Sambært greinini er bókin SVIK eitt svik í sær sjálvum. Greinin vísir á at:
Bókin afturheldur týðandi upplýsingum í skattamálinum hjá Eik BankaBókin inniheldur ódokumenterað uppáhaldBókin inniheldur uppáhald ið kunnu prógvast at vera beinleiðis skeivBókin leggur altjóða grannskoðarafyritøkur undir, at bróta altjóða grannskoðarareglurBókin manupulerar við keldutilfariBókin førir seg fram sum rættarkelda, ákæri og dómstólur
Í november mánað í fjør kom út nýggj bók ið nevnist SVIK. Jan Lamhauge hevur skrivað bókina, sum snýr seg um skattamálið hjá Eik Banka og tað, sum fór fram í KVF í kjalarvørrinum av skattamálinum. Fyri leikfólk á skatta- og roknskaparøkinum man partur av SVIK tykjast lítið spennandi lesnaður. Seinni helmingur, sum fyri tað mesta snýr seg um gongdina í KVF, er søga høvundans, hvussu hann upplivdi ódnina, sum brast á í Kringvarpinum og tær avleiðingar, sum hetta fekk. Bókin minnir um eitt manifest, har høvundurin kennir seg illa viðfarnan, hóast hann metir seg hava gjørt eitt gott journalistiskt arbeiði.
SVIK er sostatt ein persónlig uppliving hjá høvundanum, umframt ein faklig viðgerð av einum skattamáli og tá tosa vit um løgfrøði. Bókmentafrøði og løgfrøði er hvør sín heimur. Mong lesa óivað bókina sum eina hugtakandi spenningsroman, og sum bókmentaverk er SVIK møguliga væl frágingin. Men skattatekniski parturin í bókini er mær vitandi ikki viðgjørdur í nøkrum ummæli, sum SVIK hevur fingið. Tvørturímóti hava ummælarar sagt, at hetta fakliga er ov trupult at viðmerkja, tá ein ikki hevur vitan innan skattaøkið. Men tað má kortini vekja undran at ummælarar rósa eini skattligari viðgerð, tá teir samstundis siga seg lítið og einki innlit hava í skattarætt. Mínar viðmerkingar fara her at snúgva seg um, hvussu SVIK viðger skattatekniska partin.
Uppáhald uttan dokumentatión
Í SVIK síggja vit fleiri ódokumenterað uppáhald. Harumframt er eisini talan um onnur uppáhald, ið kunnu prógvast at vera beinleiðis skeiv. Men tað mest ódámliga við bókini eru tær mongu viðkomandi upplýsingarnar í skattamálinum, ið SVIK heldur burtur frá lesarunum, helst tí at hesi ”gloymdu” skjøl ikki passa til ta søgu, ið SVIK fegin vil fortelja. At farið út í æsir við øllum hesum hevði fylt ov nógv í einum ummæli. Tí fara hesar viðmerkingar at taka nøkur dømi úr rúgvuni. Hetta eru dømi, sum vísa, at SVIK ikki er nøkur saklig viðgerð av skattamálinum.
Á baksíðuni í bókini umrøður SVIK ”ólógliga skattafrádráttin”. Tað verður eisini endurtikið fleiri ferðir í bókini, at frádrátturin var ólógligur. Men í SVIK finst eingin dokumentatión fyri hesum uppáhaldi. TAKS avgjørdi í 2016 at lækka goodwill frádrátt bankans útfrá meting. Virðið varð lækkað úr 477 mió. kr og mett til 0. TAKS sendi Eik Banka ætlanarskriv. Bankin svaraði aftur og segði, at hann var ósamdur í hesi niðurstøðu frá TAKS, men bankin hevði kortini avgjørt, ikki at gera meira við málið.
Bankin vildi hava frið um málið, helst orsakað av øsingini og ógvusliga miðlaáganginum. Málið er tí endað við fyrisitingarligu avgerðini. Men semja var eingin millum partarnar. Var talan um ein dómsúrskurð, kundu vit tosað um rættarligt prógv fyri óheimilaðum frádrátti. Men her bleiv talan um eina fyrisitingarliga avgerð frá skattafyrisitingini, sum sjálvandi er ”myndugleikatrúgv” og tulkar skattalógina restriktivt mótvegis borgaranum. Tað er tað ið TAKS ger, og tað er einki løgið í tí. At Eik slepti eini góðari sak og avgjørdi, ikki at kæra málið víðari var, eftir míni metan, eitt greitt PR sjálvmál, tí bankin ”kriminaliseraði” harvið seg sjálvan og ágangurin á bankan bleiv tí bara ógvusligari.
Í skattamálinum er ikki so mikið sum ein avgerð frá einum kærustovni, sum kann stuðla uppáhaldinum um, at frádrátturin var ólógligur.
Í leiðreglum um góðan fjølmiðlasið stendur m.a.:
”Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur”. Leggið dent á, at skuldarspurningurin ikki er avgjørdur, fyrr enn endaligur dómur er sagdur.
Fjølmiðlakærunevndin hevur eisini úttalað seg um skattamálið. M.a. segði nevndin: ”Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá EIK til frádráttin …”
Løgfrøðingurin, sum kannaði skattamálið vegna fíggjarmálaráðið, skrivar í síni frágreiðing, at hann tók tað fyrivarni, at hóast hann hevði kunnleika til fyrisitingarrætt, so hevði hann ikki serligan førleika til rættarøkini skattarætt og roknskap, ið eru serliga viðkomandi fyri skattamálið. Fíggjarmálaráðið góðtók hetta fyrivarni, tí áhugi landsstýrisins lá í eini eftirmeting av málsviðgerðargongdini, meira enn eini endaligari støðutakan til rætta úrslitið av sjálvari rættarósemjuni um skattafrádráttin (mín undirstrikan).
Eftir at málið varð sent løgregluni segði fútin longu í 2017, at spurningurin um frádráttarrættin ikki var staðfestur.
Sostatt ásanna fjølmiðlakærunevndin, kanningarleiðarin, landsstýrið og ákæruvaldið, at sjálv ósemjan um skattafrádráttin stóð við, uttan at nakar óheftur úrskurður fyrilá.
Men SVIK tykist hava heilt aðra fatan og livir sítt egna lív. SVIK førir seg fram sum ein onnur rættarkelda og dómstólur. Í bókini verður bæði procederað og avsagdur dómur.
R7 var, mær vitandi einasti miðil í Føroyum, sum gjørdi eina veruliga roynd at ummæla SVIK og ummælarin segði tað sera beinrakið, tá hann metti um, hvørt frádrátturin var lógligur ella ikki: ”Eg síggi eina argumentatión, men eg síggi ikki nakra dokumentatión”.
Nær er goodwill aktuelt?
Á blaðsíðu 42 sigur SVIK, at høvundurin byrjaði sínar kanningar við m.a. at finna útav, hvussu mann fakliga lýsir hugtakið ”goodwill”. Niðurstøðan í SVIK tyktist vera greið. Goodwill kann einans vera viðkomandi, tá ein handil fer fram millum óheftar partar.
Longu her roynir SVIK at geva lesaranum ta fatan, at fer ein handil fram millum heftar partar, kann ongantíð blíva talan um goodwill. Men hetta er de facto skeivt.
SVIK hevur her sett fram eitt villeiðandi uppáhald, og tað vita øll sum kenna abc innan roknskapar- og skattarætt. Ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at mann yvirhøvur kann tosa um goodwill er, at handilin (transaktiónin) er farin fram. Rættarkeldur og fakligu leiðreglurnar á økinum eru greiðar. Er ein handil farin fram millum óheftar partar, er handilsprísurin í útgangsstøðinum grundarlagið fyri uppgerð av goodwill. Er ein handil farin fram millum heftar partar er neyðugt at meta um, hvørt keypsprísurin víkir frá marknaðarvirðinum. Ein handil millum heftar partar útihýsir sostatt ikki einum møguligum goodwill, soleiðis sum SVIK roynir at billa lesaranum inn.
Hvat er goodwill?
Á blaðsíðu 42 sigur SVIK, at goodwill vanliga verður sett í samband við umdømi og kundaskara hjá eini fyritøku. Hetta er púra rætt. Stundum kann umdømið vera hægri í metum enn kundaskarin, men aloftast er tað kundaskarin, ið umboðar tað veruliga goodwill-virðið. Tað valdast ítøkiligu umstøðurnar.
Tá Eik Banki fór av knóranum í 2010, átti bankin stóran part av føroyska fíggjarmarknaðinum. Tað átti tí ikki at verið neyðugt at sannført nakran um, at tað er stóri kundaskarin og ikki umdømið, ið hevði áhuga hjá tí, ið vildi yvirtaka virksemið í kreppurakta bankanum. Í forrætningsvinnuni er tað ikki týdningarleyst at hava kundar, og tað er ikki trupult at skilja. Í veruleikanum er kundin ein fyritreyt fyri virkseminum hjá einum vinnurekandi, tí uttan kundar er eingin forrætning. Hetta er galdandi, annaðhvørt vit tosa um bankar, advokatar, tannlæknar, venjingarmiðstøðir, pylsuvognar, ella aðra vinnu.
Umdømið hjá einum banka, sum er farin útav eggini, er hinvegin neyvan høgt í metum, og er tí ikki ”handilsvøra”. Møguligt goodwill, í einum kreppuraktum banka, kann tí sjálvsagt einans liggja í sjálvum kundaskaranum, tí kundarnir kunnu hava stórt virði hjá tí, sum ”arvar” teir.
Men á næstu blaðsíðu (43) staðfestir SVIK bert, at umdømi bankans ikki var ½ milliard vert, og harvið er einki goodwill. Hetta var ein margháttlig ”journalistisk avdúking”! Tað vildi sanniliga verið løgið, um ”umdømið” hjá kollsiglda bankanum kundi umboðað eitt reelt skattligt goodwill virði.
Bert fáar reglur frammanundan hevur SVIK knýtt orðið “kundaskari” at goodwill, men nú er orðið ”kundaskari” snildisliga tikið burtur, og SVIK staðfestir einans, at ”umdømi bankans” kann ikki vera vert eina ½ milliard. Harvið slapp SVIK undan at grundgeva fyri, hvussu kundaskari bankans er samansettur, og hví SVIK tvíheldur um, at kundaskarin einki virði hevur.
Tann lesari, sum ikki longu er sovnaður í hesum roknskaparteknisku hugtøkum, eigur at síggja ódámligu manipulatiónina. SVIK hevur nú gloymt alt um kundaskaran og spyr bert speiskliga, hvussu nógv umdømið hjá kreppurakta bankanum er vert. Hetta er manipulatión av óvanliga grovum slag, og tíverri er hetta ikki nakað eindømi í hesi bók.
Tá Fossbankin byrjaði í 1986 var stóra avbjóðingin at fáa kundar. Tað er altíð ein avbjóðing hjá eini fyritøku, og serliga einum banka at byrja við tómum kundakartoteki. Somu avbjóðing hevði Kaupting banki, tá hann royndi at fáa fótin fastan í Føroyum. Men nýggi EIK Banki Føroya, sum varð stovnaður í oktober 2010, fekk í ”vøggugávu” útlán og kredittir fyri umleið 7 milliardir kr. umframt einar 25.000 kundaavtalur á bæði út- og innlánssíðuni. Nýggi bankin fekk harvið ”í føðingini” nærum 50% av føroyska vinnukundamarknaðinum umframt umleið 45% av føroyska privatkundamarknaðinum. ”Vøggugávan” kom uttan serligt marknaðarátak, tí talan var um reina avhending, soleiðis at nýggi bankin kundi halda fram uttan órógv fyri kundan.
Hetta er óivað størsti kundaskari, sum er avhendur í føroyskari vinnulívssøgu!! Tá SVIK viðurkennir, at kundaskari hevur virði, hevði tað verið áhugavert hjá lesaranum at sæð SVIK grundgivið sakliga fyri, hví ein so stórur kundaskari umboðar eitt økonomiskt virði uppá NULL.
At snúgva sær undan einum so avgerandi forkláringstrupulleika er óreiðiligt, tí spurningurin um kundavirðið er kjarnin í øllum skattmálinum.
PwC fær bæði toppkarakter og dumpikarakter frá SVIK
Spælir tú klaver, er tað gagnligt fyri tónleikin, at vinstra hond veit, hvat høgra ger. Skrivar tú eina bók, kann tað vera ein fyrimunur tá tú skrivar síðu 155, at tú minnist tað, tú skrivaði á síðu 93. Annars er lætt at koma í stríð við seg sjálvan, og tað ger SVIK í ólukkumát.
Á blaðíðu 93 er SVIK jaligt um eitt responsum, sum grannskoðari bankans hevur umbiðið frá skattaprofessara hjá donsku grannskoðarafyritøkuni PwC um skattamálið. Professarin sigur, at neyðugt kann vera at gera eina virðismeting av goodwill. Hesa niðurstøðu tykist SVIK taka sum ein sigur. Hví SVIK ger tað, er sera trupult at skilja, tí aðrastaðni í bókini vil mann ikki vita av nakrari meting. SVIK ger enntá beinleiðis gjøldur burtur úr hesum sjónarmiði.
Men ein meting av goodwill kann sostatt, sambært professaranum, vera neyðug. Í hesum umfari hevur PwC professarin kortini ikki gjørt hesa meting – helst tí at hetta ikki hevur verið partur av arbeiðssetningi hansara. Og SVIK hevur heldur ikki fortalt allan sannleikan um 11 síðu langa notatið frá Prof. Niels W. Sørensen – helst tí, at stórur partur av hesum ”gloymda” notati gongur beint ímóti nógvum av tí, sum SVIK førir fram.
Men Eik Banki fór eitt stig víðari og heitti á sama veitara, PwC, um at gera hesa ítøkiligu meting av goodwill, sum PwC í sínum fyrra responsum til grannskoðaran metti kundi verið neyðug. Og responsum nr. 2 kemur frá PwC. Grannskoðarafyritøkan metir kundaskara ella goodwill bankans til eitt virði uppá 250 mió. kr. Henda meting er umrødd á síðu 155 í SVIK.
Men nú kúvendir SVIK og vil als ikki vita av PwC. Seinna niðurstøðan frá PwC er annars bert eitt framhald av fyrra responsum frá PwC, sum SVIK annars umrøddi so jaligt. Men nú hevur pípan annað ljóð og SVIK heldur uppá, at PwC hevur partsstøðu. PwC verður nú skuldsett at renna ”ørindi” fyri bankan. SVIK gevur eisini altjóða grannskoðarafyritøkuni eina ”fakliga vegleiðing” í, hvussu ognir eiga at virðismetast.
Mann blívur ikki sørt bilsin av at lesa SVIK. Bókin manglar skattafakligt konsensus og er fullkomiliga reinsað fyri alt sum minnir um sjálvkritikk. Eitt er, at høvundurin ikki tykist at hava fakligar førleikar at lyfta uppgávuna, men tá partsstøða hansara afturat gerst so eyðsýnd, kann tað næstan ikki blíva verri.
Hvør dugir at telja upp í null?
At ein ogn stundum verður mett virðisleys, er ikki óvanligt innan roknskaparástøði. Ein fíggjarstovnur kann t.d. hava lænt einum kunda pening, men noyðist kortini seinni at staðfesta, at lániágóðin er virðisleysur, tí lántakarin er farin av knóranum og er ikki gjaldførur. Kundin skyldar framvegis peningin, men lánveitarin metir virðið til 0. Veiðuhagtøl kunnu stundum vísa 0. Eingin toskur kann saktans vera eitt veiðuhagtal, men kann neyvan metast sum ”fongur”. Tað valdast, hvussu vit skilja hugtøk.
Tá virðið á einum møguligum goodwill skal testast (metast), kann tað ikki útihýsast, at onkuntíð er einki goodwill. Sama kann sigast um onnur sløg av ognum.
Í februar 2017 hevur TAKS í síni endaligu avgerð mett goodwill bankans virðisleyst. Eik Banki er sjálvandi ósamdur í hesi niðurstøðu frá TAKS, men Eik avger kortini, ikki at fara víðari við málinum. Málið er endað við fyrisitingarligu avgerðini.
Men SVIK heldur lítið um hesa nullmeting frá TAKS. Logikkin, ella manglandi logikkin í SVIK skilji eg soleiðis: Null er einki og tískil er ein meting, sum gevur null, eingin verulig meting.
Alt sum TAKS ger, tykist nú vera skeivt í eygunum á SVIK, tí tað er eyðsýnt, at SVIK hevur ilt eygað á TAKS. SVIK tveitir seg nú yvir TAKS og ger gjøldur burtur úr matematiska hugtakinum ”null”. Oxford-orðabókin kemur til hjálpar fyri at fortelja lesaranum, hvat ”null” er. Skrivingin í SVIK fer nú fullkomiliga í sjálvsving og heilt yvir í tað absurda og láturliga. Ein virðistest av eini ogn, sum av TAKS verður mett virðisleys, flytir SVIK ókritiskt yvir í heilt annað høpi.
SVIK samanber eina ”null-meting” av eini ogn við ein arbeiðsgevara, sum bjóðar starvsfólkum sínum lønarhækkan. Men tá avtornar, bjóðar hann eina lønarhækking uppá 0. SVIK brúkar eisini myndina av einum handilsmanni, sum bjóðar einum kunda avsláttur, men tá avtornar, fær kundin boðið ein avsláttur uppá 0. SVIK staðfestir, at hetta er følsk marknaðarføring.
SVIK tekur “null” úr einum konteksti, har ”null” avgjørt gevur meining (virðistest) og flytir ”nullið” ókritiskt inn í ein heilt annan kontekst (avsláttur, lønarhækkan), har ”null” avgjørt ikki gevur meining. Men í hesum føri er høvundurin ikki serliga kreativur við síni manipulatón, tí tað er ov lætt at gjøgnumskoða hetta møsnið.
Omanfyri nevnda dømi er so láturligt, at sjálvt tann mest einfaldi lesarin eigur at síggja tað komiska í hesum. Eg haldi, at her ger SVIK meira gjøldur burtur úr sær sjálvum enn nøkrum øðrum, og tí er valla neyðugt at gera fleiri viðmerkingar til hetta.
Um val og frával av keldutilfari
Ein høvundur ella journalistur til- og frávelur altíð keldur. Selektiva kelduvalið er avgerandi, tá metast skal um, hvussu óheftur ein miðil er. Lesarin av SVIK sær av góðum grundum ikki alt tað týðandi keldutilfar í skattamálinum, sum høvundurin av ávísum grundum hevur valt frá, og tí meti eg, at tað er skeivt at kalla SVIK dokumentarismu.
Í samband við skattamálið eru trý responsa komin í 2016 frá donskum skattaserfrøðingum. Tvey responsa eru umbiðin av Eik Banka, og eitt er umbiðið av grannskoðara bankans. Bæði responsa, sum bankin hevur umbiðið, fáa harða viðferð frá SVIK. PwC og Deloitte, sum í dag grannskoða ca. 80% av danska fíggjargeiranum, hava veitt hesi responsa. Men báðar grannskoðarafyritøkurnar verða ákærdar av SVIK at gera ”bestilt” arbeiði fyri Eik Banka og harvið ákærir SVIK eisini donsku grannskoðarafyritøkurnar at bróta tær etisku reglur, ið grannskoðarafyritøkur sambært lógina eru umfataðar av.
Boðskapurin í SVIK tykist greiður: Tann, sum er ósamdur við SVIK hevur partsstøðu í skattamálinum og eigur tí ikki at takast í álvara. Hetta má metast at vera margháttligur hugburður tá havt verður í huga, at tá SVIK høvundurin sjálvur dekkaði skattamálið fyri KVF, hevði høvuðskelda hansara greiða partsstøðu í málinum. Partskeldan fekk av somu orsøk ikki ein kritiskan spurning frá KVF, tí ”óhefti” Public Service miðilin var vorðin beinleiðis partur av skattamálinum. Allar grundleggjandi journalistiskar meginreglur vórðu skúgvaðar til viks við bláoygdum og ókritiskum mikrofonhaldaríi.
SVIK staðfestir sum sagt, at tvey av trimum responsa frá donsku grannskoðarafyritøkunum hava greiða partsstøðu í skattamálinum. Men SVIK er merkiliga tigandi um eitt triðja og seinasta responsum. Hví tað?????
Hetta ”gloymda” responsum er, sum áður nevnt, ikki umbiðið av Eik Banka, men av grannskoðara bankans. Tí ber ikki so væl til at kalla hetta responsum ”partsindlæg”, ”bestilt arbeiði” ella ein ”jukeboks”, sum onkur annar vildi sagt. Talan er um eitt 11 síðu langt responsum frá danska skattaprofessaranum Niels Winther Sørensen.
Minst ein kandidatuppgáva í skattarætti er longu skrivað við danskan handilsháskúla um skattamálið hjá Eik og onnur kandidatuppgáva um sama mál sigst vera á veg. Omanfyri nevnda ”gloymda” dokument var ein tann mest týdningarmikla fakliga keldan ísv. hesa akademisku skriving. Tað sigur ikki so lítið, at tað keldutilfar, sum vigar tyngst, tá eitt mál fær eina reella óhefta viðgerð á høgum fakligum støði, als ikki hevur áhuga í gølujournalistikki, har partsstøðan er greið og ”sannleikin” er kendur frammanundan.
Men á síðu 93 í SVIK verður hetta 11 síðu langa responsum frá PwC kortini umtalað í tveimum reglum og SVIK roynir eftir førimuni, at taka óhefta skattaprofessaran til inntøku fyri síni sjónarmið. Men hesum neyðareggi kemur SVIK ikki serliga væl frá.
Tað kundi tí verið áhugavert at hugt nærri at hesum dokumenti, sum SVIK valdi at ”gloyma” og sum ikki er ”bestilt” av Eik Banka.
Prof. Niels Winther Sørensen skrivar m.a.:
Der bør efter vores vurdering ikke være tvivl om, at der ved overdragelsen af alle aktiver og passiver fra Eik Banki P/F til det af Finansiel Stabilitet helejede datterselskab skete en overdragelse af kunder og forretningsforbindelser og lignende, som kan begrunde eksistensen af skattemæssig goodwill.
Greiðari kann tað neyvan sigast. Og mann skilir nú betri, hví SVIK roynir at tiga burtur hetta týðandi notat. Tað, sum skattaprofessarin omanfyri sigur, er júst tað øvugta av tí, sum SVIK brúkar nógva orku til at prógva. Og notatið frá professaranum er sum sagt ikki ”bestilt” av Eik Banka.
Men professarin er ikki liðugur enn. Hann metir eisini um donsku ”ligningsloven §7B”, við atliti til, hvørt henda serliga lógargrein viðvíkjandi bankabjargingum, kann hava gildi í Føroyum. Professarin sigur:
Såfremt ligningslovens §7B var gældende, ville Eik Banki Føroya P/F derfor efter vores vurdering kunne foretage skattemæssige afskrivninger efter de for goodwill gældende regler i afskrivningslovens §40 ud fra et afskrivningsgrundlag, der opgøres som den skattemæssige underbalance…
Bankin eigur sostatt fullan frádráttarrætt, um §7B fær rættarvirknað í Føroyum. Spurningurin er so, um danska ”ligningsloven §7B” kann hava gildi í føroyskum skattarætti. Um so bleiv, hevði talan verið um at brúkt eina danska lógargrein sum bakgrundsrætt í føroysku rættarskipanini. Professarin sigur:
Vi forstår, at den skattemæssige bedømmelse efter dansk skatteret, har central betydning for fortolkningen af de relevante skatteregler på Færøerne.
Var málið farið rættarliga vegin og rætturin hevði góðkent §7B sum rættarkeldu í Føroyum, so fekk Eik Banki fullan frádrátt fyri alla undirbalansuna (477 mió kr.) og tað hevði ikki verið ósannlíkt.
Tað er nú uppaftur lættari at skilja, hví tað er so umráðandi hjá SVIK at halda eitt so týðandi skjal, frá hægsta fakliga førleikanum í skattamálinum, burtur frá lesaranum.
Um §7B ikki fær rættarvirknað sigur PwC-professarin stutt og greitt, at
”Størrelsen af den skattemæssige goodwill skal vurderes konkret”.
Tað er hesa síðstu ”loysnina” um meting, ið TAKS velur at halda seg til. Og TAKS metir goodwill til absolutt lægsta virðið – virðisleyst. At skattafyrisitingin leitar eftir lægsta felagsnevnara í einum avgerðarmáli, kemur neyvan óvart á tann, ið kennir eitt sindur til skattarætt. Tað er náttúrligt, at TAKS tulkar skattastøðuna restriktivt mótvegis skattaborgaranum. Tað er kanska eisini ein embætisskylda.
Men fyri SVIK bleiv henda fyrisitingarliga avgerð um ”nullfrádrátt” prógvið fyri ”ólógliga” frádráttin. Samstundis ger SVIK gjøldur burtur úr handfaringini hjá TAKS. Skil tað hvør ið skilja kann.
Til samanberingar kann eg nevna, at ein kandidatur ið vardi sína høvuðsuppgávu um skattmálið við danskan handilsháskúla, varð beinleiðis spurdur av próvdómarunum, hví Eik Banki ikki fór eftir tí frádrátti, sum próvdómararnir mettu, at bankin hevði rættarkrav uppá.
Tað er sostatt eitt bládýpi sum skilir eina veruliga viðgerð á høgum fakligum støði øðrumegin og gølujournalistikk hinumegin.
Er TAKS ein korruptur stovnur?
Nógv kundið verið sagt afturat um SVIK. T.d. er tað mín fatan, at skrivingin í SVIK meira enn óbeinleiðis ákærir bæði stjóran og stovnin TAKS at vera korrupt. Var nakar gundaður illgruni um mutur í almennu føroysku skattafyrisitingini, var tað embætisskylda landsstýrisins straks at endavent TAKS við tænastumannakanningum og øðrum átøkum. At fíggjarmálaráðið ikki tekur slík stig man vera ein greið ábending um, at myndugleikarnir ikki taka SVIK í álvara.
Fremur ákæruvaldið svik?
Tann 4. aug. 2017 varð Eik banki meldaður til løgregluna fyri møguliga at hava brotið upplýsingarskylduna í skattalógini. Tað gingu nærum 3 ár áðrenn ákæruvaldið tók støðu í málinum. Tað er long viðgerðartíð, men
miðlaøsingin hevur møguliga ørkymlað løgregluna meira, enn skattarættarligi substansurin í málinum.
Ákæruvaldið hevur ikki mett, at nakað revsivert er farið fram í hesum máli. Tann avgerðin er púra greið. Harvið hevur ákæruvaldið eisini sagt sína hugsan um tær ákærur, ið SVIK borðreiðir við.
Eik Banki slepti sjálvboðin einum legitimum rættarkravi um skattafrádrátt og harvið gav bankin landskassanum eina gávu. Ákæruvaldið hevur nú staðfest, at tað er ikki revsivert at lumpa seg sjálvan. Henda avgerð átti ikki at komið óvart á nakran.
SPROTIN
Forlagið Sprotin hevur ríkað føroyskt mál og mentan við m.a. fjølbroyttum bókaútgávum og tað skal Jonhard Mikkelsen hava rós fyri.
Kritiskur og óheftur journalistikkur er neyðugur í einum sunnum fólkaræði. Men við útgávuni av SVIK hevur Sprotin givið okkum eina bók, sum er eitt skúladømi um, hvussu vandamiklir fjølmiðlar kunnu gerast, tá journalistiska handverkið fer av sporinum og ikki megnar at liva upp til síni grundleggjandi fakligu krøv.