Um vikuskiftið hevði Vinstri summarfund í Føroyum

Systurflokkurin hjá Sambandsflokkinum var um vikuskiftið í Føroyum og legði politisku kósina

Jonhard Hammer
20. august 2024 kl. 18:07

Danski stjórnarflokkurin og systurflokkurin hjá Sambandsflokkinum hevði um vikuskiftið summarfund í Føroyum.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin skrivar soleiðis á Facebook í um vitjanina:

"Eg eri sera fegin um, at Vinstri valdi at halda summarfund í Føroyum. Tað hevur stóran týdning, at systirflokkur okkara hevur gott innlit í føroysk viðurskifti. Tey upplivdu eitt sindur av hvørjum hesar dagarnar 

Umframt at leggja politisku kósina næstu tíðina, so vóru tey útferð við Nordlýsinum, vitjaði í Kirkjubø og í løgtinginum. Tíverri mátti vitjanin hjá Edmundi Joensen avlýsast fyri veður, tí ferðalagið kom so seint til Føroya 

Men Vinstra takkaði fyri góða samstarvið við fyrrverandi fólkatingsmannin og gav honum eina reyðbók í gávu, sum verður plantað í havanum hjá Edmundi 

Fótbóltskynstrini komu eisini til sjóndar í dysti millum Vinstra og Sambandsflokkin. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og dysturin mátti avgerast við brotssparkkapping 

Verjumálaráðharrin hevði ikki stillað kanónina rætt, tá hann lat seinasta skotið í dystinum av, og tí endaði Sambandsflokkurin enn einaferð sum sigursharri."

Myndir: Anna Falkenberg