Áðrenn kappingin fór av bakkastokki var Kalush Orchestra úr Ukraina millum favorittarnar í Eurovision í ár. Ukraina var favorittur sambært bæði veddingarfyritøkum og Eurovision viðhaldsfólkum, millum annað Kristian Joensen, sum vit á Dimmalætting gjørdu samrøðu við undan Eurovision kappingini, sum var hildin leygarkvøldið. Kristian Joensen segði millum annað segði soleiðis í samrøðuni:
– Sangurin hjá Ukraina er ikki tann besti, men eg vænti, at fólk fara at vísa samhuga við Ukraina og atkvøða fyri teimum, sigur Kristian Joensen, sum hevur fylgt við Eurovision síðan 1984.
Spádómurin hjá Kristian gjørdist eisini veruleiki. Teir evropeisku áhoyrararnir vístu sín samhuga við Ukraina, so mikið nógv, at teir orsakað av áhoyraraatkvøðunum vunnu Eurovision. Tó eru øll ikki eins glað fyri ukrainska sigurin, sum teir evropeisku áhoyrararnir, ið atkvøddu fyri Ukraina. Í Russlandi verður ukrainski sigurin í Eurovision ikki lýstur við somu gleði sum í restini av Evropa.
Tað er ymiskt, hvussu russiksu miðlarnir lýsa ukrainska sigurin í Eurovision. Tann russiski tíðindamiðilin, KP.ru, skrivar, at ukrainski sigurin als ikki var uppiborin, og at sangurin var óorginalur. Summir russiskir miðlar nevna ukrainska sigurin í stuttum, meðan aðrir russiskir miðlar eru hvassorðaðir. Russiski tíðindamiðilin, Tsargrad, skrivar millum annað, at Eurovision skammiliga hevur lati seg í hendurnar hjá Ukraina. Tsargrad skrivar haraftrat, at tað er ein sigur í sær sjálvum, at Russland ikki er við í Eurovision.
Hetta er triðju ferð at Ukraina vinnur Eurovision. Ukraina hevur áður vunnið í 2004 og í 2016.