Ukrainar funnið ein alternativan máta at fíggja kríggið móti Russlandi

Ukrainar hava nú funnið upp á ein nýggjan og lønandi máta at fíggja kríggið móti Russlandi. Nú ber til at fáa ein boðskap á bumbur og rakettir fyri bæði størri og smærri upphæddir

(Mynd: signmyrocket.com)
Sigurjón Einarsson
19. august 2022 kl. 17:55

“Send tíni boð til russisku álopsmenninar. Nú hevur tú møguleikan at drepa orkar (tað verður sipað til “Lord of The Rings-filmin, red.) við tínum teksti á einari bumbu, ið verður skotin móti russisku hermonnunum”.

Soleiðis stendur skrivað inni á heimasíðuni – signmyrocket.com – sum er ein heimasíða hjá NGO-felagsskapinum “Center of Assistance to The Army”, ið síðan 2014 hevur hjálpt ukrainska herinum við ymiskum hentleikum. Men hesa ferð hevur felagsskapurin valt at brúka ein øðrvísi og alternativan hátt, soleiðis at kríggið móti Russlandi verður fíggjað: Við at skriva eini boð á bumbur, rakettir og eisini á stríðsvognar.

Og júst hetta, at fíggja kríggið móti russum á hendan hátt, hevur víst seg at verið ein lønandi máti at fáa pening inn. “Tænastan” gerst alsamt meira væl umtókt, og hevur, sambært Washington Post, verið við til, at fleiri milliónir krónur eru komnar inn gjøgnum hetta átakið, har tú kanst fáa tín boðskap á eina bumbu fyri í minsta lagið umleið 250 krónur. Ynskir tú at fáa tín boðskap á ein stríðsvogn, so skalt tú av við umleið 22.000 krónur.  

Fyri umleið 22.000 ber til at fáa tín boðskap á síðuna á hesum stríðsvognunum. (Mynd: signmyrocket)

Washington Post skrivar, at tað eru serliga fólk úr USA, Týsklandi og Bretlandi, ið ynskja at stuðla hesum átakinum, og afturfyri fáa eina mynd av bumbuni ella stríðsvogninum, har boðskapurin er skrivaður á.

Aðrar líknandi hópfíggingarsíður eru nú eisini komnar. Tann seinasta í røðini er RevengeFor, sum hevur fingið 385.000 krónur inn upp á tríggjar vikur.

Soleiðis marknaðarførir RevengeFor seg á YouTube:

Kelda: Washington Post