Í dag, og í morgin, spælir flogbóltslandsliðið við monnum sínar seinastu tveir dystir í Silvurliguni, sum hesa ferð er í Eysturríki. Umframt Føroyar og vertslandið, er eisini Ísrael við. Ísland hevur spælt allar sínar dystir og er tí ikki við hetta umfarið, sigur Flogbóltssambandið.
Støðan undan hesum seinasta umfarinum er, at Føroyar eru nummar 3 og Ísland nummar 4, og tað broytist ikki eftir umfarið í Eysturríki.
Í løtuni er Ísrael nummar 1 og Eysturríki nummar 2, men enn er ikki avgjørt, um tað verður Ísrael ella Eysturríki, sum vinnur bólkin. Men tað hevur kortini ongan týdning, tí sama hvat úrslitið verður teirra millum sunnudagin, er longu greitt, at tað verða tey bæði sum aftur møtast í finaluni í Silvurliguni hósdagin 13. juni.
Eisini tann dysturin verður í Eysturríki og vinnarin fær 40.000 evrur, knappar 300.000 krónur fyri ómakin og flytur upp í Gullliguna.
Føroyar spæla ímóti vertunum úr Eysturríkivnú klokkan 15 í dag, føroyska tíð. Dystin í Føroyum ímóti Eysturríki vann Eysturríki 3-0 (25-18, 25-16, 25-13).
Leygardagin klokkan 15 spæla Føroyar sín síðsta dyst í kappingini, og tá er sterka ísraelska liðið aftur mótstøðulið. Í umfarinum í Íslandi vann Ísrael 3-0 (25-11, 25-12, 25-13) á Føroyum.
Sunnudagin klokkan 15 spæla so Eysturríki og Ísrael.
Í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 19 spæla føroysku kvinnurnar í høllini á Hálsi ímóti fremsta liðinum í bólkinum, Finnlandi. Vinnur Finnland, er liðið í finaluni í Silvurliguni, har Portugal verður hitt liðið.