Stríðið millum Russland og Ukraina fær nú avleiðingar fyri luttøkuna hjá Ukraina til evropeisku tónleikappingina, Eurovision.
Tað skrivar Sky News.
Vinnarin av finaluni í Ukraina, Alina Pash, skrivaði mikudagin á sosiala miðlinum Instagram, at hon tekur seg úr kappingini.
Týsdagin skrivaði BBC, at Alina Pash fyribils var blivin strikað sum vinnari av fyriskiparanum av grandprix-kappingini í Ukraina.
Hetta hendi, tí Alina Pash er undir illgruna fyri at hava brotið ukrainska lóg, tá hon í 2015 vitjaði Krim-hálvoynna.
Krim hevur síðan 2014 verið undir russiskum harradømi.
Sambært ukrainskari lóg er tað ikki loyvt hjá fólki úr Ukraina at ferðast til Krim-hálvoynna uttan loyvi frá myndugleikunum. Ferðingin skal harumframt henda via Ukraina, men tað seta fyriskipararnir spurnartekn við.
Alina Pash hevur, sambært Sky News og henni sjálvari, víst prógv fyri, at hon ferðaðist ikki til Krim úr Russlandi, men tað ynskja fyriskipararnir hava váttað ella avsannað av myndugleikunum í Ukraina.
Óansæð hvat úrslitið verður hjá myndugleikunum, so hevur Alina Pash nú valt at taka seg úr kappingini.
Alina grundgevur fyri á Instagram, at orsøkin, hví hon nú hevur trekt seg úr kappingini, er allur haturin henni hevur verið fyri á internetinum.
Alina Pash grandprix-tónleikakappingina í Ukraina fyri einari viku síðan við sanginum “Forgotten Ancestors”. Ein sangur, ið handlar um søguna hjá Ukraina.
Ukraina luttók í Eurovision fyri fyrstu ferð í 2003.
Í 2016 vann ukrainska Jamala evropeisku tónleikakappingina við sanginum “1944”. Sangurin fanst at burturflytingini av Krim-tatarum, sum Stalin stóð fyri, undir seinna heimsbardaga. Krim-tatarar er eitt av upprunafólkunum á Krim-hálvoynni.
Evropeiska Eurovision-kappingin í ár verður hildin í italska býnum Torino.
/ritzau/