Umleið helvtin av øllum fosturtøkum eru vandamiklar

Kanningar vísa, at umleið helvtin av øllum fosturtøkum, ið vera framdar árliga í heiminum, eru vandamiklar

Guðrun í Jákupsstovu
28. september 2017 kl. 11:15

Lógir um fosturtøku kring heimin eru sera ymiskar. Í flestu evropeisku og norðuramerikansku londunum og í Russlandi og Australia eru rættiliga liberalar lógir á økinum, ið fyri tað mesta lata tað fría valið avgerða, um ein fosturtøka skal fremjast ella ikki. 
Men í nógvum øðrum londum er hetta langt frá veruleikin. Nógvastaðni í Afrika, Suður- og Miðamerika og Asia og Írlandi eru ógvuliga strangar lógir á økinum ið púrasta banna fosturtøku. Hetta upplýsir CNN.

Tað kann vera ymiskt frá landi til land, í hvørjum førum fosturtøka er loyvd. Í summum førum er tað, um kvinnan er vorðin neyðtikin, ella skal lívið hjá kvinnuni vera í vanda, um hon ikki fær framt fosturtøku.

Sambært einari kanning, ið var útgivin í ritinum the Lancet, eru umleið helvtin av teimum 55,7 milliónum fosturtøkunum, ið vóru framdar árliga ímillum 2010 og 2014, framdar undir vandamiklum og ótryggum umstøðum. Kanningin staðfestir, at fosturtøka er enn einur ovurstórur trupulleiki viðvíkjandi almennari heilsu, og er tað serliga í menningarlondum, at trupulleikin er størstur. Ótryggar fosturtøkur hava ofta við sær nógva bløðing, bruna ella at innaru gøgnini ella kynsgøgnini taka skaða. Í ringasta føri kann ein ótrygg fosturtøka vera lívshættislig.

Kanningin deilir tær árligu 55 milliónir fosturtøkurnar upp í bólkar sum, "tryggar", "minni tryggar", og "minst tryggar". Kanningin vísir at í m.a. Afrika er helvtin av øllum fosturtøkum framdar, bólkaðar undir "minst tryggar". Flestu fosturtøkurnar í Evropa og Norðuramerika fella tó undir bólkin "tryggar".