Russians váttar nú, at 89 russiskir hermenn lótu lív í ukrainska rakettálopinum nýggjársdag, og at rakettálopið eydnaðist, tí at russiskir hermenn høvdu nýtt egnar fartelefonir, sum kundu sporast av ukrainum.
Russiski herurin hevur sett hermonnunum forboð fyri at brúka egnar fartelefonir í umstríddu økjunum, men hesi boðini vórðu eftir øllum at døma ikki fylgd, og tí kundi ukrainski herurin síggja, hvar russisku hermenninir hildu til. Sambært BBC vilja russiskir myndugleikar vera við, at ein kanning er sett í verk.
Ukraina vildi annars vera við, at 400 russiskir hermenn lótu lív í álopinum á yrkisskúlan í Makiivka í Donetsk, og at 300 aftrat vórðu særdir.
Russland sigur hinvegin, at talið er 89. Hetta er hægsta talið av dripnum hermonnum í einum álopi, ið Russland higartil hevur váttað síðan innrásina í februar í fjør.
Russland sigur, at talan var um amerikanskar HIMARS rakettir, ið raktu yrkisskúlan, har russisku hermenninir hildu til.
Russisku hermenninir vóru millum teir 300.000 hermenninir, ið Putin hevur innkallað at gera hertænastu í Ukraina, og teir vóru sostatt ikki sjálvbodnir hermenn.