Ukrainskir myndugleikar: Russar tikið seg inn í Kiev

Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at russiskar deildir hava tikið seg inn í Kiev. Ætlanin er at avmilitarisera Kiev, endurtekur russiski uttanríkisráðharrin

Steinar Patursson
25. februar 2022 kl. 12:50

Høvuðsstaðurin í Ukraina, Kiev, fyrireikar seg nú til harðari samanbrestir, eftir at russiskar herdeildir hava tikið seg fram til býin.

Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at russiskar herdeildir hava tikið seg inn í norðarapartin av Kiev, og váttaðar upptøkur hjá BBC vísa hernaðarakfør í Obolon, sum er ein forstaður norðan fyri Kiev. Tað er kortini ikki váttað, hvønn part hernaðarakførini hoyra til.

Obolon, sum er eitt bústaðarøki, liggur níggju kilometrar norðan fyri miðbýin og ukrainska tingið.

Ukrainska verjumálaráðið hevur heitt á íbúgvarnar í Obolon um at loypa á áloypararnar við sokallaðum molotov cocktails – heimagjørdum bensinbumbum í fløsku.

Sambært BBC eru eisini upptøkur av sivilfólki, ið stríðist við fólk í herbúna.

Boðini um russisku deildirnar í Kiev koma samstundis, sum at russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, endurtekur boðini frá Putin um, at Ukraina skal avmilitariserast.

Á tíðindafundi segði Sergei Lavrov, at ukrainar skulu velja sína egnu framtíð, og hann ákærdi vesturlendskar tjóðir fyri við vilja at militarisera Ukraina.

Lavrov gjørdi greitt, at endamálið hjá Russlandi er ikki at hertaka Ukraina, men at avmilitarisera tað. Tá Lavrov varð spurdur um, hvørt Russland ynskti at koppa einum demokratiskt valdum stýri, svaraði hann, at Ukraina kundi ikki kallast demokratiskt.

Mannarættindakontórið hjá ST boðar samstundis frá, at sambært teirra tølum hava 25 fólk latið lív og 102 fingið løstir frá russiskum loftálopum og artillaríálopum. ST leggur kortini aftrat, at hetta er ein konservativ meting, og at talið helst er hægri.