Leikummæli: Enn ein spíri av Tórgarðsættini ger vart við seg sum sjónleikari. Tað er høvuðsleikarin Torkil B. Tórgarð sum Jørundur. Ein annar er Rógvi B. Dam sum hin besnissaði studiosus. Hansara evni sum sjónleikari liggur ikki eftir.
Tað er ein fullkomiliga hamskiftur salur í Sjónleikarhúsinum, tú sum áskoðari trínur inn í, nú Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp sjónleikin ”Jørundur Hundadagakongur” eftir íslendska Jónas Árnason.
Hjálmar Dam hevur umkolfatrað salin til eitt skipsdekk á tann hátt, at vit sum áskoðarar í salinum antin líka sum sita og damla omaná vatnskorpuni og í nasahædd fylgja við øllum, sum fer fram á dekkinum, ella eisini sum í gomlum døgum hava funnið okkum pláss uppi á balkongunum báðum.
Leikurin er um ein týdningarmiklan part av lívinum hjá danska ævintýraranum Jørgen Jørgensen (1780-1841), sum við skipi sínum undir krígnum í 1808 varð tikin av eingilskmonnum. Hetta var, meðan Georg 3. var kongur í Englandi.
England og Ísland hava um hetta mundið eitt sindur av sínámillum handilssamskifti. Í tí sambandinum fer Jørundur, sum danin verður róptur, árið eftir við skipi til Íslands við handilsvørum, sum fátæka landið í ein útnorður, Ísland hevur stórliga brúk fyri. Skipið er fullfermt við vørum sum rugmjøli o.ø. Heimaftur plaga skipini at hava tálg, toskalýsi og eini rúgvu av bundnum vøttum við tveimum tumlum umborð.
Íslendsku hundadagarnir í 1809
Tað er hendan ferð Jørunds, ið Jónas Árnason hevur skrivað til sjónleik og Johan Hendrik Winther Pousen týddi á sinni.
Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, ”Jørundur Hundadagakongur” verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var hann eisini fyri mongum árum síðani.
Orsøkin til, at sjónleikurin er endurtýddur og umskrivaður av Riu Tórgarð, er, at Havnar Sjónleikarfelag herfyri fylti 100 ár.
Íslandsferðin hjá Jørundi fer fram seks vikur á sumri 1809, tá Hundadagarnir eru, nevniliga frá 13. juli til 23. august.
Í leikinum hevur Jørundur (Torkil B. Tórgarð) ikki trupulleikar at fáa manning til ferðina. Tá lagt verður fra landi í London, hevur hann m.a. tveir álitismenn umborð. Annar er einoygdi stýrimaðurin Charlie Brown (Magni Joensen), og hin er Laddi (Petur Meinhard E. Andersen). Hesin seinast nevndi skal halda skil á restini av skipsmanningini, ikki bara, meðan skipið liggur við bryggju í London undan fráferð, horurnar mugu rekast í land, men eisini, tá lagt verður at í Íslandi.
Enn ein Tórgarð
Íslendska fólkið er kúgað um hesa tíðina. Danski greivin Trampe er guvernørur í Íslandi, og stýrir landinum sum ein einaveldis kongur við harðari hond.
Jørundur, sum vil øllum tað besta, roynir at broyta hetta, setir Trampe greiva fastan og útnvnir seg sjálvan til kong. Onkur skal jú hava ábyrgdina av landinum. Hvussu tað gongur, mugu áskoðararnir sjálvir uppliva í Sjónleikarhúsinum.
Leikurin, sum varir í hálvan triðja tíma við lítlum steðgi, rúmar fleiri komandi sjónleikarum.
Tað er heilt týðuligt, at her er enn ein spíri av Tórgarðsættini. Tað er høvuðsleikarin, Torkil B. Tórgarð, sum sjónleikaramett ikki bregður úr ætt.
Millum mngu leikararnar eru tveir aðrir.
Annar er Edith Dahl Jacobsen við vøkru kláru songrødd síni sum hin fongslaða Ragnhildur við lítla barni sínum.
Hin er Rógvi B. Dam sum studiosus, ein sera besnissaður ”hov-skrivari”. Hansara leiklutur liggur sannliga ikki eftir, hvørki tá hann málber seg, einki sigur ella gongur aftur og fram við hondunum aftur um bak. Ein deilig typa, sum áskoðarin eigur at eygleiða samstundis sum aðrar hendingar fara fram á pallinum.
Ja, og so Tóri í Hoyvík sum Trampe greivi. Ein fær næstan kenslu av, at gamli Trampe greivi er risin upp og meiri enn 200 ár seinni í
Sjónleikarhúsinum stendur sum eitt livandi dømi um eina farna tíð.
Eyga á hvørjum fingri
Í ”Jørundi Hundadagakongi” eru um 40 leikarar. Hóast stóra leikarafjøld hevur leikstjórin Ria Tórgarð megnað at hava eyguni eftir hvørjum einstøkum leikara. Ikki ein einasti statistur er farin framvið uttan hennara eygleiðing.. Her hevur verið nógv at rokast við hjá Riu sum leikstjóra.
Búnarnar hevur Anna Sofía Egilstrøð havt ábyrgdina av. Fimm seymikonur hava í langa tíð sitið og klipt og seymað búnar til leikin. T.d. eru statistarnir ílatnir tátíðarinnar búnar, antin teir hava leiklutir sum sjómenn, horur, fátækir og ríkir íslendingar. Klædnaskiftini eru mong, eftirsum fleiri av leikarunum hava fleiri leiklutir.
Jørundur Hundadagakongur endaði sínar dagar í Hobart í 1841. Um onkur ikki veit, hvar Hobart er, so er tað høvuðsstaðurin á australsku oynni Tasmania, haðan danska krúnprinsessen Mary er ættað.
Tað er við buldur og brak, sangi, skemti og álvara, at Havnar Sjónleikarfelag framvegis feirar 100 ára føðingardag felagsins.