Ukrainski herurin váttar: Mótálop í gongd í syðra partinum av landinum

Ukraina hevur sett í verk eitt mótálop í syðra partinum av landinum

Sigurjón Einarsson
29. august 2022 kl. 17:23

Herurin í Ukraina váttar, at eitt mótálop, sum leingi hevur verið á veg, at byrjað í syðra partinum av landinum. Heilt ítøkiliga er tað nærhendis Kherson-landspartinum, sum russar hava hertikið.

Tað sigur Natalia Humeniek, ið er talskvinna fyri hernaðarleiðsluna í Suðurukraina, sambært bæði CNN og Reuters.

– Ukrainsku herdeildirnar eru byrjaðir upp á eitt mótálop ymsastaðni við hermótið í syðra partin av landinum við tí endamáli at fría hertiknu landspartarnar. Allar smálutir verða lagdir fram, tá atgerðin er avgreidd.

Ukrainski herurin í Suðurukraina hevur fleiri ferðir mælt sínum borgarum til at rýma úr økinum skjótast gjørligt, tí væntandi verða harðir bardagar fleiri staðni í økinum.

Kherson-landsparturin hevur verið undir russiskari leiðslu, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar. Ukraina kunngjørdi fyri nøkrum vikum síðan, at eitt stórt mótálop fór at koma í Kherson-økinum.