Ukraina fær ein høvuðsleiklut til Eurovision í ár

Veddingarfyritøkurnar peika á Ukraina sum favoritt at vinna Eurovision í ár. – Sangurin hjá Ukraina er ikki tann besti, men eg vænti, at fólk fara at vísa samhuga við Ukraina og atkvøða fyri teimum, sigur ídni Eurovision-viðhaldsmaðurin, Kristian Joensen

Kristian Joensen er íðin Eurovision-viðhaldsmaður. (Mynd: Facebook/Kristian Joensen)
Sigurjón Einarsson
11. mai 2022 kl. 15:15

Kríggið í Ukraina hevur longu havt við sær, at Russland er útihýst frá at luttaka í Eurovision í ár. Nú hevur russiska innrásin eisini havt við sær, at Ukraina er greiður favorittur at vinna evropeisku tónleikakappingina – skulu vit trúgva veddingarfyritøkurnar.

Hóast EBU, ið er felagið handan Eurovision-kappingina, ferð eftir ferð hevur víst á, at tónleikakappingin einki hevur við politikk at gera, so hevur tað víst seg at vera torført at skilja hasi bæði at, tí summar veddingarfyritøkur meta, at tað eru 25 prosents møguleiki fyri, at tað verður sangurin “Stephania”, sum bólkurin Kalush Orchestra framførir, ið vinnur kappingina í ár.

Í gjár var fyrra hálvfinalan í Eurovision, har millum annað ukrainski sangurin kom víðari til finaluna leygarkvøldið.

– Sangurin hjá Ukraina er ikki tann besti, men eg vænti, at fólk fara at vísa samhuga við Ukraina og atkvøða fyri teimum, sigur Kristian Joensen, sum hevur fylgt við Eurovision síðan 1984.

Kristian vísur á, at talan er um sang, har hipphopp er blandað við siðbundnum ukrainskum tónleiki, har sungið verður á ukrainskum.

– Tað var gleðiligt at hoyra til fyrru hálvfinaluna í gjárkvøldið, at tað eru fleiri lond, ið eru farin at syngja á upprunamálinum aftur, heldur enn á enskum. Vit hoyrdu millum annað Litava, Ukraina og Niðurlond syngja á egnum máli. Tað er kanska ein tendensur, ið vónandi er við at koma inn aftur í Eurovision, sigur Kristian Joensen.

Tað merkisverda við ukrainsku luttøkuni í ár er, at tað er ikki vinnarasangurin í Ukraina, men sangurin, ið endaði nummar tvey, sum luttekur á Eurovision í ár.

Vinnarin av finaluni í Ukraina, Alina Pash, tók seg úr kappingini, tí hon var ákærd fyri at hava ferðast ólógliga til Krim-hálvoynna í 2015. Seinni hevur hon lagt prógv fram, at hon ikki ferðaðist ólógliga til Krim.

Limirnir í Kalush Orchestra. (Mynd: ebu.ch)

Eingin greiður favorittur í ár
Fyri uttan tað, at Ukraina er greiður favorittur á samhuga-síðuni, so heldur Kristian Joensen, at tað er ikki nakar greiður favorittur at vinna Eurovision í ár.

– Tað er ringt at spáa um, hvør fer at vinna í ár. Bretland verður nevnt sum ein møguligur vinnari í ár, so tað í sær sjálvum er nokk so stuttligt, tí Bretland hevur ikki verið at sæð ovaliga á stigatalvuni seinastu árini, greiðir Kristian frá.

Eisini nevnir ídni Eurovision-viðhaldsmaðurin úr Klaksvík, at Grikkaland kann fara at spøkja á ovastu plássunum – serliga tí at Grikkaland plagar at fáa atkvøður frá hinum londunum við Miðjararhavið, men eisini tí Grikkaland hevur ein norskan sangara, sum kanska er ein roynd at tekjast áhoyrarum í Norðurlondum, heldur Kristian.

Mystikkur kring norska íkastið
Veddingarfyritøkurnar geva eisini Norra góðar møguleikar at vinna Eurovision-finaluna leygarkvøldið, men tað serliga við norska íkastinum í ár er, at fólkini, sum framføra sangin, eru í maskum og tí er tað eingin, fyri uttan nøkur heilt fá starvsfólk hjá NRK, ið kenna rætta samleikan hjá “rúmdarverunum”, sum nevna seg fyri Subwoolfer.

– Summi vilja vera við, at annar av hesum er Ben Adams úr dreingjabólkinum A1, sum var nakað frammi í nullunum, tí norski miðilin VG helt seg vita, at bilurin hjá honum var sæddur uttanfyri hølini hjá NRK, greiðir Kristian Joensen frá.

(Subwoolfer á palli. Mynd: Nathan Reinds/EBU)

Tað er ikki fyrstu ferð, at eitt land roynir at halda sínar Eurovision-stjørnur loynilig. Tá Finnland afturi í 2006 sendi rokkbólkin Lordi til finaluna, var eisini nógvur mystikkur kring limirnar í bólkinum, sum altíð framføra í maskum.

Tvey av størstu vikubløðunum í Finnlandi eru eisini komin við almennari umbering, eftir at bløðini hava almannakunngjørt myndir av limunum uttan masku, tí shitstormurin móti bløðunum var ikki til at taka feil av.

Lordi vann Eurovision-finaluna sama árið við vinnarasanginum “Hard Rock Hallelujah”.

Enn sum áður framføra Lordi enn tann dag í dag í masku, sum verða skiftar út hvørja ferð bólkurin letur nýggja útgávu út.  

Sjálvur veit Kristian Joensen ikki enn, hvussu nógv hann fer at gera burturúr finalukvøldinum leygarkvøldið, men hann fer í øllum førum at fylgja við, sigur Eurovision-viðhaldsmaðurin.

Eurovision verður í ár hildið í Torino í Italia. Fyrsta hálvfinalan var í gjárkvøldið, har Sveis, Armenia, Ísland, Litava, Portugal, Grikkaland, Ukraina, Moldova, Niðurlond og Norra komu víðari til finaluna.

Seinna hálvfinalan verður hóskvøldið 12. mai og sjálv finalan verður leygarkvøldið 14. mai.

Tað er ikki líkt til, at Kringvarpið vísur finaluna, tí á heimasíðuni er Eurovision ikki á skrá leygarkvøldið, men finalan sæst á DR1 og byrjar klokkan 20 føroyska tíð.

Her sæst framførslan hjá Kalush Orchestra, ið fekk allan salin at fagna bólkinum leingi eftir, at framførslan var liðug: