Ukrainar dugdu betri at brúka vápnið

EM hondbóltur menn: Eftir trivaliga leiðslu mistu føroyingarnir í seinna hálvleiki alt á gólvið

Jóannes Hansen
10. november 2024 kl. 14:46

Nøsin varð sett upp eftir, at tað skuldi eydnast at vinna á útivølli ímóti Ukraina. Tá ið tað var hálvleikt, sá tað heilt gott út, tí Føroyar vóru frammanfyri 17-14. Beinanvegin eftir steðgin javnaði Ukraina, men føroyingarnir fótaðu sær aftur, og eina løtu í seinna hálvleiki var føroyska leiðslan aftur trý og fýra mál.

Høvuðsvápnið hjá báðum pørtum í álopsspælinum var at royna seg í sjey ímóti seks. Tá gekk tað øgiliga striltið í føroyska álopsspælinum eftir steðgin, og í trimum førum vórðu brotskøst misnýtt.

Ukrainska sjey ímóti seks spælinum riggaði hesa løtuna betur, fleiri mál vórðu skorað av strikuni, og so gjørdi heimamenninir sær dælt av, at føroyingarnir kiksaðu og ukrainararnir skoraðu úr stórari fjarstøðu og í tóma føroyska málið.

Hóast góða gongd í meiri enn ein hálvleik, so eydnaðist tað heldur ikki í dag at vinna stig á útivølli. Tað hevur verið og er framvegis stóri føroyski veikleikin, at tað gongst so illa á útivølli, og tað sást aftur í dag at vera veikleiki, at talan er um so fáar skiftingar, og at teir somu føroysku spælararnir eru á vøllinum mest sum alla tíðina.

Teir í føroysku leguni hava alla orsøk at iðra seg um úrslitið. Í fyrra hálvleiki var føroyska liðið greitt omaná. Eina løtu var munurin fimm mál, og leiðslan kundi væl verið væl størri enn so.

Næsti EM undankappingardysturin verður 12. mars ella á grækarismessu, tá ið Niðurlond vera gestir í nýggju stórhøllini við Tjarnir.

 

Føroyar fleiri ferðir frammanfyri við seks málum, men so minkaði munurin niður til trý mál

Onga útvísing í fyrra hálvleiki

 

Ukraina – Føroyar 35-32 (14-17)

Óli Mittún 8

Hákun West av Teigum 7

Elias Ellefsen á Skipagøtu 7

Vilhelm Poulsen 4

Pætur Mikkjalsson 2

Peter Krogh 1

Janus Dam Djurhuus 1

Teis Horn Rasmussen 1

Rói Berg Hansen 1

Kjartan Johansen

Tróndur Mikkelsen

Ísak Vedelsbøl

Pauli Mittún

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Málverjar: Pauli Jacobsen 12/44 27,27 %

Aleksandar Lacok

Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Hjalti Mohr Jacobsen, Tom Jensen, Høgni Vilhelmsen

Dystargongdin:

5 min: 2-3

10 min: 3-7

15 min: 5-11

20 min: 8-12

25 min: 10-15

30 min: 14-17

35 min: 18-20

40 min: 20-23

45 min: 23-25

50 min: 28-27

55 min: 31-29

60 min: 35-32