Í tíðindaskrivi skrivar Tórshavnar kommuna soleiðis:
”Í ár er umhvørvisvika frá 4. til 11. mai. Evnið í ár er vatn, ið kemur undir sætta og fjúrtanda heimsmálið hjá ST, ið snúgva seg um ávikavist reint vatn og reinføri og lívið í havinum.”
”Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldrum og við alskyns áhugamálum. Boðið verður til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan, filmssýning og mangt annað. Til tey, sum tysta eftir vitan, verður ein røð av fyrilestrum á skránni um evni sum streymviðurskifti og vistskipanir, rák, burðardygga taraaling og vatn sum tilfeingi.
Sum siður er, endar alt sjálvandi við einum stórum ruddingardegi leygardagin 11. mai, har vit øll í felag taka eitt tak fyri náttúruna.
Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai klokkan 11.
Fá tær ein vatnsopa, tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku!”
Skráin fyri umhvørvisdagarnar 2024 kann síggjast her: https://www.torshavn.fo/media/xfljvto4/skra-fyri-umhvoervisvikuna-2024.pdf