Umfarssóttir hava altíð verið

Longu í 429 f. Kr. gjørdi ein hervilig umfarssótt av við Athen sum stórveldi í gamla Grikkalandi. Umfarssóttirnar hava verið nógvar upp gjøgnum øldirnar, og summar hava rakt hart, eisini í Føroyum

Emil Lisberg Jacobsen
21. mars 2020 kl. 11:10

Tað rakar okkara part av heiminum hart, tá ein sótt sum COVID-19 herjar. Lond steingja mørkini, ferðsla millum londini heldur mestsum uppat, og samfelagshjólini halda næstan uppat við at mala. Hetta er støðan, vit eru í beint nú. Umfarssóttir eru ikki til at spæla við, og tað er neyðugt at seta øll átøk í verk fyri at steðga smittuni í at breiða seg so nógv, at vit missa tamarhaldið á henni.

Umfarssóttir sum COVID-19, ella koronavirus, er ikki nakað nýtt í heimssøguni. Men munurin millum fyrr og nú er, at vísindin er somikið framkomin, at vit vita nógv meira um virussjúkur enn fólk gjørdu fyrr í tíðini. Og tann vitanin ger eisini, at vit vita betur hvat vit eiga at gera fyri at fyribyrgja sjúkuni og fyri at viðgera tey, sum verða sjúk.

Athen misti valdið
Soleiðis var ikki í Athen árini 429-426 f. Kr., tá ein hervilig umfarssótt rakti býarstatin í forna Grikkalandi. Hetta er fyrsta umfarssótt, sum verður greidd frá av fyrstuhonds keldu, nevniliga Thucydides, ið skrivaði søguna um peloponnesiska kríggið millum Athen og Sparta, sum eisini herjaði um hetta mundið. Mett verður, at sóttin kravdi millum 75.000 og 100.000 mannalív, og hon gjørdi sítt til, at Athen misti sína støðu sum stórveldi í Grikkalandi. Ein stórur partur av eystara Miðjarðarhavinum varð rakt av sóttini, men eingin so illa sum Athen, har fjórði hvør íbúgvi doyði. Líkbálini í Athen fingu spartanar at taka herin aftur fyribils, tí teir vildu ikki verða smittaðir. Ein stórur partur av herinum hjá Athen doyði av sóttini, harímillum herovastin Perikles. Umframt at krevja túsundtals mannalív oyðilegði sóttin eisini athensku samfelagsskipanina. Fólk hildu, at tey skuldu doyggja og løgdu tí einki í lógir og reglur, og úrslitið var ruðuleiki.

Søgufrøðingar hava leingi roynt at staðfesta, hvat tað var fyri ein sótt, sum fór so illa við Athen fyri nærum 2.500 árum síðani. Leingi varð hildið, at talan var um pest, men tyfus, pokur (koppar) og meslingar hava eisini verið nevnd.

Rómverjaríkið fyri skotum
Góð 600 ár seinni herjaði umfarssótt aftur í Evropa. Hetta var árini 165-180, og hesaferð stóð serliga Rómverjaríkið fyri skotum. Hetta vóru antin pokur ella meslingar, sum rómverskir hermenn høvdu við sær heim úr miðeystri. Hendan sóttin kom og fór fleiri ferðir hesi árini og kravdi tilsamans millum fimm og tíggju milliónir lív. Ein av teimum, sum doyðu av sóttini, var møguliga keisarin Lucius Verus, sum doyði í árinum 169. Søguligar keldur siga, at sóttin fyrstu ferð varð nevnd undir rómversku hersetingini í Seleukeia í tí, sum í dag er Irak, veturin 165-166. Haðani breiddi hon seg til Evropa, og ábendingar eru um, at hon eisini kom til Kina. Sóttin ávirkaði rómversku samfelagsskipanina nógv og hevði eisini keðiligar avleiðingar fyri handilssambandið millum Evropa og India.

Upp aftur verri bleiv tað góð 400 ár seinni, tá ein pandemi rakti bysantiska ríkið og serliga høvuðsstaðin Konstantinopel. Justinian-pestin, uppkallað eftir keisaranum Justinian, tók seg upp í 541 og kom aftur fleiri ferðir heilt fram til 750. Hon herjaði um alt Miðjarðarhavið og kravdi millum 25 og 50 milliónir mannalív. Tað svaraði til millum 13% og 26% av øllum heimsins íbúgvum, og harvið er hon ein av ringastu umfarssóttum í søguni.

Persia og Bretland høvdu eisini umfarssóttir at dragast við í 600-talinum, og í 735-737 herjaðu pokurnar so illa í Japan, at triði hvør japanari doyði. Tíggju ár seinni var aftur pest í bysantinska ríkinum, men síðani var friður av stórum umfarssóttum heilt fram til 1300-talið. Tá varð ein stórur partur av heiminum raktur av eini av ringastu og ivaleyst kendastu umfarssóttum yvirhøvur. Tað var Svartideyði.

Svartideyði
Pestin, eisini rópt Svartideyði ella sóttin svarta, tí tey smittaðu fingu svartar svullir um allan kroppin, er ein av mest oyðileggjandi pandemium í heimssøguni. Hon byrjaði allarhelst í miðasia ella fjareystri og kom síðani eftir Silkileiðini til Krim í 1343. Haðani kom hon helst við loppum, sum livdu á svørtu rottuni, við handilsskipum til Genoa og haðani runt alt Evropa. Í 1349 kom hon eisini úr Noregi til Føroyar.

Hildið verður, at Svartideyði tók millum 30% og 60% av øllum fólkinum í Evropa. Samanlagt verður mett, at sóttin minkaði heimsins fólkatal úr 475 milliónum niður í 350-375 milliónir. Tað tók Evropa 200 ár at koma upp aftur á sama fólkatal, og summi øki, til dømis Firenze, komu ikki heilt fyri seg aftur fyrr enn í 1800-talinum.

Í 1520 gjørdu pokurnar um seg í Meksiko og kravdu millum 5 og 8 milliónir mannalív, og árini 1545-1548 misti Meksiko upp til 80% av sínum fólkatali (5-15 milliónir), tá landið aftur varð rakt av umfarssótt, allarhelst av salmonella. Og aftur í 1576-1580 herjaði ein líknandi sótt í Meksiko – hesaferð doyðu 2-2,5 milliónir fólk.

Nýggi heimurin vestan hav tóktist serliga útsettur fyri sjúkum, sum evropearar bóru við sær, og tað merktist eisini árini 1616-1620, tá næstan allir indianarar av Wampanoag-ættbólkinum í New England doyðu av løgnari sjúku. Í 1633 herjaðu pokurnar í Massachusetts, og upp gjøgnum 1600-talið vóru eisini fleiri smærri útbrot av pest í Evropa, eitt nú í Niðurlondum, Onglandi, Fraklandi, Malta, Spania og Eysturríki. Í stóru pestini í Wien í 1679 doyðu 76.000 fólk.



Svartideyði gjørdi av við umleið helvtina av øllum fólkinum í Evropa. Sóttin fór eisini illa við Føroyum

Pokurnar
Svartideyði er tann einstaka umfarssóttin, sum hevur kravt flest mannalív, men samanlagt hava pokurnar verið upp aftur dýrari hjá mannaættini. Í 1707 komu pokurnar til Íslands og kravdu 18.000 mannalív, sum var meir enn triðingurin av fólkatalinum. Tvey ár seinni, í 1709, vóru pokurnar eisini í Føroyum. Bara í Havn doyðu 250 av teimum 333 íbúgvunum, t.e. 75%, og tað verður sagt, at øll fólkini í Skúvoy doyðu.

Um sama mundið gekk pestin eisini niðri á evropeiska meginlandinum. Allarhelst kom hon úr miðasia til Miðjarðarhavið, og frá Konstantinopel kom hon í 1702 til Póllands, sum tá var svenskt øki. Í 1710 kom hon til Stokkhólm, og frá juni til november í 1711 gjørdi hon um seg í Keypmannahavn, har millum 12.000 og 23.000 fólk doyðu av henni. Hetta var seinastu ferð, at pestin fór sum ein umfarssótt í norðurlondum.

Kolera
Tíðliga í 1800-talinum fór ein nýggj, hervilig umfarssótt at gera um seg. Kolera stavar frá bakteriuni Vibrio cholerae, sum gevur bruna í innvølunum. Hetta førir til ógvusliga leyst lív, spýggju og vøddakrampar. Endin er dehydrering, sum ofta er lívshættislig. Kolera kann fyribyrgjast við betri reinføri og reinum drekkivatni, men tað var ikki so lætt í fátæka Calcutta, har kolerasjúkan tók seg upp tíðliga í 1800-talinum. Haðani flutti hon seg vestureftir gjøgnum Asia til miðeystur, eysturafrika og miðjarðarhavsstrondina. Fleiri hundrað túsund fólk doyðu av kolera árini frá 1817 til 1824, harímillum eisini nógvir bretskir hermenn, og tað fekk eisini evropearar at geva sjúkuni ans. Samlaða talið av deyðum av kolera-pandemiini er mett til 30.000.

Bara fimm ár seinni, í 1829, fór kolerasjúkan aftur at gera um seg, hesaferð í Asia, Evropa og Norðuramerika. Til Evropa kom hon úr Russlandi, haðani russiskir hermenn tóku hana við sær til Póllands. Hetta førdi til, at Prussland stongdi síni landamørk fyri russiskum vøruflutningi, og tað skapti ófrið. Í 1831 bannaði Bretland eisini russiskum skipum at koma í bretskar havnir, men bretar kundu ikki halda sjúkuni úti, og í desember 1831 varð hon staðfest í Sunderland. Kolera kom eisini til Fraklands, har 100.000 doyðu av sjúkuni, og í 1832 kom hon eisini til Kanada og USA, har hon breiddi seg úr New York og Detroit heilt vestur til kyrrahavsstrondina í 1834. Tilsamans kravdi onnur kolera-pandemiin fleiri hundrað túsund mannalív.

Triðja kolera-pandemiin tók seg upp í India í 1852 og vardi til 1860. Serliga í 1854 gjørdi hon um seg í Evropa, og síðani kom hon eisini til Afrika og Norðuramerika. Í 1853 herjaði kolera í Keypmannahavn, har 4.737 fólk doyðu av sjúkuni. Seinni í 1800-talinum komu tvær stórar kolera-pandemiir afturat, men tær vóru ikki so ógvusligar sum tær fyrstu tríggjar. Men í 1899 kom sætta kolera-pandemiin, sum kravdi 800.000 mannalív bara í India. Enn í dag tekur kolera seg upp av og á, mest í menningarlondum. Mett verður, at millum 30.000 og 130.000 fólk um árið doyggja av kolera.

Virus og beinkrím
Í oktober 1889 tók ein hervilig influensa seg upp, sum kravdi eina millión mannalív kring heimin. Virussjúkan fekk navnið asiatiska influensan ella russiska influensan og breiddi seg skjótt takkað verið góða undirstøðukervinum, sum nú var í Evropa, har jarnbreytir bundu londini saman.

Í 1918 tók ein nýggj influensa seg upp, sum gjørdist mest deyðiliga einstaka umfarssótt síðani Svartadeyða. Spanska sjúkan, sum herjaði árini frá 1918 til 1920, kom av tí sonevnda H1N1-virusinum, sum fyri fyrstu ferð tók seg upp sum ein pandemi. Metta talið av deyðum av sponsku sjúkuni er alt frá 17 til 50 milliónir, og summi meta enntá heili 100 milliónir.

Í 1957-1958 tók enn ein asiatisk influensa seg upp, hesaferð av H2N2-virusinum, og tvær milliónir doyðu. Í 1968-1969 herjaði tann sonevnda Hong Kong-sjúkan – ein influensa, sum kravdi eina millión mannalív. Men síðani kríggið hevur tað verið longri millum teir heilt stóru umfarssóttirnar.

Ein onnur sjúka, sum eisini verður roknað sum umfarssótt ella pandemi, er HIV/AIDS. Fyrstu ferð AIDS varð staðfest, var í USA í 1981. Talan er um eina virussjúku, sum serliga smittar við kynsligari samveru ella við blóðflutningi, til dømis við nálum. Í mong ár fanst eingin verulig viðgerð fyri sjúkuna, men í dag ber væl til at liva við sjúkuni.

Í okkara tíð
Ebola-virussjúkan hevur gjørt um seg við jøvnum millumbilum í Afrika, har hon fyrstu ferð varð staðfest í Sudan í 1976. Higartil hevur smittan ikki verið nógv at sæð uttanfyri Afrika. Av tí sama tykist Ebola-sjúkan ofta at verða gloymd sum ein av teimum heilt ringu sjúkunum. Í august 2018 tók sjúkan seg upp fyri 10. ferð, hesaferð í Kivu í Demokratiska lýðveldinum Kongo. Hetta var fyrstu ferð, at sjúkan tók seg upp í einum krígsherjaðum øki við nógvum flóttafólkum. Í juli 2019 lýsti WHO Ebola-smittuna í økinum sum “global health emergency” – hetta var bert fimtu ferð, at ST-heimsheilsustovnurin hevur brúkt hesa lýsingina.

Í okkara øld eru flestu stóru umfarssóttirnar ikki komnar av bakterium, men av virus. Í 2002-2004 herjaði virussjúkan SARS (Severe acute respiratory syndrome). Meir enn 8.000 fólk vórðu smittað, og í minsta lagi 774 doyðu av henni, tey flestu í Kina og Hong Kong.

Í 2009 herjaði svínakrím, sum bleiv higartil bert onnur pandemi av H1N1-virusinum – tann fyrra var spanska sjúkan 1918-1920. Mett verður, at millum 700 milliónir og 1,4 millardir fólk – 11%-21% av øllum heimsins íbúgvum – blivu smittaði, og millum 150.000 og 575.000 doyðu av sjúkuni. Ein kanning í 2010 vísti, at vandin fyri at gerast álvarsliga sjúkur av H1N1-virusinum ikki var størri enn av vanligum beinkrími.

Í 2012 blivu tey fyrstu smittaði av MERS (Middle East respiratory syndrome). Hendan korona-virussjúkan er framvegis ikki heilt burtur. Frá 2012 fram til januar í ár vóru 862 fólk deyð av MERS.

Og nú herjar so enn ein virussjúka, COVID-19, sum stendur fyri Corona Virus Disease 2019. Higartil eru næstan 9.000 fólk deyð av sjúkuni, sum hevur lagt ein stóran part av Evropa lamið.