UMHVØRVI OG BURÐARDYGD

Kloakkirnar skulu umvælast og hava neyðuga raðfesting, og spillvatnsætlanin, sum vit akkurát hava samtykt, skal setast í verk.

Kristianna Winther Poulsen
11. november 2024 kl. 21:43

Kloakkirnar skulu umvælast og hava neyðuga raðfesting, og spillvatnsætlanin, sum vit akkurát hava samtykt, skal setast í verk. 

Tað skal ikki vera neyðugt at stúra fyri lortabakterium, tá vit leypa á sjógv, og tá børn spæla sær við sjóvarmálan.  

Rottutýningin skal uppraðfestast, og rotturnar skulu burtur. 

Vit skulu hava eina stóra skiljihøll, og vit skulu hava skiljistøðir runt um í kommununi, so øll ikki skulu noyðast heilt niðan á Hjalla við burturkasti. 

Burturkastið skal minka, og vit skulu hava møguleika at endurnýta meira.  

Bussleiðin skal hava fleiri leiðir. Tað skal vera gjørligt at brúka bussleiðina bæði í skúla, til arbeiðis og í vikuskiftinum.  

Gøtur og súkklubreytir skulu útbyggjast, alt samalt fyri at tað kann vera lættari at lata bilin standa. Tað skal bera til at búgva í kommununi uttan at noyðast at hava bil. 

Náttúran skal vera atkomulig við lendisgøtum og góðari skelting. At vera úti í náttúruni er heilsu- og sálarbót, og hendan møguleika skulu vit øll hava. Bæði nú og frameftir.  

Í eini kommunu hanga tingini saman. Útbyggingar ganga útyvir lendi og náttúru, og her skulu vit megna at raka eina javnvág, sum er góð fyri bæði menniskju og náttúru. 

Vel meg á lista C. Eg fremji úrslit. 

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar býráð