Umhvørvisaktivistar gjørdu um seg í London

Umhvørvisaktivistar úr felagsskapinum Just Stop Oil hava gjørt um seg í bretska høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Sambært løgregluni í Bretlandi eru fleiri fólk handtikin

Endamálið hjá felagsskapinum er, at steðga stjórnini í Bretlandi við at framhaldandi góðtaka við framleiðsluni av olju og gassi. (Mynd: EPA)
Høgni Jógvansson
16. oktober 2022 kl. 10:00

Tvær kvinnur úr umhvørvisfelagsskapinum Just Stop Oil hava blakað tomatsuppu á ein málning hjá heimskenda listamanninum Vincent van Gogh, ið hongur í National Gallery í London.

Talan er um málningin Sunflowers, ið van Gogh málaði í 1888. Málningurin hevur eitt virði á umleið 72.5 milliónir pund, sum svarar til slakar 620 milliónir danskar krónur. Eftir hendingina límaðu tær aðra hondina fasta á veggin.

Fleiri filmsbrot av hendingini eru í umferð á netinum. Á brotunum rópar onnur kvinnan: 

- Hvat hevur størri virði: list ella lív? Hevur list størri týdning enn matur? Meir enn rættvísi? Eru tit meir áhugað í at verja ein málning, klótuna ella menniskjuni?

National Gallery hevur lagt fylgjandi boð á Twitter: 

- Stutt eftir kl. 11 í morgun [fríggjamorgunin, red.] komu tvey fólk inn í rúm 43 í National Gallery (...) Ramman hevur fingið lítlan skaða, men ikki sjálvur málningurin. Tvey fólk eru handtikin. 

Løgreglan í London hevur somuleiðis boðað frá, at yvir 100 mótmælisfólk eru handtikin seinastu dagarnar. Harímillum fleiri viðhaldsfólk frá Just Stop Oil, ið forðaðu ferðsluni rundan um parlamentið.