska samfelagnum, sangirnir eru í roynd og veru nýmótans tættir à la Jákup á Møn. Hetta gera teir hegnisliga, oftast uttan at nevna nøvn. Tey, sum vita, vita.

Bjarki "Popparin" Jónasson spældi so eina skitna gittarsolo, sum prógvaði, at teir eru altso rættiliga musikalskir. Ein djørv og áhugaverd byrjan upp á konsertina hjá einum bólki, sum til undanfarna umfar dúvaði so nógv upp á adrenalin og reina orku. Hetta kvøldið vóru teir sum heild róligari, teir hvíldu meira í sær sjálvum og í tónleikinum, høvdu kanska minni at prógva, og tað klæddi teimum væl. Ikki tí at teir ikki brendu gummi við 200 km/t eftir bygdum øki og fingu fólkið á kók, tað gjørdu teir eisini, men tað var meira stílur yvir tí hesa ferð, beatini ljóðaðu onkursvegna betur, og framburðurin hjá øllum trimum vokalistunum var meira sannførandi enn seinast, tó at Steingrímur "Stoney" Hallson aftur í kvøld greitt var tann mest tekniskt køni av teimum. Av øllum bólkunum hetta kvøldið var RSP tann, sum tók seg mest fram frá fyrra til seinna umfar. Hattin av fyri tí.

Ein lítil tekniskur feilur forðaði næsta lagnum at raka sum ætlað, men tað kom, og tað var gott. Tað var tann um "send mær meira pengar, mamma", ein tekstur sum eg ei heldur havi skilt fyrr enn nú, tá onkur greiddi mær frá innihaldinum. Tey, sum vita, vita.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

"Næsti sangurin fer út til tøsirnar", segði Heini so og læt seg úr skjúrtuni, meðan "Gentan er sexy" fór í gongd. Á bringuni hevði hann fingið sær eitt RSP logo, og tað hevði Eivin, trumpetisturin, eisini. Hetta lagið riggaði stak væl, framleiðslan var rættiliga chillað og lo-fi study beat-slig, og trumpetin gav tí heilt vist okkurt eyka, tó at yvirkroppurin hjá Eivin ikki var heilt so proteinmikil sum tann hjá Heina. Linjan í niðurlagnum "hon ger ein djeikara super straight" er næstan so vánalig, at hon er góð. Eg meini ­– hvør sigur djeikari í 2022?

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Tvey tey seinastu løgini, bæði við rúsevniseggjandi tematikki, skrúvaðu teir ferðina náðileyst upp eftir hinar tríggjar fyrstu, sum vóru lutfalsliga niðri á jørðini. Eitt mannsterkt harkalið í svørtum klæðum, sólbrillum, hettutroyggjum og brølapum kom á pallin og skapaði eyka heip, og tað seinasta lagið um MDMA er bara ein bangari. "Um tit ikki hava tikið tað, so burdu tit", segði ein á pallinum. "Eg mundi eina ferð doyð av tí", segði ein annar. Sig so tað. Ein fleirhyrntur og dialogiskur diskursur um MDMA í Reinsarínum eitt leygarkvøld í apríl, beint áðrenn ein trunki av gorillakrígsklæddum ungdómum samskipa mossjpittar á pallinum.

Eitt sterkt og fjølbroytt sett frá RSP, sum gjørdi, at eg avgjørt fekk størri virðing fyri teirra konsepti.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal CarréMynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Dania O. Tausen
Eg tími ikki at tosa meira um ógegni, nepotismu og skriva uttan um framførslur hjá Daniu O. Tausen og hennara bólki. Mín erliga meining er, at Dania er ein tann mest spennandi sangskrivarin í Føroyum seinastu nógvu árini. Tað prógvaði hon við plátuni "Gonguteigatúnatos", og tað hevur hon framhaldandi prógvað við teimum fimm nýggju løgunum, hon hevur spælt á Sement, sum hon í stóran mun hevur samstarvað við Benjamin Djurhuus, Ragnar Finsson og Benjamin Petersen um at skriva. Tey eru stillfør, tó brádliga brestandi, evnini eru fín sum silkitræðrir, tó almenn og einføld hjá øllum at skilja og merkja. Havi bara veruliga hoyrt tey beinleiðis hesi bæði kvøldini í Reinsarínum, og tey hava rørt meg djúpt báðar ferðir.

Elin Maria Hansen byrjar konsertina við at lata fingrarnar glíða hegnisliga eftir kontrabassinum, Dania byrjar so at syngja við klárari rødd, og Ragnar Finsson kemur uppí, tað er nærum tvísongur, ein duett, men ikki ordiliga, tey syngja forskotið í mun til hvørt annað, kano ella ketusangur, og tað riggar sera væl. Eitt sindur óruddiligt við vilja. Lagið hevur tríggjar søgur, sum leiða til hvørja aðra: Fyrsta er um at vilja ferðast og síggja heimin, næsta er um at sláa seg niður í Føroyum, og triðja er um at verða familjumenniskja. Tað er ungdómurin, búningin og vaksnamannalívið, sum alt fer fram innan fyri eini tíggju ár hjá teimum flestu – í tjúgunum. At siga ja til eitt er at siga nei til okkurt annað, at siga nei gevur pláss til enn meir. Nakað soleiðis syngja tey, og kórið við Benjamin Djurhuus og Elin Mariu kemur inn í endanum, sera kul. Søgusigandi, avslappað og framúr búgvin sangskriving.

Á næsta lagnum spælir Vár Miðberg trummur við berum hondum, sum eg elski, og sangurin er eyðkendur við, at hann broytir fleiri ferðir feel ella kenslu. Hann byrjar sum ein fólkajazzkendur sangur í familju við Jakobinu Ellingsgaard og fer so í eitt swing groove í niðurlagnum og endar við onkrum heilt triðja, har Benjamin spælir akustiska gittarsolo. Lagið snýr seg um at hava góða tíð og at gleða seg at sakna teg, ein haldgóður, jazzutur kærleikspoppsangur, hvørs líkar vit sum tjóð ikki hava framleitt nógvar av, síðani Nicolina var í velmaktini, og hesin hjá Dania hevur eitt twist av samtíðini, sum ger hann serliga áhugaverdan.

Triðja lagið er eisini eitt kærleikslag, har niðurlagið heilt einfalt ljóðar: "Kann eg hava armin soleiðis her?", sum er eitt tað besta niðurlagið, eg havi hoyrt leingi, bæði undirspælt og kreativt og stuttligt og heitt og einfalt og búgvið. Tað eyðkennir Daniu, at hon torir at vera minimalistisk bæði sum sangari, framførari og lagsmiður, men hon ger tað við einum framúrskarandi sansi fyri lítlum detaljum, sum ríka lurtaraupplivingina ómetaliga nógv – til dømis í hesum lagnum, sum knappliga brestur á við larmi bert í fá sekund, áðrenn stilla huglagið heldur fram. Tað krevur stóran listaligan intelligens og vitnar um eina listakvinnu, sum hvílir í sær sjálvari og løgunum, hon skrivar. Tað er ein ró, sum smittar áskoðaran og ger upplivingina íheimliga. 

Fjórða og seinasta lagið hevur Dania skrivað við eydnusoninum, Benjamin Petersen, eisini kendur sum Son of Fortune. Tað varð frumspælt sama dagin í Rituvíkar kirkju og hevði so havnarpremieru í Reinsarínum. Ein segði á Perlutorginum eftir konsertina, at hetta lagið fer heilt vist at verða spælt um tjúgu ár, og eg eri samdur, tí tað hevur bara hasa góðskuna, sum ger tað tíðarleyst. Tað er í tráð við "Ave Benjamin" plátuna, sum er ein neoklassikari í føroyskum tónleiki. "Murri eitt lag, og tað er bara tað", syngja tey. Aftur her: Einfalt, rørandi og sterkt. Sjóneykan er á tí gerandisliga, sum í tí stilla ger okkum til tey, vit eru. Hetta er eitt slag av sangskriving, sum sensei Teitur Lassen meistrar, og sum hevur veitt íblástur til hópin av føroyskum tónleikarum, ivaleyst eisini Daniu og Son of Fortune.

"Kanska tað klárnar í, einki er í alla tíð", ljóðar tað móti endanum, tá sangurin letur seg upp við stórari ljóðmynd, allur bólkurin syngur við, eisini tá tónleikurin steðgar, og bara kórið er eftir, áðrenn alt kemur inn aftur við gittarsolo frá Ragnari. Stórsligið – og so aftur at murra eitt lag, og tað er bara tað. Eftir situr ein rørdur sjeikur og roynir at virka sum ein professionellur ummælari, sum totalt ikki grætur beint nú.

Einastandandi gott.

Daniel
Tað er blóð, sveitti og tár, tá Heri Danielsen kemur á pallin, hann er nýgiftur og hevur júst bløtt nasablóð, verður pápi skjótt, og nú skal hann syngja í Sement-finaluni.

Tað, sum er við Hera, er, at hann hevur nógv upp á hjarta, men hann hevur ikki stundir at siga alt í songunum hjá sær, og tí verður framburðurin rokaligur og skundaður, sum ger, at tað er torført at hoyra, hvat hann sigur. Hevði ynskt at hoyrt tekstirnar betur, tí teir eru berandi í tónleikinum hjá Daniel, har tað søgusigandi og teatralska er í miðdeplinum. Tað hevði klætt sangskrivingini, at vokalurin fekk betri pláss at frambera tekstirnir, tí reint tekniskt er tað eitt sindur ov ófantaligt, har er simpelthen ikki tíð til at siga øll orðini.

Í kvøld kennist instrumentali parturin meira dynamiskur enn undanfarna umfarið, bólkurin hevur meira variatiónir í spælinum, tað groovar betur. Tað kann vera, at eg gjørdi teimum trimum Benjamin Djurhuus, Høgna Jógvansson og Dávid Petersen órætt seinast, kanska teir spældu neyvt tað sama tá, men soleiðis eru upplivingar so subjektivar og umskiftiligar. Hetta kvøldið føldi eg teir nógv meira.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

"Mítt whiskey smakkar av angist" er temað í fyrsta lagnum, "míni sár vóru opin / men tú helt, tey manglaðu salt" er niðurlagið í tí næsta, og í triðja lagnum fara vit á jarðarferð. Heri greiðir frá – um eg skilti tað rætt – at hetta lagið snýr seg um ta støðuna, at tann, sum tú elskar og hevur fylgst við alt lívið, fer handan sýn, men tú elskar framvegis persónin. "Grátur er ikki bert sorgarleikur og øði, men eisini eitt handrit skrivað við gleði", syngur Heri, sum er farin í svarta sorgarfrakkan. Eitt fitt og romantiskt lag.

Seinasta lagið er spildurnýtt og skrivað til høvið. Heri tekur gittaran fram og byggir saman við bólkinum upp til eitt stórt vuhu, eitt byrjanarklimaks, og hálar sínar eyðkendu dansirørslur fram. "Gev mær sálarligt Amnesty" syngur hann og okkurt um, at 2020 bleiv til eina trilogi. Tað er torført at fanga orðini, men "heimurin er tað / tú gert hann til" er eitt tema, sum antin verður satiriserað ella hálovað – kanska bæði í senn. Lagið endar við einum stórum klimaksi, og allur salurin klappar rútmiskt við. 

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Sway
Næstar vóru tær tríggjar Marianna Winter Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen í acapellabólkinum Sway. Tær høvdu nógv nýtt tilfar við sær, heili tvey løg, sum bæði vóru rættiliga kompleks og ivaleyst krevja nógva venjing. Næstur RSP var Sway tann bólkurin, sum hevði tað mest uppfrískaða settið, tá samanborið verður við fyrra umfarið, og tað eigur at telja upp hjá dómarunum, hugsi eg.

Tær byrja við einum eksperimenterandi, dissonantum sangi, ið er á høgum sangtekniskum støði. Hann mennir seg stigvíst og skiftir skap til ein humoristiskan "Sway sang", altso ein temasangur, sum presenterar bólkin og limirnar, teirra eyðkenni, og allar teir ymsu mátarnar, sum fólk úttala navnið á bólkinum skeivt. "Ganga í ommukjólum og svinga rumpurnar á jólum", tað er ein rættiliga neyv lýsing av bólkinum.

Síðani kom Disneylagið, sum eg kalli tað, eitt stilt og flott kærleikslag, tað fyrsta ensktmælta hetta kvøldið, og tær klingaðu sum einglar, tað var pinnastilt í salinum. Í triðja lagnum fóru tær at klinga á gløsini, hetta var eisini eitt nýtt lag, sum tær hava skrivað í Andrews Sisters stíli, havi eg hug at siga, tað ljóðaði popput upp á ein 1940áraligan máta, og tað førdi inn til tað fangandi lagið um at drekka vatn, "Stay Hydrated", eitt sera fangandi lag við nógvari attitudu, kanorøddum og einari Pink Panther-tilsiping, sum altíð situr í høvdinum á mær langt eftir konsertina.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Tað seinasta lagið er Atlantic Airways-temalagið, har tær fáa sær hálsturriklæði afturat vælkoordineraðu búnunum, sum umskapar tær til flogternur. "Góðu ferðafólk, vælkomin umborð", byrja tær og halda fram við nógvum stuttligum eygleiðingum um vanar og óvanar hjá føroyingum umborð á Atlantic. Tær herma eftir flogskiparanum, hvørs rødd partú altíð skal vera so óskiljandi sum gjørligt. Lagið sker inn á mergin av tí, sum ger okkum føroyingar – eitt sindur sum Amatøroyar í acapella formati.

Sum heild ein ómetaliga fjølbroytt framførsla, sum bæði var dissonant, hálvgum ræðandi, eksperimenterandi, humoristisk, gløgg, rørandi, sentimental, popput, glað, groovy og gjøgnumgangandi vælljóðandi. Finnast fleiri kenslur?

Impartial
Eg mundi flánað, tá rútmugittaristurin í Impartial, Bárður Eyðbrittarson, tann krúnrakaði við modderfokkerskeggi og flying v-gittara, mitt undir konsertini beit proppin av ølfløskuni og kulkaði samfullu 33 sentilitrarnar í seg innan fyri trý sekund. Eg veit ikki ordiliga hví, men tað var bara eitt tað stuttligasta, eg havi sæð á einum palli. Kanska tí tað var so óneyðuga maskulint, so over-the-top-macho-rambo, at tað bara varð fantastiskt. Tað var upp á nógvar mátar kenslan undir framførsluni: Hetta er so nógv, at eg kann ikki berjast ímóti tí.

Teir vóru aldeilis óstýriligir á pallinum, Impartial, allir fimm limirnir vóru allastaðni í senn, vinstrumegin, høgrumegin og uppi á borðunum hjá áskoðarunum. Mann hoyrdi teir hita upp við at hoppa runt í backstage rúminum á triðju hædd, áðrenn teir skuldu á pallin, og teir fóru bara beint til sakina, tá teir byrjaðu at spæla. Settið var tað sama sum seinast, ein veggur av ljóði frá fyrsta sekundi, pandemonium allan vegin.

Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Trummarin, Jógvan Johannesen, er eitt ódnarveður av dupultpedalum og deyðamálmskendum tendensum, hann hevur framúr góða orku, og høvuðsgittaristurin, Bjørn Askham, er tann, sum veitir tey áhugaverdu og kreativu gittarljóðini.

Forsangarin, Jákup Ólavsson, riggar kanska best, tá hann skríggjar. Tá røddin er á sínum hægsta, kemur hon úr einum áhugaverdum staði. Hann hevur fleiri røddir – syngjandi, grælandi, skríggjandi – og hevur lyndi til at drukna í ljóðmyndini, tá hann syngur melodiskt. Skríggini skera ígjøgnum og geva tónleikinum eina eyka dimensión.

Annars veit eg ikki, hvat eg skal skriva, sum eg ikki longu segði seinast. Impartial eru bara feitir, og eingin kann siga, at teir ikki hava uppiborið at verða nummar tvey í kappingini. Tað var gott, at teir vóru við í kappingini, tí eingin tónleikakapping er fullkomin uttan tungmálm, og teir spæla eitt slag av tónleiki, sum bara sparkar reyv, og tað er universelt, tað skilja øll.

Eg minnist ikki ordiliga nakað av løgunum, hvussu tey ljóðaðu. Minnist tað eina riffið hjá Bárði í breakdown pettinum í næsta sanginum, tí tað er so monsterfeitt, men annars var ikki nógv, sum hefti seg, einki niðurlag, eingin krókur ella melodiskt petti. Tað er kanska ein veikleiki hjá Impartial, eg veit ikki. Eingin tóktist at sakna tað, tí tónleikurin snýr seg ikki um tað, hann snýr seg um hetta brutala huglagið, sum sýgur teg til sín og etur teg, um tú vilt tað ella ei. Sjálvandi var eisini eitt málmhøvd frammi við pallin og høvdbangaði undir allari framførsluni, annars var tað ikki ein Impartial konsert. 

Marius DC
Seinastur á pallin var "skinny legend" Marius DC, sum fekk glógvandi skoðsmál frá mær fyri framførsluna í undanumfarinum. Tað var av sonnum ein legendarisk framførsla, men hetta kvøldið var orkan ikki heilt tann sama, Marius var eitt vet spakari, og hann kom ikki ordiliga við nøkrum nýggjum, sum vit ikki hoyrdu seinast. 

Nú fari eg válandi úti í púra ógrundaða spekulatión, sum ongantíð í heimssøguni hevur verið eitt gott hugskot, men eg ímyndi mær, at um Høgni Lisberg og Guðrið Hansdóttir eisini vóru dómarar til triðja undanumfar, so hevði framførslan hjá Mariusi í finaluni kanska ikki rokkið til sigursplássið, tí tað kendist onkursvegna sum, at tað var ógjørligt hjá honum at toppa seg sjálvan.

Ikki tí at sigurin var óuppiborin, tað er als ikki tað, sum eg sigi. Marius er suverenur, eitt einastandandi talent, og einasti trupulleikin hjá honum í finaluni var hansara egna framførsla í undanumfarinum, sum var so góð, at tað var torført ikki at stilla finaluframførsluna upp ímóti tí undanfarnu, serliga tá løgini vóru júst tey somu.

Hjá teimum, sum ikki vóru til triðja undanumfar, var Marius framúrskarandi í finaluni, tað hoyrdi eg frá fleiri áskoðarum, sum søgdu, at hann bara var eitt hakk betri enn restin. Eg væntaði og vónaði kanska okkurt nýtt, sum tók meg á bóli, men Marius og bólkurin spældu fokking gott, teir vóru solidir og nóg dugnaligir til, at tað bar teir á mál, hóast hinir bólkarnir enduruppfunnið seg onkursvegna í finaluni – allir uttan tveir teir fremstu í kappingini. Tað hevði kanska verið øðrvísi, um dómararnir vóru teir somu øll umførini. Hvør veit.

Marius og bólkurin koma upp á pallin í hvítum klæðum, teir tríggir Jákup Tórgarð, Benjamin Tausen á Lava og Dan Eyðun Karbech tykjast meira samanspældir og tryggir í løgunum, og tað er lættari at varnast teir nú, tá Marius stendur lutfalsliga plantaður mitt á pallinum. Deiligur bólkur, sum stuðlar væl upp undir frontmanninum.

Marius er ein somikið góður sangskrivari, at áskoðararnir longu kendu niðurløgini og sungu við til tey fýra løgini; "Sigi alt eg hugsi / og eg hugsi alt ov nógv", "Flex", "Slættaratindur" og tann um babyrokkarar, sum hata bøssar, konufólk og hava knív í lummanum. "Ein grønijakki í boblijakka / næstan líka skít sum Jørgen tá hann koyrir", nakað soleiðis ljóðaði tað, og hetta beatið var tað óndasta, og Marius bleiv stigvíst óndari í sanginum, røddin ágrýtnari, meðan hann rópti "eg eri ikki bangin fyri tær baby / tú ert bara ein fokking babyrokkari". 

Og ikki minst: Linjan "RSP er ein parodi" fekk salin at kóka við reaktiónum, helst bæði positivum og negativum. Kanska ein blóðreyður búffur er í gerð? Marius hevur í øllum førum eitt veruligt hipphopp ego, sum eg ímyndi mær kann elva til ósemjur við fólk. Hann er eitt skrín, sum eg kenni hann, men eg haldi, at hann hevur eina tankagongd, sum sigur, at hann er tann besti. Tað er sjálvandi ein av tropunum, sum altíð fer at vera ein partur av hipphopp mentan, og í hesum førinum er tað torført at vera ósamdur við Marius um tað.

Løgini hava øll eitt greitt tema og ein týðiligan boðskap, sum mann minnist og hevur við sær úr salinum. Tað er eitt kynstur í sjálvum sær, sum ein og hvør sangskrivari hevur allan rætt at øvunda.

Eg havi kanska ikki ljóðað so positivur um Marius DC í hesum ummælinum, men eg dyrkaði konsertina. Teir høvdu eld við sær á pallin, eingin ivi um tað.

Sement 2022
Hvat gjørdi Sement kappingina so framúrskarandi og stórsligna í ár samanborin við undanfarin ár? Ivaleyst hava vinningarnir stóran týdning, tí tá teir eru góðir, melda fleiri bólkar seg til, og tá verða umførini fleiri, sum skapar størri momentum, ið økir um áhugan og spenningin og dregur fleiri áskoðarar til. Í ár var KVF á staðnum og stroymdi øll trý undanumførini við nærlagni og sendi finaluna beinleiðis í sjónvarpinum, sum eisini spælir ein stóran leiklut í stórleikakensluni. Stórt kudos til Biit-toymið. 

Støðið á tónleikinum var margháttliga høgt. Tað segði ein danskur journalistur við meg. Hann var bergtikin av talentmassanum í mun til fólkatalið, og tað elska vit altíð at hoyra, "føroyingar eru so ótrúligir" og alt tað. Musikkskúlin eigur ivaleyst ein stóran part av æruni, at Føroyar uppala so nógvar sjálvvissar og dugnaligar tónleikarar ár eftir ár, ættarlið eftir ættarlið. Tey manna og kvinna bólkarnar, tað er næstan eitt slag av samlibandsframleiðslu, men ikki upp á tann keðiliga mátan, tí tað eru einstaklingar, sum hava ymiskan stíl og persónleika. Tey hava tó ofta tað til felags, at tey eru tjekkað, dugnalig og hava spæligleði. Tað eigur musikkskúlin rós fyri. Úrslitið talar fyri seg.

At enda vil eg siga, at tað var áhugavert, at har var eingin poppur at hoyra í finaluni. Sjangrurnar vóru hipphoppur, jazzutur fólkatónleikur, tungmálmur, acapella/barbershop og tað, sum Daniel spæla, hvat tað so kallast. Marianna Winter er kanska besta boðið upp á tann einasta reindyrkaða poppbólkin í allari kappingini. Eg veit ikki heilt, hvat tað merkir, ella um tað merkir nakað yvirhøvur, kanska tað bara er tilvild. Tað er so einki at ivast í, at hipphoppur í dag er at rokna sum popptónleikur í tí merkingini, at tað er av populerastu sjangrum, og tann rørslan er eisini komin til Føroyar, tí RSP og Marius DC høvdu kanska ídnastu fjeppararnar í allari kappingini.

Aja.

Alt í alt: Ikki so galið Sement í ár.