Ukrainar koma til Føroya í kvøld

Men enn er framvegis ógreitt, hvussu verður við fyrru fjórðingsfinaluni millum H71 og HC Galychanka Lviv, sum skuldi verið leikt í Ukraina fyri viku síðani

Jákup Bogi Joensen
18. februar 2022 kl. 09:35

Fjórðingsfinalan millum kvinnuliðini hjá H71 og ukrainska felagið HC Galychanka Lviv í EHF Cup kappingini verður leikt sum ætlað sunnudagin.

Ukrainska liðið kemur til Føroya í kvøld, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Men tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við fyrru fjórðinsgfinaluni, sum varð avlýst. Partarnir hava enn ikki funnið fram til nakra semju um fyrra dystin.

Tann dysturin skuldi eftir ætlan verið leiktur í Ukraina sunnudagin fyri viku síðani, men spenta støðan við markið til Ukraina gjørdi, at føroyska og danska uttanríkisráðið mæltu frá at fara inn í landið. Tí fór føroyska ferðalagið ongantíð úr Póllandi og um markið til Ukraina og kom heimaftur til Føroya uttan at hava verið á vølli.

Evropeiska Hondbóltssambandið hevur í fyrstu syftu latið tað upp til feløgini at finna eina semju og loysn fyri, hvussu fyrri dysturin kann avgreiðast.

Men enn røkist einki fyri nakrari loysn, og tað er ivasamt, um nøkur loysn verður funnin áðrenn seinnu fjórðinsgfinaluna, sum verður sunnudagin, sigur Anna Dam.

Tí er tað framvegis ógreitt, um dysturin sunnudagin verður avgerandi ella ikki, hvat av liðunum fer víðari í kappingini.

Verður eingin loysn á málinum, skal EHF gera av, hvat víðari skal henda.

Seinna fjórðingsfinalan millum H71 og HC Galychanka verður í høllini á Hálsi í Havn sunnukvøldið klokkan 20.00.