Talvsamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld:
NM úttøku-finalan var telvað í Giljanes Skúla í Sandavági í vikuskiftinum. Telvað var í 5 ymiskum aldursbólkum við upp til 8 luttakarum í hvørjum. 2 tey bestu í hvørjum bólki koma at umboða Føroyar til NM fyri ung 2024, sum verður í Finlandi í mars mánaði. Tey ið luttóku í finaluni høvdu kvalifiserað seg, við at hava flest stig tilsamans frá 2 undankappingum, sum vóru herfyri.
Hesir eru aldursbólkarnir:
Bólkur A U20: Fødd í 2006-2004
Bólkur B U16: Fødd í 2007-2008
Bólkur C U14: Fødd í 2009-2010
Bólkur D U12: Fødd í 2011-2012
Bólkur E U10: Fødd í 2013 ella yngri
A bólkurin (U20) telvaði leygardagin 2. desember 4 telvarar luttóku, og tí vóru 2 talv telvað ímóti hvørjum øðrum. Tíðin á klokkuni var 10 min + 5 sek per leik, sum í øllum bólkunum. Úrslitini síggjast á tabellini niðanfyri. Við hesum er greitt, at Luitjen A. Apol og Jón H. Nielsen fara at umboða Føroyar í A bólkinum til NM 2024.
Allir hinir aldursbólkarnir telvaðu sunnudagin 3. desember. Í B bólkinum vóru 7 luttakarar. Har endaði tað við at Rókur Davidsen og Elias Petersen koma at umboða okkum til NM í næstelsta bólkinum.
Í C bólkinum var javnt á 1. og 2. plássi. Tó tað longu var klárt, hvørjir 2 sleppa til NM, so vóru umdystir telvaðir, fyri at staðfesta vinnaran av kappingini. À 1. plássi endaði so Brestir Samuelsen, og á 2. plássi Petur G. Magnussen.
Í D bólkinum var eisini ógreitt um 1. og 2. pláss. Har var umdysturin ímillum Andrias Gøthe og Oskar J. Jamil, sum hóast alt báðir koma at telva við til NM. Tó var tað Oskar sum megnaði at fara avstað við gullinum hendan dagin.
Í yngsta bólkinum (E) vóru eisini spennandi umdystir, tó í hesum førinum um 2. og 3. pláss. Á greiðum 1. plássi var Baldur B. Jørgensen – og í umdystinum um 2. NM plássið ímillum David Lutzen og Lisu J. Xin gjørdist Lisa hepni vinnarin.
Fleiri myndir síggjast her