Veðurlagsráðstevnan – tann 26 í røðini, COP26 – byrjaði sunnudagin.
Í samband við veðurlagsráðstevnuna eru fleiri stjórnarleiðarar frá øllum heiminum samlaðir í Glasgow í hesum døgum. Flestu teirra eru komin við privatflogførum til skotska høvuðsstaðin, og tað hóvar ikki øllum.
Men bretska uttanríkisráðharrakvinnan, Liz Truss, heldur tað er neyðugt, hóast ákoyringar um, at økta flogferðslan økir um útlátið.
– Eg haldi, at øll vita, sum hava luttikið á Zoom-fundum, at tey eru góð til nøkur ting. Men tá tú veruliga skal inn í torførar og harðar samráðingar, so er tað týdningarmikið at hittast andlit til andlits, sigur Truss við BBC, og leggur afturat:
– Heimsleiðarar mugu taka torførar avgerðir, hvat skal henda í sínum egna landi, og teir mugu binda seg til samtyktir, teir kanska ikki høvdu ætlanir um, áðrenn teir komu á veðurlagsráðstevnu. Tí er tað týdningarmikið, at fólk hittast andlit til andlits til hesar samráðingar, sigur hon.
Her er eitt videobrot, tá Air Force One hjá amerikanska forsetanum lendi í Edinburgh Airport sunnudagin. Umframt Air Force One, lendi eisini eitt fylgiflogfar hjá forsetafylginum: