Ukraina: Fólk flýggja yvir háls og herðar

Tað er kaos í Ukraina, eftir at russiski herurin í nátt frá trimum síðum gjørdi innrás í landið. Dimmalætting hevur havt samband við eini ukrainsk hjún Anita Olishevska og Andrii Olishevsky, ið eins og nógv onnur vórðu tikin á bóli, tá álopið byrjaði tíðliga í morgun

Sveinur Tróndarson
24. februar 2022 kl. 20:49

- Tað kom púra óvart á okkum, at russiski herurin leyp á í morgun. Tað varð tosað um tað fyri stuttum, men tá hendi einki, so tað kom óvart á, at tað hendi beint nú.

Tað sigur ukrainski Andrii Olishevsky, sum saman við familjuni, konuni Anitu og tveimum børnum, fekk skund at sleppa avstað úr Kiev í morgun.

Tað var klokkan fimm í morgun, at russiski herurin leyp á Ukraina. Tað hevur verið væl lagt til rættis, tí russar lupu á frá trimum síðum samstundis, norðanífrá ígjøgnum Belarus, sunnanífrá úr russiska enklavanum í Moldova, Pridnestrovie og úr sjálvum Russlandi.

Rýmdu frá øllum
Góðan hálvan tíma seinni fingu hjúnini fyrstu ávaringarnar umvegis sosialu miðlarnar, at kríggið var byrjað.

- Tað er skelkandi, at hetta kann henda í Evropa í 21. øld, at vit mugu flýggja frá húsi og heimi fyri at vera trygg, sigur Andrii Olishevsky.

Tað er einki at siga til, at tað er ótti á fólki, og tað hevði við sær, at tað gingu bara 20 minuttir áðrenn fyrstu fólkini fóru til rýmingar í bygninginum, sum hann og familjan búðu í í Kiev. Fyri onkran var tað aðru ferð, at tey flýddu.

- Ein av okkara grannum segði mær, at hetta var aðru ferð at hon flýddi. Hon mátti eisini rýma úr Doneck í 2014, tá russar tóku Krim, greiðir Andrii Olishevsky frá.

Fyri lítlu familjuna snúði tað seg um at sleppa vekk sum skjótast. Akkurát tað er ikki bara sum at siga tað, so tað tók hálvan annan tíma at pakka teir týdningarmiklastu ognarlutirnar, og so hildu tey avstað.

- Tá vit komu avstað var so nógv ferðsla, at tað var næstan ikki framkomandi á vegunum, leggur hann afturat.

Hava skotvápn við sær
Nógva ferðslan hevur við sær, at tað ikki bara er sum at siga tað at sleppa fram. Av tí at tað eru so nógvir bilar á vegunum, ber illa til at fáa brennievnið, tí bensinstøðirnar tømast skjótt.

- Tí er tað ikki heilt vandaleyst at fara avstað, og tí hava vit tikið skotvápn við okkum. Eg vil hava møguleika at verja familjuna, um tað skuldi verið. Tá støðan er sum hon er nú, koma brotsfólkini fram og teimum skulu vit verja okkum fyri eisini, sigur Andrii Olishevsky.

Hann leggur afturat, at eisini tað er ein avbjóðing, tí lóðurið er eisini mangulvøra nú.

Andrii og Anita hava flutt seg góðar 200 kilometrar og vilja fegin sleppa úr Ukraina, serliga um russar taka landið, koyra stjórnina frá og seta eina russiskt vinarliga stjórn í staðin. Men eisini tað hevur sínar avbjóðingar.

- Vit tora ikki at seta kós móti Póllandi, tí vit vita ikki, um vit hava nokk av brennievni til at røkka hartil, sigur hann.

Russar eru allastaðni
Tá vit høvdu samband við Andrii Olishevsky seinnapartin hevði hann hoyrt søgur frá vinfólki, sum vóru á veg burtur, men sum máttu venda við aftur, tí tey rendu seg í russar á vegnum.

Tey fýra eru komin eitt sindur burtur, men heldur har er ikki tryggari enn so, at tey hoyra skot, og tí eru tey eisini ótrygg.

- Tað sigur seg sjálvt, at fólk eru bangin og vilja burtur. Eg havi tosað við starvsfelagar í Harkiv, Zaprizhya, Herson og øðrum býum, og tey royna øll at sleppa burtur, sigur Andrii Olishevsky.

Spurdur, hvat er til ráða at taka beint nú, sigur hann, at tey bíða og halda seg innandura.

- Vit eru bangin fyri at fara út og tí tora vit heilt einfalt ikki at fara víðari. Tað er ov vandamikið at fara út á vegirnar, tí har er so nógv ferðsla, og tí bíða vit til hon er minkað, sigur Andrii Olishevsky.

Hann biður umheimin stuðla landinum, sum fyri aðru ferð upp á átta ár er undir álopi frá Russlandi.

- Vit hava brúk fyri øllum tí stuðli, sum vit kunnu fáa frá umheiminum, sigur hann.