Ongi úrslit

Um eina viku byrja Føroyaleikir 2021

Í døgunum frá 8.-11. juli fara yvir 1100 íðkarir við hjálparfólkum at kappast kring landið í 19 ítróttargreinum

Tíðindaskriv
1. juli 2021 kl. 20:26

Í døgunum frá 8.-11. juli fara yvir 1100 íðkarir við hjálparfólkum at kappast kring landið í 19 ítróttargreinum.

Kappingar verða hildnar í Vági, Tórshavn, Runavík og í Klaksvík.

Í Vági verða tað fleiri enn 300 luttakarar, í Tórshavn fleiri enn 500, í Runavík, har Eystanstevna eisini verður tá, verða tað fleiri enn 200 og í Klaksvík fleiri enn 100, sum øll fara at seta sín dám á leikirnar.

Í talvuni síggjast, hvørjar ítróttagreinar eru í hvørjum øki.

Endaliga skráin fyri tey einstøku økini verður tøk fríggjadagin 2. juli.

Høvuðsstuðlar til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

Ítróttasamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18