Ukraina flytur heimadystin ímóti Føroyum

EM-hondbóltur: Nú er tað greitt, at føroyska manslandsliðið fer at spæla ímóti Ukraina í Litava

Mynd: North Macedonia Handball Federation
Hondbóltssamband Føroya
10. september 2024 kl. 14:25

Ukraina - Føroyar verður leiktur í Litava, skrivar Hondbóltssamband Føroya í dag:

Tað er nú greitt, at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar verður leiktur í Vilnius í Litava, sunnudagin tann 9. november.

Síðani kríggj brast á í Ukraina, hava ukrainarar verið noyddir til at spæla teirra heimadystir uttanlands. Hetta er enn galdandi, og verður dysturin millum Ukraina og Føroyar leiktur í Avia Solutions Group Arena í Vilnius. Talan verður um tveir dystir í høllini hendan dagin, tá Litava og Norðurmakedonia eisini spæla tá.

Fyrst skulu Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi, mikudagin tann 6. november kl. 19.00. Atgongurmerkini til hendan dystin koma til sølu í morgin, mikudagin kl. 12.00 á atgongumerki.fo.