Alt, sum hevur við Ukraina at gera, verður í hesum tíðum sæð í skugganum av, at landið er í kríggj við Putin og Russland.
Samstundis sum teir stríðast á hermótunum, so luttekur Ukraina í EM endaspælinum í Týsklandi. Og í dag høvdu tey í Ukraina nakað at fegnast um. Ukraina spældi ímóti Slovakia, og Ukraina vann 2-1.
Á Düsseldorf Arena var tað Slovakia, sum legði bragdligari fyri, og tá ið eitt stórt korter var farið, legði Ivan Schranz úr Slavia Prag Slovakia á odda, tá ið hann eftir innlegg frá Lukas Haraslin stútaði bóltin í málið.
So fótaði Ukraina sær smátt um smátt, og eftir steðgin vóru teir gulu greitt omaná. Tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Mykola Shaperenko, sum við fínum skoti og eftir flott álop sendi bóltin í málið.
Og so var tað tíggju minuttir undan leikloki, at stóra ukrainska legan á áskoðaraplássunum av álvara eksploderaði. Tað var tá ið Roman Yaremchuk sera hegnisliga tamdi bóltin eftir langa framlegging, og so setti hann bóltin framvið slovakiska málverjanum Dubravka.
Í bólki E hava Tumenia, Ukraina og Slovakia trý stig og Belgia hevur einki stig. Belgia og Rumenia hittast í annaðkvøld.
Í løtuni spæla Pólland og Eysturríki og klokkan 20 verður stórdysturin millum Holland og Frakland.