Ummæli: Gentukamarið

Eitt popp horror dreymaspæl ella eitt feministiskt, økokritiskt psykedeliskt tripp? Óansæð: Gentukamarið er ein brakandi succés.

Trygvi Danielsen
2. oktober 2022 kl. 13:00

"GENTUKAMARIÐ
eitt popp horror dreymaspæl"

Soleiðis stendur á faldaranum, sum eg fekk aftur við leikinum. Heitið er sjálvsagt: Gentukamarið. Tað er staðið, tíðin og filosofiin í leikinum. Ja, tí hann hevur eina filosofi, leikurin, tað er næstan sum eitt manifesto, tá heitið verður nýtt í avgjørdum setningum sum: "Gentukamarið er vígvøllurin. Gentukamarið er friðstaðurin." Undirheitið er fangandi og als ikki ósatt. Har er popp, har er horror, har eru dreymar, og har er spæl: 1980ara poppsangir, ágrýtnar ræðusenur og ein spælandi demonur, sum dregur teg inn í eina marrukenda nátt. Men í mínari verð kundi undirheitið eins væl verið "eitt feministiskt, økokritiskt psykedeliskt tripp." Sum eg upplivi tað, er Gentukamarið eitt herróp ímóti patriarkiinum, eitt hátíðarhald av lívsins natúrligu ringrás og ein gransking av tí feminina sálartrippinum og tilhoyrandi egodeyðanum við tilsipingum til "Alice in Wonderland", har sum høvuðspersónurin, Alice, veksur seg ov stóra til húsið hjá hvítu kanini, eins og Agnas Louisa (líkist A-Lis, ha?) í helluni í Gentukamarinum, har kamarsveggirnir eisini spreingjast, tí at kvinnan í kamarinum veksur javnfjart við gentuni í søguni, sum demonurin fortelur. 

Ná, men nú fóru vit ið so langt. Aftur til byrjanina:

Eg var so heppin at verða boðin til undanfrumframførslu av Gentukamarinum, sum m.a. hevði við sær, at eg nú fái høvið at nýta orðið 'undanfrumframførsla' í einum setningi. Heili tvær ferðir. Eg haldi, at tað er synonymt við tað enska 'dress rehearsal', altso ein royndarsýning við innbodnum áskoðarum stutt áðrenn almennu premieruna.

Tá skilti eg ikki nógv av leikinum. Í øllum førum ikki av søgugongdini. Eg helt, at har var óvanliga lítið av ekspositión, vit fingu einki serverað, og eg royndi alla tíðina at rokna út, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Tað dámdi mær væl. Sum áskoðari er tað spennandi og stimbrandi, tá tú sjálvur skalt finna út av tí, og tað ert tú noyddur til í Gentukamarinum.

Ella ikki. Tú kanst eisini njóta søguna, leiklutirnar, sjónleikin, orðini, pallin, tónleikin, ja, alla upplivingina uttan yvirhøvur at skilja hana á einum logiskum støði. Tað gjørdi eg avgjørt, tá eg sá leikin fyrru ferð. Eg skilti hann kanska á einum abstraktum støði; kensluliga, intuitivt, poetiskt, og eg bar hann við mær úr Tjóðpallinum og út í gerandislívið sum ein nýggjan part av veruleikafatanini.

Seinna umfar
Nakrar vikur seinni var eg aftur og hugdi.

Seinnu ferðina skilti eg heldur ikki alt. Verri enn so. Og tað frøist eg um. Einki er sum eitt verk, ið ikki tømist. Tey bestu verkini kanst tú endurvitja ferð eftir ferð og kenna av nýggjum á hvørjum sinni. Hetta er serliga galdandi, tá verkið er abstrakt, ella ein partur av verkinum er abstraktur, so at tú kanst fylla tínar egnu tulkingar, ofta títt egna lív, inn í opnu rúmini.

Gentukamarið er ein úrtøkiligur leikur, sum tó hevur eina greiða søgugongd:  Ein kvinna (Beinta Clothier) vitjar aftur í sínum barnakamari, har ein dukka (Hans Tórgarð) kemur til lívs og gravar inn í sinnið á kvinnuni, har barna- og ungdómsminnini liggja grivin. Dukkan er andin í Gentukamarinum, hon er veran, ið hevur verið hjá kvinnuni í gjøgnum uppvøksturin og eygleitt tær privatu løturnar í sorrig, glæde og øllum harímillum. Nú toyggir og togar veran í kvinnuna og stillar hana andlit til andlits við seg sjálva, sín ótta og sína fortíð. Tað er ein eksistentialistisk og mestsum psykedelisk ferð eina marrunátt, har kvinnan skal finna sátt við sítt innara barn, sín innara tannáring og sín núverandi mammuleiklut.

Hon er nevniliga mamma, og dóttirin spælir ein týdningarmiklan hjáleiklut í søguni, tó at hon bert finst ímyndað í telefonsamrøðum, sum er høvuðskeldan til ekspositión í søguni – t.v.s. har, sum persónarnir geva okkum vitan um seg sjálvar og sínar umstøður. Pápin at dóttrini skal giftast í morgin, hann skal hava polterabend í kvøld, og hann vil hava mammuna at ansa eftir dótrini, men hon kann ikki, tí hon er í barndómsheiminum, sum eftir øllum at døma er hinumegin ein fergutúr, tí hon spyr, um hon skal svimja yvirum, nú báturin er farin. Soleiðis skilti eg tað.

Hon er fratør við pápan, altso eks-sjeikin. Tað tykist at vera so typiskt hann at finna út av tí í síðstu løtu, at hann ongan babysittara hevur, og so skal hon rudda upp eftir hansara dovinskapið. Typiskt mannfólk, havi eg hug at siga.

Dóttirin tykist at vera komin í skúlaaldur, nú hon byrjar at verða sjálvstøðug, og tað er helst ein rembingartíð í lívinum hjá mammuni, tá barnið ikki longur hevur tørv á henni upp á sama máta sum tey undanfarnu árini. Tað tykist sum, at mamman skal læra at góðtaka ta broytingina, samstundis sum hon skal góðtaka seg sjálva sum kvinnu og sum einstakling við egnum tørvum.

Mannfólkaveldið
Eg var ikki varugur við hetta fyribrigdið, at "gentukamarið" og "tær gentukamarsligu" hevur verið nýtt við niðurgerandi tónalagi. Hetta nevnir Marjun Syderbø Kjelnæs, sum hevur skrivað leikin, aftast á áðurnevnda faldara. "Gentukamarið hevur brúk fyri uppreisn og avdúking", skrivar hon. Eg havi ikki skilt hesa premissuna fyrr enn nú, men eg ímyndi mær, at henda kenslan upprunar í ávísum ummælum, sum hava havt henda tónan mótvegis bókmentum eftir kvinnuligar høvundar, og gandaveran (Hans Tórgarð) tykist eisini at taka skap sum Carl Jóhan Jensen ta eina løtuna, tá hann sigur nøkur betrivitandi orð, og løtu seinni verður veran eisini ein prestur við helvitisprædikum. Hetta kann skiljast sum tvey umboð fyri tað siðbundna mentanarfedraveldi, sum einhvørsvegna eru illir andar í Gentukamarinum.

Henda uppreisnin eydnast væl eftir mínum tykki, tí kvinnan hertekur Gentukamarið aftur frá fortíðini og tilhoyrandi maskulinum spøkilsum. Hon sigrar á óttanum, tó at hon ikki sjálv fullger endamálið, sum veran gevur henni: At siga eina søgu við byrjan, miðju og enda. Hetta er eitt metagreb í leikinum, sum veran sjálv fullførir, tá hon fortelur søguna um Agnas Louisu. Eg veit ikki heilt, hvussu tað skal tulkast. Men uppreisnin eydnast eisini væl á einum listaligum støði, tí leikurin er so forbannað væl skrivaður. Hann er kompromisleysur í stíli og innihaldi, málið broytist í eini handarvending frá tí gerandisliga til háfloygdar yrkingar, sum Hans Tórgarð alt framførir við sjáldsamari thespianskari sjálvvissu. Eitt megnaravrik. Hansara leiklutur, sum eg haldi vera eina modernaða perlu í føroyskum sjónleiki, er natúrliga meira dominerandi og ikoniskur enn tann hjá Beintu Clothier, sum er meira sjálvrannsakandi og kanska speglar sær í feministiskum prototypum sum Noru Helmer úr "Et dukkehjem" eftir Henrik Ibsen. Tí er lætt at framhevja framførsluna hjá Hans, hon er meira reyput, fyri at siga tað so, men Beinta stendur einki aftanfyri. Hennara innlivingarevni, sárbæri og kenslusemi gera tað sera sannførandi at vitna hana á pallinum. Framúr gott.

Bartal Augustinussen kemur eisini brúsandi inn á pallin nakrar ferðir við humoristiskari effekt. Hann er ein sexutt, androgyn strondleyva (sum minnir meg um meksikanskar, prostitueraðar beach boys í stuttsøgusavninum "Efter solen" hjá Jonas Eika) og ein mystiskur flamencogittaristur, sum í báðum førum stimbrar sjálvsmenningina og sexlívið hjá kvinnuni. Bartal hevur serstakliga skemtiligar eginleikar, og eg flenti hart, tá hann var á pallinum, tó at tað summar langdrignar løtur var á markinum til at verða ov nógv av tí góða.

Tapetið millum heimarnar
Hendingagongdin minti meg um eitt sterkt soppatripp. Um tú tekur eina stóra mongd av psykovirknum soppum, kanst tú vænta at verða konfronteraður við ótilvitaðum og kanska skaðiligum mynstrum, sum tú endurtekur í tínum sambandi við onnur menniskju, og tað er júst tað, sum hendir hjá kvinnuni í leikinum. Eitt kraftmikið psykedeliskt tripp kann vera óhugnaligt og virkar ofta sum ein sinnisreinsan; eins og henda náttin í Gentukamarinum.

Hetta er eisini árstíðin, tá spíski finnusoppurin ella psilocybe semilanceata grør um allar Føroyar, og eg helt meg kenna skapið av honum aftur bæði á tapetinum og á náttklæðunum, sum pallsmiðir og klædnasniðgevar hava framleitt. Hesin varhugin styrktist, tá veggurin varð upplýstur við ultraviolettum ljósi, og mynstrini gjørdust glógvandi bjørt, sjálvt eyguni í dukkunum lýstu ófrættakend í myrkrinum. Feit detalja.

Eg elski pallin, sum íslendski Siggi Óli Pálmason hevur framleitt til leikin í samstarvi við Hjálmari Dam og hansara monnum. Hann er svikaliga einfaldur, pallurin, tó kreativur og effektivur. Eg bleiv tikin á bóli fleiri ferðir, tá hann brádliga broytti muru, og tað var stuttligt, hvussu stórir persónarnir tóktust inni í hesum kamarinum, har mátini sjálvandi eru ætlað gentustøddini. Tað undraði meg tó, at tað bara hingu krossar og Jesuspápar á veggjunum. Mann skuldi trúð, at nakrar '80ara tónleikaplakatir vóru komnar upp at hanga og ikki niðurafturtiknar, síðan hon flutti heimanífrá, nú tónleikurin frá hennara ungdómi fyllir so nógv í leikinum.

Nýskrivaði tónleikurin eftir Joachin Holbek (við Jón Festirstein, Angeliku Hansen og Tóri Restorff Jacobsen) eydnaðist sera væl, og tað sama gjørdu øll tey tøkniligu viðurskiftini, haríroknað ljóssetingin, sum Súni Joensen enn eina ferð hevur staðið fyri. Tá er mann í tryggum hondum.

Leikferðin var sera góð, huglagið var alla tíðina í rørslu og í ferð við at umskapast, ein deiliga flótandi kensla. Tað er ábending um gott leikrit og góða leikstjórn (danski leikstjórin eitur Anne Zacho Søgaard), umframt gott spæl frá leikarunum, sjálvandi. Tó helt eg, at alt gekk skjótari seinnu ferðina, tá leikararnir ikki tóktust at geva sær eins góðar stundir til framførsluna samanborið við fyrru sýningina. Onkrar rørslur vóru øðrvísi, onkrar hendingar gingu fyri seg í einum øðrum parti av rúminum, men serliga var tað ferðin á rørslunum og orðunum, sum kendist skjótari seinnu ferðina. Kanska var tað bara tí, at eg hevði sæð leikin fyrr, men mær dámdi betur kensluna fyrru ferðina, tá Hans og Beinta tóktust at gevu sær betri stundir til spælið.

Samanumtikið
Tað kennist sum ein øld síðan seinast, eg var til sjónleik á Tjóðpallinum – og halt kjaft tað var gott at vera aftur. Fullur salur, góður stemningur, meistarligir føroyskir leikarar, eitt avbera gott føroyskt handrit. Hvat meira kann ein krevja?

Jú, kanska ein samlaðan sjónleikafront, har øll samstarvast í harmoniskari samveru og eru samd um, hvussu leikur skal halda fram, nú tað nýggja Tjóðleikhúsið er ávegis, men tað er eitt heilt annað kjak. Eg kundi tó ikki lata vera við at hugsa um tað, og tað er spell, at tað skal vera so.

Anyways.

Gentukamarið, tað hevur í øllum førum fingið uppreisn. Við lít.