Gamlir hundar kunnu saktans læra uppi at sita. Fidor og Lítla, seks ára gamlir sjefarahundar, eru helst fyrstu hundarnir í Føroyum, sum eru sjónleikarar. Teir eru í løtuni at síggja í sjónleikinum Látur Medusu, ein sjónleikur, ið vil geva kvinnum, ið ikki verða hoyrdar í Føroyum, eina rødd
Í forngriksku frumsagnarfrøðini var Medusa eina ræðumynd: Við hári, gjørt av livandi slangum, og eini ræðandi útsjónd, kundi hon gera einhvønn, ið hugdi beinleiðis at henni, til stein.
Myndin av Medusu er gjøgnum árini nýtt í nógvum ymiskum samanhangum og tulkingum: Millum annað í tekstum eftir Sigmundi Freud, sum nihilistiska mynd, sum partur av list og sum feministiskt ikon.
Í løtuni er ein sjónleikur í Sjónleikarahúsinum, ið nýtir Medusu á báðar teir síðstnevndu hættirnar. Og í hesum sjónleikinum eru sjefarahundarnir Lítla og Fidor helst fyrstu føroysku hundarnir, ið eru serliga vandir at fara á pall.
– Hetta er nokk eindømi um, at man hevur brúkt hundar upp á hendan mátan í Føroyum. Eg veit so ikki um nakað annað dømi, sigur Rúni Sundberg Patursson, hundavenjari og næstformaður í Føroya Hundaførarafelag, og sum eigur Fidor.
Lítla er hundurin hjá Fríðhild Debes, forkvinnu í hundaførarafelagnum.
Látur Medusu, ið er gjørdur eftir ritgerðini av sama navni hjá Hélenè Cixous, professara, heimsspekingi og feministiskum rithøvunda, er meira ein framløga enn ein vanligur sjónleikur. GUT//Productions, ið eru sjónleikararnir Búi Egason Dam, Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen, hava skrivað og pallsett leikin.
Bert tríggjar vikur eru farnar, síðani hundarnir vóru knýttir at sjónleikinum, og í hesum tíðarskeiðnum hava teir lært sín leiklut. Og mitt í øllum kjakinum um kvinnur, kynsligan ágang og kvinnurættindi, sum í løtuni er kring heimin, er tað hugvekjandi at síggja, hvussu hundarnir hava lært uppi at sita.
Kvinnan, her umboðað av Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara, tekur ímóti sínum villskapi. Látur Medusu er gjørdur eftir eini ritgerð við sama navni eftir feministiska rithøvundan Hélenè Cixous. Mynd: Sigmund Vang
Helst fyrstu ferð hundar eru á palli
Hjá Føroya Hundaførarafelagi hevur tað verið bæði avbjóðandi og læruríkt at gera Fidor og Lítlu til reiðar at fara á pall. Ella, møguliga er tað ikki rætt at siga so: Látur Medusu er nakað sermerktur av serligu tilgongdini til sjónleik.
Millum annað sita áskoðarar á pallinum, meðan sjónleikurin sjálvur fer fram á gólvinum í Sjónleikarhúsinum. Húsið verður samstundis nýtt til fulnar, og nógvir krókar, ið vanliga ikki verða brúktir, verða drignir inn í leikin – og hundagoyggj er altso ein partur.
– Sjálvandi hevur man ikki roynt júst hetta fyrr. Vit gjørdu okkum eina venjingarætlan, og so royndu vit at venja fram ímóti tí, sum leikstjórarnir høvdu ímyndað sær, at hundarnir skulu gera, greiðir Rúni Sundberg Patursson, næstformaður í Hundaførarafelagnum, frá. Hesum er man komin sera tætt upp at, metir hann.
– Hundarnir skulu vera eina mynd upp á tað villa í kvinnuni. Soleiðis, sum leikurin er, so passar tað væl inn, sigur hann.
– Hetta eru stórir hundar. Fyri at fáa teir at goyggja, so skulu teir øsast eitt sindur. Tryggleikin hjá bæði leikarum og hundum skal tí sjálvandi vera í lagi.
Fyrr enn leikstjórar, sjónleikarar og hundaeigarar fóru undir at gera sjónleik, gjørdu tey øll eitt tónleikaband í Nólsoy, har hundarnir eisini vóru við – hetta millum annað fyri at kanna, hvussu væl djór og fólk svingaðu saman.
– Tað endaði við, at Durita bleiv øgiliga væl við teir! Teir vita, at teir fáa nakað gott frá henni, hvørja ferð teir koma yvir, brosar Rúni.
Sostatt gevur nýggja vinabandið myndini um tað villa í kvinnuni upp aftur djúpri týdning.
Vinstrumegin frá: Durita Dahl Andreasen, Mariann Hansen og Gylta Djurhuus á Neystabø eru sjónleikararnir, ið spæla við í Látur Medusu. Her eru tær júst komnar inn í hitan aftan á upptøkur í grótbrotinum á Nólsoynni. Mynd: Durita Dahl Andreasen
Lært at koma uppi at sita
Lítla og Fidor eru ikki óroyndir hundar. Lítla hevur vant agility, meðan Fidor er mannatevjari. Teir báðir hava ikki bara verið vinir í áravís, men eru eisini systkin, og hava áður lært at goyggja upp á kommando.
Tó eru teirra leiklutir møguliga prógv um, at gamla orðatakið, “ikki ber til at læra gamlan hund uppi at sita”, er ein myta.
– Tað ber væl til! Hesir hundarnir eru jú seks ár gamlir, sigur Rúni Sundberg Patursson.
– Men hvølpar læra skjótari. Teir eru sum smá børn – svampar, sum súgva alt til sín. Mytan um, at man ikki kann læra gamlar hundar, passar ikki. Kanska eru nakrar óvanar, sum man skal pilka burtur fyrst, men allir hundar kunnu læra.
– Hundar eru sum øll onnur individ. Teir gera tað, sum loysir seg best hjá teimum, og tað er eisini gjaldandi fyri gamlar hundar, sigur Fríðhild Debes, forkvinna í Hundaførarafelagnum og eigari av Lítlu.
– Teir hava lært at læra. Hjá einum venjara er hetta tó ein stór avbjóðing, og tað fær man sjáldan í Føroyum. Nú kunnu vit finna útav, hvussu væl vit duga, heldur hon fram.
Og í Hundaførarafelagnum er tað ein serligur hugburður, ið merkir, hvussu man venur hund.
– Vit brúka ein jaligan venjingarhátt. Vit løna hundunum fyri tað, sum teir gera rætt, og revsa teir ikki upp á nakran máta, sigur Rúni.
– Tað kann í summum førum vera eitt sindur truplari at venja hundar upp á tann mátan, í mun til gamla mátan, har sum man revsar hundin, tá hann ikki ger tað rætt. Hitt kann ofta ganga skjótari, men tá fært tú ofta nøkur keðilig ting afturat, serliga, tá tú arbeiðir við sjefarahundum.
Ov fáar kvinnuligar røddir
Látur Medusu er ein grundleggjandi feministisk ritgerð, og nú altso sjónleikur. Teksturin hjá Hélenè Cixous, ið varð skrivaður í 1975 og nú er umsettur til føroyskt, snýr seg í høvuðsheitum um, at kvinnur skulu verða meira hoyrdar. Cixous skrivar, at mannaveldið í heiminum kúgar kvinnuna, ið noyðist at skapa sína egna rødd, millum annað gjøgnum egnan kropp og skrivihátt – kvinna skal skriva kvinnu, sum hon sigur tað.
Halda tey bæði í Føroya Hundaførarafelag, eitt felag, ið annars hevur umleið 75 prosent kvinnuligar limir, at ov fáar kvinnuligar røddir eru í almenna rúminum í Føroyum?
– Ja, siga Fríðhild Debes og Rúni Sundberg Patursson í senn, og siga seg hava fingið nýggjan áhuga fyri kvinnurættindum aftan á at hava arbeitt við sjónleikinum.
– Evnið er sera áhugavert og viðkomandi, serliga nú í hesari tíðini, tá vit tosa um bæði javnstøðu og javnrættindi. Kann sjónleikur kanska fáa eini tvey-trý fólk at hugsa hvørt kvøld, so skuldi tað gjørt mun, meta tey bæði.
Tó tykist tað minni sannlíkt, at Fidor og Lítla verða at síggja á palli ella filmum aftur beinanvegin, tá ið Látur Medusu eftir ætlanini verður tikin av pallinum 11. mars. Men nú er óansæð sabbátstíð hjá hundunum, skemta hundaeigararnir.
– Komandi mánaðin takka vit nei til tilboð, flennir Fríðhild Debes.
Men møguleikin er tó har, og hundarnir hava sum so prógvað, at teir kunnu læra teirra leiklutir.
– Hesar møguleikarnir vaksa ikki beinleiðis á trøunum. Tað var jú millum annað tí, at vit vóru øgiliga áhugað í at taka av. Tað kunnu ganga fimm ár, áðrenn hetta verður ein møguleiki aftur í einum so professionellum sambandi, sum hetta jú er, sigur Rúni.
– Men um møguleikin skuldi stungið seg upp aftur eina ferð í framtíðini, so er man til dystin fús, sigur Rúni.
– Um onkur onnur, sum eigur hund, skulu fáa hesa avbjóðingina, so mugu tey siga ja, leggur Fríðhild Debes afturat.
Mynd: Sigmund Vang
Kvinnan í dagsins Føroyum
Hvussu er tað so at vera kvinnu, og at blíva hoyrd, í Føroyum í dag?
Dimmalætting spyr Mariann Hansen, ið er sjónleikari og partur av toyminum aftanfyri GUT//Productions, ið altso pallsetur Látur Medusu.
– Hatta var ein áhugaverdur spurningur! Í stuttum kann eg siga, at eg føli at eg fái rúm, men viðhvørt ikki, sigur Mariann.
– Tá man vil greiða frá, hvussu man hevur tað ella upplivir ting, tá er tað ofta, at fólk ikki tíma at lurta. Tað er ein vanligur hugburður, at tað er tað sama sum grenj. Men tað nýtist tað ikki at vera. Ein stórur partur av hesum er, at vit skulu hava rúm til at siga ting, staðfestir Mariann.
Hósdagin 8. mars var altjóða kvinnudagurin. Kvinnudagurin kemur í ár í kjalarvørrunum av einum áhaldandi kjaki um kvinnur, kynslig ágang og javnstøðu, ið tey flestu hava egnar meiningar um. Men fer kvinnudagurin at vera eitt kolon, ein bindistrika ella møguliga eitt punktum eftir alt hetta?
– Eg havi verið eitt sindur bangin fyri, at #MeToo-rørslan gjørdist ein døgnfluga. Men eg haldi faktiskt, at hon fer at hanga. Vit eru ikki liðug at tosa um tað enn, og vit eru farin at tosa øðrvísi um #MeToo-rørsluna. Man merkir, hvussu kjakið broytist, og aðrir tankar og djúpari meiningar koma fram. Umhugsanin er enn í gongd, og eg haldi, at tað fer at hanga við, sigur Mariann.
Hon peikar samstundis á Oscar-virðisløninar, ið vóru lætnar mánanáttina, og hvussu nógv kvinnurættindi fyltu har.
– Antin vit vilja tað ella ei, so røkkur amerikanska populermentanin øgiliga langt, og er ein góður katalysatorur.
Uppliving heldur enn søga
Um tað at gera sjónleik burtur úr eini ritgerð, ið ikki hevur nakað, ið líkist eini vanligari søgugongd, sigur sjónleikarin Mariann Hansen soleiðis.
– Vit hava roynt at fingið onkra kenslu burtur úr tekstinum. Tann kenslan, ið leikurin hevur givið okkum, hevur verið drívmegin í sjónleikinum. Í leikinum sjálvum er heldur ongin søgugongd sum so, men meira ein uppliving.
Mariann er sera nøgd við samstarvið við Hundaførarafelagið – og tað, at arbeiða saman við hundum, hevur samstundis givið sjónleikarunum nýggjar tankar.
– Hundaførarafelagið hevur verið so spent og við upp á tað. Í okkara vinnu skal man ofta selja hugskotini hjá sær nokk so væl, men tey sóu beinanvegin okkurt í tí, sigur hon.
Sjálv hevur Mariann Hansen tilvitað havt minni at gera við hundarnar, men hon hevur týðiliga sæð, hvussu gott sambandið millum Lítlu, Fidor og Duritu er blivið.
– Tey úr Hundaførarafelagnum hava skilt væl, hvussu man kann fáa ein hund at trívast í einum heilt ókendum umhvørvi.
Samstundis hevur tað at arbeiða við hundum givið henni høvi at eygleiða og at hugsa um sambandið eigara og hund ímillum. Tann loyalitetur, ið ein hundur fær til eigaran, er nakað, ið eigur at virðismetast og ikki misnýtast.
– Hann eigur at vekja eina ábyrgd, sigur hann.
Kunnu sjefarahundar, ið eru gott vaksnir, læra uppi at sita, so kann menniskjan eisini læra at broyta sín hugburð um eitthvørt. Vit kunnu leggja tey síðstu hundrað túsund árini afturum okkum, ikki lata fortíðina stýra framtíðini, sum Hélenè Cixous sigur tað, og geva kvinnunum plássið, ið tær hava uppiborið. Maðurin hevur havt sítt tørn.
Síggj tónleikasjónband við Fidor og Lítlu her: https://www.youtube.com/watch?v=FPlf7HT_xKM